hósdagur 21. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132
Innlit í og kunning um øll viðurskifti hjá tí almenna
og alt arbeiði, sum verður gjørt fyri skattaborgararans
pengar, er eitt sjálvsagt krav í dag. Nakrar avmarkingar
eru, men vit hava í stóran mun bæði rætt og møguleika
at fylgja við í, hvat almennir stovnar, nevndir og ráð
fáast við og taka avgerðir um.
Vit eru langt frá komin har til enn, at øll klára ella vilja
liva upp til hetta krav, men tað gongur rætta vegin,
ikki minst við hjálp frá fjølmiðlunum og Løgtingsins
Umboðsmanni.
Eitt er, at fólk hava krav uppá góða og sakliga kunning.
Eitt annað er, at tað næstan uttan undantak eisini
tænir avsendaranum minst líka væl at syrgja fyri at
kunna avvarðandi partar og oftast eisini almenning
skjótt, greitt og ítøkiliga fyri at tryggja sær, at søgan
vendir tann vegin, hann ynskir. Vantandi kunning ella
uttanumtos, skapar hol, tómrúm, sum verða fylt við
gitingum, sum skjótt verða til illgitingar. Er skriðan
lopin, er sera trupult at koma aftur á beint, tí søgurnar
fáa egið lív, og avsendarin fær oftast ikki forklárað seg,
uttan at gera ilt verri.
Dømini eru mong, bara seinastu vikuna, har høvuðsper
sónar í málum hava gjørt sær sjálvum og samfelagnum
eina bjarnatænastu við ov vánaligari kunning.
Fyrstaplássið, frammanfyri meiriluta og minniluta í
Málráðum, eigur nevndin fyri Atlantic Airways. Hon
hevur eftir mínum tykki gjørt sær lívið óneyðuga
súrt við at senda stjóran til hús eitt leygarkvøld uttan
líkinda almenna grundgeving. Tað er dekan ov tunt at
skjóta seg undir, at avgerðin mátti kunngerast so skjótt
hon varð tikin, orsakað av at felagið er børsskrásett, og
at avgerðin varð tikin eitt leygarkvøld, tí nevndin bert
hevði stundir at hittast tá. Í sama andadrátti varð sagt,
at avgerðin hevði verið ávegis eina tíð. Tá mátti tað
borið til hjá nevndini í staðin at havt hendan fundin
ein mánamorgun ella annan gerandisdag heldur enn í
vikuskifti og kunngjørt niðurstøðuna fyri starvsfólki,
almenningi og øðrum partaeigarum beint aftaná.
At tað harafturat tykist trupult hjá nevndini yvirhøvur
at greiða størstu ognarunum, Føroya fólki, frá, hví tað
yvirhøvur var neyðugt at skifta stjóran út, ger, at fólk
byrja at gita og spinna søgur.
Síðani leygarkvøldið hevur kjakið gingið lystiliga í tí
privata rúminum, á sosialu miðlunum og í almenna
rúminum. Frá at standa fyri skotum fyri viku síðani
fyri ov høgar ferðaseðlaprísir og ov fáar fráferðir, er
nú knappliga eitt sindur synd í frákoyrda stjóranum.
Hann verður róstur fyri drúgt og gott avrik og spurna
rtekin verður sett við, hvør skal kunna lyfta arvin.
Nevndarformannin hava fólk ikki ordiliga fidus til,
hann tykist ógreiður, uttan visjónir, eitt vet tykkin og
smáligur. Hann hevur valt at seta ein dana uttan innlit
í føroysk viðurskifti í oddasessin fyri felagið, sum vit,
føroyingar, eiga, at leggja nýggja kós, uttan at vita ella
hirða at avdúka, hvar málið er. Skemtisøgurnar um
SMS boð og Bonus skipanir flúgva um oyruni.
So hvørt sum dagarnir ganga, kemur ymiskt fram, sum
vísir millumrokningarnar og gráu tónarnar í málinum,
men hesar hefta fólk seg ikki so nógv við, tí søgan við
hetjum og skálkum er nógv meira spennandi. Eins og
Atlantic Airways, so flýgur tíðin, og í næstu viku er tað
onkur onnur søga, sum vit fara at gita um.
