Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 borgarlig víglsa ikki at giftast! Uppskotsstillararnir hava síðsta hálva árið roynt at greiða løgfrøðiligu træðrirnar, soleiðis at eitt danskt málsøki kann reisast og viðgerast í løgtinginum. – Við hesum uppskotinum hava vit funnið ein leist at viðgera málið, siga Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen Nú er leisturin lagdur Jón Brian Hvidtfeldt – Stóri spuringurin hevur verið, um tað nú ber til at reisa eitt fólkatingsmál í løg­tinginum. Tann knútin hava vit nú loyst við at gera tað á henda hátt, sigur Poul Michelsen. Saman við Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum er for­ maðurin í Framsókn sjálvur triði til at leggja fram upp­ skot fyri tingið, sum skal broyta hjúnarbandslógina so­leiðis, at fólk av sama kyni fáa rætt til eina borgarliga vígslu. Lógartekniskt er málið bundið saman av trim­um løg­tingsmálum, sum verða løgd fram sum ríkis­ lógar­tilmæli. Tey snúgva seg ávíkavist um at broyta grein-1 í hjúnarbandslógini, soleiðis at hon eisini fevnir um borgarligt hjúnarband millum tveir persónar av sama kyni. Um at broyta rættar­gangslógina soleiðis at per­sónar av sama kyni eisini fáa møguleika og rætt til at skiljast. Og um at broyta hjúnarbandslógina so­leiðis at kirkjan ikki fær skyldu til at vælsigna vígslur mill­ um tvey av sama kyni, eins og dagførda lóggávan í Dan­ mark ásetir. – Broytingin hevur við sær, at einans verður hjúnaband millum mann og kvinnu, sum kann verða vælsignað í kirkju, siga Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam í viðmerkingunum til upp­skotið. Fólkakirkjan er føroyskt málsøki, og teir tríggir løg­ tingslimirnir eru sannførdir um, at rættast er at kirkjan sjálv ger upp sína støðu í hesum máli. Langur vegur Verða tey trý uppskotini sam­tykt í løgtinginum, so fer málið víðari til donsku stjórnina at avgreiða. Poul Michelsen, Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam rokna við, at danski ráðharrin á økinum kann seta broytingarnar í gildi fyri Føroyar við so­ nevnd­ari »kongligari fyri­ skipan.« Men meta løgfrøð­ ing­ar­nir, at ráðharrin ikki hevur heimild at fremja broyt­ingarnar av sínum ein­ting­um, so endar málið í Fólka­ting­inum. – Hóast tað skuldi komið so langt, at málið endar í fólkatinginum, so dugi eg ikki at ímynda mær, at fólkatingið fer at seta seg ímóti einum ynski úr Føroyum, sigur Poul Michelsen avgjørdur. Somu sannføring hava Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam. Men áðrenn tað møgu­ liga kemur so langt, so skal málið sum nevnt fyrst av øllum samtykkjast í løg­ting­ inum. – Tað ber sjálvandi til at seta spurningin, um eitt fólka­tingsmál kann reisast í løg­tinginum. Okkara argu­ ment hevur alla tíðina verið, at talan er um eina demo­krat­ iska prosess millum Føroyar og Danmark. Og tað má bera til at byrja hesa prosessina í løgtinginum, sigur Poul Michelsen. Tey trý hava arbeitt við mál­inum í útvið hálvt ár. Talan hevur verið um eina tunga tilgongd, sum hevur verið merkt av nógv­um, løg­ frøðis­ligum iva­spurn­ingum. – Men vit hava fingið sera góða hjálp frá einum løg­ frøðingi, sum sjálvboðin hev­ ur arbeitt við at greina allar ivaspurningarnar og smíða lógaruppskotini, sigur Poul Michelsen. Uppskotini vóru løgt fyri løgtingið á tingfundinum miku­dagin, og tey koma vænt­andi til fyrstu viðgerð í aðru viku. jonbrian@sosialurin.fo Alfred Olsen NEI Bárður Nielsen NEI Reimund Langgaard NEI Høgni Hoydal JA Páll á Reynatúgvu ! Helgi Abrahamsen NEI Rósa Samuelsen Jóna M. Mortensen NEI Kristina Háfoss Sirið Stenberg JA Edva Jacobsen NEI Eivin Jacobsen Bjørt Samuelsen JA Gunvør Balle JA Kári P. Højgaard NEI JA ! ! ! ! Hava ikki tikið støðu, ella vilja ikki svara. Ikki fingið fatur á. tykkum var einki mál lagt fram í dag. LGBT Føroyar sigur seg vóna og vænta, at løg­maður og allir floks­ leið­arnir annars fara lata tinglimirnir atkvøða eftir egn­ari sannføring. – Vit vóna, at polit­iska landslagið fer at endur­ spegla fólksins vilja, og fer at atkvøða fyri upp­skot­ unum, sigur felags­skapurin LGBT Føroyar. jonbrian@sosialurin.fo Eiler Fagraklett