hósdagur 21. november 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður
Løgting, flokkar,
persónar og umboðan
N
ýggja valskipanin fer at
hava við sær, at vit koma
helst at síggja fleiri floks
uppgerðir, einkultpersónar fara
at rýma, og flokksósemjur fara at
gerast meira sjónligar.
Fyri stuttum hendi nakað í før
oysku politisku skipanini, sum
ikki er hent seinastu 67 árini.
Ein av stóru flokkunum á tingi
koyrdi – ekskluderaði – ein av sín
um tingmonnum úr flokkinum.
Seinast hetta hendi var í 1946, tá
Javnaðarflokkurin koyrdi Jákup
í
Jákupsstovu
úr
flokkinum.
Tað, sum hendi tá, var, at fólka
atkvøða hevði verið um loysing
ella stjórnaruppskotið. Løgtingið
hevði samtykt, at fólkaatkvøðan
skuldi vera, og aftaná skuldi tingið
so avgreiða úrslitið av atkvøðuni.
Men her hendi tað, at tingmenn
og flokkar gjørdist ósamdir um at
fylgja úrslitinum. Javnaðarflokk
urin vildi ikki góðtaka úrslitið,
men tann eini tingmaðurin hjá
flokkinum, Jákup í Jákupsstovu,
var ósamdur í hesum og vildi
atkvøða fyri at fylgja atkvøðu
úrslitinum. Hendan støðutakan
hansara, at respektera eina lógliga
fólkaatkvøðu, gjørdi, at hann varð
ekskluderaður úr flokkinum.
Orsøkin til, at eg taki hetta fram,
er, at hesu ferð ein útblaking verður
framd, er tað júst í sama flokki, at
hendingin fer fram. Umstøðurnar
eru sjálvandi ikki tær somu, og
vóru helst álvarsamari í 1946, men
kortini má viðgangast, at við tí
politisku flokkskipan vit hava, og
hava havt í meira enn eina øld, so
er tað ein merkisverd hending, tá
ein flokkur “avmonterar” ein av
sínum fólkavaldu limum. Av góðum
grundum veit eg ikki um alt, sum
er gingið fyri seg innanhýsis í
Javnaðarflokkinum í samband við
viðurskiftini og støðutakanar hjá
Gerhardi Lognberg í teim ymisku
málunum, men Gerhard er ikki
ein, sum krógvar seg burtur. Hann
hoyrist rættiliga væl í almenna
rúminum, eisini tá hann skiftir
orð við sínar partamenn. Stórur
partur av orðaskiftinum er tí vorðið
almannakunnugt.
Tað er ikki ókent, at í øllum flokk
um kann vera innanhýsis ósemja.
Hon kann vera bæði um ymisk
politisk mál, men kann eisini vera
beinleiðis persónlig. Eg skal koma
aftur til aðrar flokkar, men lat
okkum fyrst taka Javnaðarflokk
in í núverandi støðu. Tað hevur
verið týðuligt, at bæði politisk og
persónlig ósemja hevur verið mill
um Gerhard Lognberg og flokks
formannin Aksel V. Johannesen.
Um slíkar ósemjur sleppa at festa
seg, tess verri verður møguleikin at
loysa tær, og tær gerast ein veruligur
trupulleiki, sum rakar alt flokks
arbeiði. Ein slíkur flokkur er í vanda
fyri at gerast óarbeiðsførur. Tað er
partvíst tað, sum hendi við Javnaðar
flokkinum. Støðutakanin til Eystur
oyatunnillin gjørdist ótrú-verdig, og
støðan gjørdist nærmast eitt flopp,
tá uppskotið um misálit á løgmann
varð framlagt og fall og opinberaði
spjaðingina í flokkinum.
Men hesin flokkur hevur eis
ini ein annan, og kanska upp aft
ur størri trupulleika. Sum ein
asti flokkur á tingi hevur hann
alment
proklamerað,
at
hann
undir ongum umstøðum vil fara
í eitt stjórnarsamstarv við ein
annan ávísan flokk. Vit vita, at
eitt meirilutastýri í Føroyum ikki
kann skipast uttan við í minsta lagi
tveimum, helst trimum, flokkum.