Annika Sølvará
stjóri fyri
Granskingarráðið
EYGA
MÁLIÐ
Vit gita, um vit ikki
fáa nakað at vita
kjak
kjak
Alfabetið
Heri Mohr
Í meira enn 160 ár hava før
oyingar brúkt alfabetið, sum
V.U. Hammershaimb gav okk
um. Øll hesi árini
hava vit lært og dugað
okkara ABC uttanat eins
væl og okkara faðirvár. Ják
up á Møn ”kundi at remsa
upp ABC” á tólvta ári. Okk
ara alfabet hevur verið eitt
avbera gott amboð hjá øll
um, ið skriva og lesa før
oyskt. Einasti trupulleikin í
alfabetinum er kanska ð-ið,
ið mangan kann arga. Men
hóast tað einans sæst á
pappírinum og vanliga ikki
hoyrist , eiga vit at varðveita
ð-ið. Hesin bókstavurin er
tann estetiska sálin í okkara
skriftmáli.
Okkara alfabet er sprottið
úr tí latínska og í nøkrum
førum tí grikska alfabetinum.
Okkara alfabet er at kalla
tað sama sum tað bretska.
Og tað brúka vit hvønn dag.
Eftir øllum at døma er ein
meiriluti av Málráðnum av
teirri áskoðan, at nakað av
okkara alfabeti er óføroyskt
og tessvegna ónýtiligt. Tað
er ørvitistos. Ráðið ætlar at
purificera (reinsa) okkara
alfabet fyri øllum útlendsk
um. Júmen, so hava vit als
einki alfabet.
Tað ”føroyska” í okkara
alfabeti er í roynd og veru
ikki annað enn, at a, i, o, u og
y í serligum føri verða skrivað
við tí fronsku strikuni accent
aigu. Og so ei, ey og oy.
Nú frættist, at ein meiri
luti í málráðnum hevur
strekt seg so langt, at teir 5
bókstavirnir – c, q, w, x og z
– ið skulu amputerast, kunnu
brúkast ad hoc, men teir
mugu ikki vera ein partur av
alfabetinum.
Sancta Simplicitas!
Í telefonbókini eru c og w og
z í túsundatali. Vit fara á WC
hvønn einasta dag – í løtuni
eisini orsakað av ørskapinum,
sum nú av álvara hevur tikið
seg upp um okkara alfabet.
Kona Sokrates æt Xan
thippa. X-kynskromosomið
og Sex eru úr somu skuffu.
Og hvør er hann, ið ikki
dugur at spæla og gita, hvør
ið Dr. X er, líka mikið um
tey spæla upp á xylofon ella
blása í Saxofon? Í Mocam
bique er havnabýurin Xai-
Xai.
Í
býnum
Wenchow
búgva 1.5 mió. Í Føroyum eru
fleiri habilir Xylografar. Tá ið
vit taka bíløt (fotografera),
er tað vanligt at zooma fyri
at fáa góð bíløt. V. U. Hamm
ershaimb stavaði seks við x.
Soleiðis kunnu vit halda
fram í tað endaleysa.
Pápi V. U. Hammersheimb,
Jørgen
Hammershaimb,
ættaður úr Schlesien, var
seinasti løgmaður í Føroyum
(1806-16) og abbi V.U.H. var ein
hattamakari Johan Hendrik
Egholm, faðir til Egholm-ætt
ina í Føroyum.
(Við
heimastýrislógini
í 1948 kom løgmansheitið
aftur í løgtingið.) Vencelaus
Ulricus
Hammershaimb
føddist 25. mars 1819.
12 ára gamal sigldu V. U.
Hammershaimb og mamma
hansara við einum skipi
hjá Kongaliga Handlinum
til Keypmannahavnar, har
hann skuldi ganga í skúla.
Tey fóru úr Føroyum 20.
oktober 1831, og ikki fyrrenn
26. februar 1832 fall akkerið
uttan fyri Keypmannahavn.
Áhaldandi stormur og álv
arslig óhapp vóru orsøkin
til, at siglingsferðin vardi 4
mánaðar. (Edward Mortans
son/V. U. Hammershaimb.)
36 ára gamal kom Hamm
ershaimb aftur til Føroya í
1855 og var prestur/próstur
her í 23 ár og so prestur í
Danmark í 20 ár. Hann doyði
í Danmark í 1909 90 ára gam
al.
Í eini fjórðingsøld hevur eitt
nationalistiskt virus, sum
smittar og er trupult at basa,
gjørt um seg í Føroyum. Hetta
mutatiónsvirussið er sálar
skeklandi: Í mentan/kulturi;
orð í skrift og talu; nøvn og
heiti á persónum, stovnum,
størvum, amboðum… you
name it. Er tað satt, at Skúla
bókagrunnurin hevur ampu
terað alfabetið til skúlabrúks
ætlað okkara smáu børnum?
Hesi børn hava fleiri viðbera
punkt við c, w og z: mammur,
pápar, systkin v.m.
Tað syndarliga er, at hetta
verður framt av føroyingum
við góðum skúla – yvirhøvur
í Danmark – sum ikki tykjast
at hava tað stóru virðing fyri
ella vitan um, hvussu lívið í
Føroyum stigbundið verður
sampassað. Hesi folk áttu
at hugt í leypin, sum okkara
forfedrar og gomlu fólk
settu og seta frá sær. Hann
er á tremur við lívsroyndum,
vitan og lívsmegi.
Vit hava sum sagt eitt hætt
isligt virus, sum so ger vart
við seg eins og tann herviliga
sjúkan uppi í Hoydølum, sum
tók meira enn eina hálva øld
at verða bast. Tann sjúkan,
tuberklarnir, var, eins og um
rødda virus, sera mein hjá
ungum fólki.
Vónandi
fer
løgtingið
skjótast gjørligt at áleggja
skúlamyndugleikunum
at nýta alfabetið, sum í
160 ár hevur verið mønin í
skúlauppalingini av okkara
børnum og eitt frálíkt am
boð hjá okkara fólki, sum
myndaðu okkara kulturellu
gulløld. Vit kunnu tríva í
rúgvuna: A. C. Evensen, Ras
mus Effersøe, Rasmus Ras
mussen, Símun av Skarði,
Mikkjal
á
Ryggi,
Hans
Andreas Djurhuus, J. H. O.
Djurhuus, Heðin Brú, Martin
Joensen og mong onnur. Tað
er óhugsandi, at nakar av
teimum, ið skapti okkum
gulløldina,
høvdu
funnið
upp á at amputera okkara
alfabet.
Vónandi kann eitt samt løg
ting greiða hesa ólukkuligu
fløkju. Tað er átrokandi.
Okkara
akademikarar
hava sjálvandi aðrar og størri
uppgávur í okkara samfelag
at arbeiða við enn at vera
politiskir rosinpilkarar.
Málspurningar
Kristin Poulsen
Tú hoyrir mangt og hvat
í fjølmiðlunum millum ár
og dag, sum fellur tær fyri
bróstið, men tað er ikki altíð,
at tú tímir at gera vart við
teg, men við hvørt kanst tú
ikki halda tær, og tí hetta
hjartasuffið.
Í dag er heilt vanligt at
hoyra fólk siga “stille og
roligt”, og tey sýnast at halda,
at hetta er føroyskt, men
hetta er jú reint danskt, sum
við so nógvum øðrum tílíkum
máliskum, t.d.” hen ad vejen”,
og tað enska “ so far” og “ you
name it “ - máliskur, sum eru
heilt óneyðugar, tí vit eiga
orðingar, sum siga júst tað
sama, og orðingar sum “pá
núverandi tíðspunkt” kunnu
vit eisini koyra á vestfallið, og
ikki at gloyma tað fjákuta “alt
annað líka”, sum er púrasta
óneyðugt.
Okkurt, sum eg fyrr havi
havt á orði, hevur gjørt
mun, tí nú eru ikki so nógv
frásøgufólk, sum siga aftara
og fremra stong í staðin fyri
at siga handara og næsta
stong.
At veðurlag og veður
ikki merkja tað sama, hava
kringsvarpsfólk vita leingi,
men nú eru vit aftur farin at
hoyra fólk í kringvarpinum
siga veðurlag í staðin fyri
veður
ella
veðurlíkindi,
veðurvánir.
Orðið dóttir verður ofta
ikki so væl viðfarið. Dóttir
eitur døtur í fleirtali og ikki
døtrar, sum summi vilja
vera við.Tað undrar meg, at
akademikarar sum prestar
og magistarar ikki duga at
benda eitt so vanligt orð.