Tá so ein av størri flokkunum úti
lokar ein annan av størri flokk
unum, tá hevur fyrr nevndi flokk-
ur, og serliga formaðurin, ein mega
trupulleika. Tað er tekin um antin
vantandi samarbeiðsvilja ella sam
arbeiðsevni, ella kanska bæði. Og
so freistast ein at hugsa, um tað
eisini hevur verið galdandi í sam
band við viðgerðina av Sandoyar
tingmanninum.
Um vit hyggja at øðrum flokkum
á tingi, so kunnu nevnast fleiri
ósemjur innanflokks. Hesar kunnu
merkjast í orðaskiftum, síggjast
aftur í ymiskum atkvøðugreiðslum
og so framvegis. Tað er nátúrligt,
at meiningar brótast, men sum
oftast finst eisini ein loyalitetur
móti flokkinum, hvørs politiska
høvuðsgrundarlag
bygt
verður
á. Hinvegin eru fleiri dømi um,
at persónar sjálvir eru rýmdir úr
ávísum flokkum. Eitt tað kendasta
dømi var, tá Jóannes Patursson
fór úr Sjálvstýrisflokkinum síðst í
tríatiárunum. Onnur dømi kundu
veri, tá Kjartan Mohr fór úr Fólka
flokkinum og stovnaði sín egna
flokk. Eitt feskt dømi er eisini,
tá Poul Michelsen fór úr Fólka
flokkinum og stovnaði nýggjan
flokk. Í hesum báðum førunum
hevur tó helst mest verið talan om
perónliga ónøgd. Ein kann eisini
undra seg yvir onkur onnur dømi
um flokksskifti. Hví flutti Sjúrður
Skaale til dømis frá Tjóðveldi til
Javnaðarflokkin? Men tað er ikki
alt, sum kann forklárast.
Flokksbýti á tingi
Hóast frammanfyrinevndu dømi
um
eksklusiónir
og
rýmingar
úr flokkum, so má ásannast, at
í stóran mun hava fólkavaldu
politikkararnir verið flokkstrúgvir.
Politikkur snýr seg um at byggja
og viðlíkahalda eitt samfelag, tað
vil eisini siga eitt land, verið tað
seg lítið ella stórt. Tá fólkið savnar
seg í politiskar flokkar, er tað, tí
tey savnast um ymiskar hugsjónir.
Tað eru grundsjónarmiðini undir
teim ymisku hugsjónunum, sum
fær fólk at bólkast í politiskum
flokkum. Í Føroyum byrjaði flokks
býti við, at politikkarnir býttu seg
í tveir flokkar, alt eftir hugsjónini
um sjálvbjargni. Vert er at leggja
til merkis, at vit høvdu eitt ting
(parlament) áðrenn vit høvdu polit
iskar flokkar.
Sum tíðin gekk og samfelagið
mentist gjørdist hugsjónargrund
arlagið breiðari, og politisku flokk
arnir blivu fleiri, so vit í dag hava
um leið sjey í tali. Flokkarnir hava
allir hvør sína meira ella minni væl
útgreinaðar flokksskráir. Sjálvt um
vit ikki enn hava fullveldi, so hava
vit eina politiska skipan, sum líkist
teim londum, ið standa okkum
nærmast, nevniliga londunum í
Norður- og Vestureuropa. Tað vil
siga, at vit hava eitt parlament
(løgting) og eina stjórn (landsstýri).
Løgtingið er mannað av teim polit
isku flokkunum, sum eru valdir
eftir eini góðkendari demokratisk
ari valskipan. Havast má tó í huga,
at valið av tingfólki fer fram í
kapping millum flokkarnar og
eisini í rættiliga stóran mun mill
um persónarnar. Slík kapping er í
mongum førum sunn, men kann
eisini hava við sær ósemjur, sum
ikki altíð bøtast aftur.
Í Føroyum hava vit havt eitt ting
í fleiri øldir – ja, longur enn flest
onnur lond. Men sum áður nevnt
hava vit bert havt flokkar í stívliga
eina øld. Upprunaliga og líka til
fyri 6 árum síðani sendu ymisku
partarnir av landinum síni umboð á
ting. Landið var býtt upp í valdømi,
sum hvørt sær – nøkulunda í mun
til fólkatalið – vóru tryggjað um
boðan á tingi. Sum frá leið og vit
fingu flokkar og fólkatalið øktist
meira í summum valdømum, fingu
vit tey sokallaðu eyka umboðini
ella
útjavningarmandatir.
Men
prinsippið var, at øll øki í landinum
skuldu hava umboðan, samstundis
sum flokksumboðanin var so mate
matisk røtt sum gjørligt.
Stórt sæð var hendan skipanin
góð. Um onkrir skeivleikar vóru,
kundu justeringar gerast. Hetta
samsvaraði eisini við skipanirnar
í okkara grannalondum, har økis
umboðanin og flokksumboðanin
fylgdust. Hendan skipanin hevði
eisini við sær, at flokkarnir fingu ein
organisatoriskan
leiðslustruktur
við sjálvstøðugum floksfeløgum
í valdømunum, sum síðani vórðu
skipað í einum landsfelag. Hesi val
dømisfeløg skipaðu fyri uppstilling
til løgtingsval.
Men so hendi tað, at nakrir ting
menn helst ikki kendu seg nóg
tryggar í sínum egna valdømi, og
tí vildu hava skipanina broytta,
so teir høvdu størri møguleika at
verða afturvaldir. Táverandi løg
tingsformaður var ein av forsprák
arunum fyri at fáa broytt valskip
anina til, at Føroyar gjørdust eitt
valdømi, Hann legði uppskot fram
um hetta, og fekk tað samtykt í
tinginum stutt fyri valið í 2007.
Hetta hevði við sær, at uppstill
ingarnar vórðu miðsavnaðar og
eingin tinglimur kom at umboða
nakað valdømi, tí tey vóru avtikin.
Enn er so mikið stutt fráliðið, og tí
er munurin ikki so sjónskur. Men
rættiliga greitt er, at sum tíðin
gongur hvørvur annað høvuðs
atlitið við tinghumboðanini, nevni
liga trygdin fyri breiðari landsum
fatandi
umboðan.
Samstundis
fara valdømisfeløgini at hvørva
og flokksorganisatiónirnar ger
ast veikari. Helst verður eisini
torførari at stýra flokkunum, og
lættari verður at bróta út og fremja
persónligar uppstillingar.
Edmund Joensen verjir í eini
tíðargrein nýggju skipanina og
heldur, at hon skal bert umsitast
skilagott. Sjálvandi er nakað um
tað, at ein skilagóð umsiting altíð
er til bata fyri eini hvørji skipan,
men mín meting er, at tá eini tvey
valskeið afturat eru farin aftur um
bak, er tað ikki bara landsumfatandi
umboðanin, sum er farin fyri skeyt
ið, men eisini floksskipanirnar
verða útvatnaðar. Vit koma helst
at síggja fleiri floksuppgerðir,
einkultpersónar fara at rýma, og
flokksósemjur fara at gerast meira
sjónligar. Tá eitt valskeið afturat er
farið verður helst ov seint at venda
aftur til tað, sum upprunaliga var
ætlanin við einum parlamenti.
Í Føroyum hava vit havt eitt ting í fleiri øldir – ja, longur
enn flest onnur lond. Men sum áður nevnt hava vit bert
havt flokkar í stívliga eina øld. Upprunaliga og líka til
fyri 6 árum síðani sendu ymisku partarnir av landinum
síni umboð á ting. Landið var býtt upp í valdømi, sum
hvørt sær – nøkulunda í mun til fólkatalið – vóru
tryggjað umboðan á tingi