hósdagur 21. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fara kommunurnar
at lata seg lumpa?
Eldraøkið skal skipast væl og í
tryggar karmar sum skjótast. Í alt
ov nógv ár, hevur hetta stóra og
týðandi øki verið ein kastibløka
millum land og kommunur, og
hevur ógreiða ábyrgdarbýtið fingið
skyldina fyri, at økið ikki er ment
nøktandi og rætt seinastu mongu
árini. Veruleikin er, at landið hevur
havt høvuðsábyrgdina av økinum,
og heldur enn at átaka sær fullu
ábyrgdina, rennur landið undan
ábyrgd, og ongantíð skjótari enn
júst í hesum døgum.
Fleiri eldri og færri ung
Samstundis stendur fyri framman
ein søguliga stór broyting í fólka
samansetingini. Meðan vit í dag
eru 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri
hvønn pensjónist, verða bert 3
longu í 2020, og færri enn 2 á ar
beiðsmarknaðinum fyri hvønn pen
sjónist í 2040.
Hetta ger tað meira týðandi nú
enn nakrantíð, at fáa eldraøkið
skipað rætt sum skjótast. Hetta er
eisini alneyðugt fyri at tryggja øllum
eldri góðar tænastur í framtíðini, og
at tryggja fíggjarliga haldførið hjá
føroyska samfelagnum.
Eldraøkið krevur munandi upp
raðfesting - men samgongan vil
spara
Landsstýrið veit, at eldraøkið
fer at krevja eina røð av ábøtum
komandi árini. Tað er als ikki nóg
mikið, at fleiri ellis- og røktarheim
eru bygd. Langt frá. Tí rakstrar
játtanin til eldraøkið er als ikki
hækkað
samsvarandi
tørvin
um. Neyðugar lønar- og prístals
framskrivingar eru ikki gjørdar
á játtanum í fleiri ár, og ein røð
av sparingum eru framdar. Tí
mangla eitt nú fleiri náttarvaktir á
røktarheimum, reingerð heima hjá
eldri, heimarøktin manglar í stóran
mun játtan, enn mangla nógv røkt
arheimspláss o.s.fr. Seinasta árið
eru enntá tvær akuttar eykajáttanir
latnar Løgtinginum, bara fyri at
tryggja, at mest grundleggjandi
partar av tænastuni ikki fóru fyri
skeyti.
Hóast hetta, so verða neyðug
stig ikki tikin til, at endurreisa
tænastustøðið fyri breiðu fjøldina.
Sparast skal, og hóast sagt verður,
at fólk skulu búgva sum longst í
egnum heimi, so verður eitt nú onki
gjørt fyri at uppraðfesta heima
tænastuna.
Eldraútreiðslur fara úr 1,2
mia. upp í 2,4 mia. kr.
Samstundis er greitt, at framrokn
ingar vísa, at eldraútreiðslurnar
fara at økjast munandi komandi
árini. Orsøkirnar eru nógvar, og
er ein grundleggjandi orsøk tann
broytta fólkasamansetingin við
lutfalsliga fleiri eldri. Tað at vit
liva alsamt longur er í sær sjálvum
sera gleðiligt, men neyðugt er, at
samfelagið fyrireikar seg til hetta,
og tryggja sær, at inntøkurnar land
sins fara at vaksa samstundis og
samsvarandi sum talið av eldri og
útreiðslurnar til eldraøkið økjast.
Ein gøla at forskatta
pensjónir
Í londum vit samanbera okkum við
fegnast tey um, at framrokningar
vísa, at inntøkur frá pensjónsskatti
fara at økjast munandi, so hvørt
sum fleiri gerast pensjónistar og
fáa útgoldið sína pensjón, ið síð
an verður skattað við útgjaldi.
Framrokningar í Danmark vísa,
at har fara penjónistarnir um 40
ár, at rinda um 30 mia. kr. meira
í
inntøkuskatti
(pensjónsskatti
við útgjald) og avgjøldum. Í sama
tíðarskeiði fara útreiðslurnar til
eldratænastur at økjast við um 33
mia. kr.
Sostatt fara vaksandi inntøk
urnar – serliga vegna vaksandi
pensjónsskattainntøkur – at verða
nóg mikið til at fíggja vaksandi
útreiðslurnar til eldratænastur.
Hetta leggur eitt trygdarnet undir
framtíðar vælferðarsamfelagið. Ein
trygdarnet, sum samgongan hevur
valt at taka burtur í Føroyum.
Stuttskygdur politikkur og
minni fíggjarligt haldføri
Tí í Føroyum hevur samgongan
valt at gera beint øvugt. Valt at
undirgrava framtíðar pensjóns
skattainntøkur. Føroyingar rinda
nú pensjónsskatt við inngjald, og
sagt verður at vit øll skulu rinda
0% í skatti, tá pensjónin verður
rindað út, tá vit gerast pensjón
istar. Samstundis verður allur
pensjónsskatturin
ikki
spardur
upp til seinni tíðir, men brúktur
til skattalættar til tann partin
av føroyingum, ið hevur hægru
inntøkurnar. Hetta er ein ómetaliga
stuttskygdur politikkur.
Tí hetta merkir, at meðan vit
fara frá 4 á arbeiðsmarknaðinum
fyri hvønn pensjónist, til 3 og síðan
til færri enn 2 longu um fá ár, so
skal allur hesin vaksandi samfe
lagsbólkur samstundis rinda 0% í
skatti. Í sama tíðarskeiði væntast
útreiðslurnar til eldratænastur
(íroknað heilsutænstur v.m.) í Før
oyum, at vaksa úr um 1,2 mia. kr.
upp í 2,4 mia. kr..
Broyta forskatting til
pensjónsskatt við útgjald
Hetta hongur ikki saman. Her verða
ov fá at rinda fyri ov nógv. Tað er
ikki uttan orsøk at flest øll lond vit
samanbera okkum við, ikki hava
valt hesa loysnina. Og tað er ikki
uttan orsøk, at Búskaparráðið hevur
víst á, í seinastu frágreiðing síni, at
forskattingin av pensjónum er tað
øvugta av, at tryggja fíggjarligt
haldføri í føroyska búskapinum.
Tí eigur forskattingin sum skjót
ast at verða broytt til pensjónsskatt
við útgjald.
Pensjónsskattur vorðin
hægri enn A-skattur
Samstundis skal penjónsskatturin
sjálvandi ásetast eftir einum pro
gressivum skattastiga, og ikki
sum í dag, har samgongan hevur
broytt pensjónsskattin til ein 100%
flatskatt á 40% frá fyrstu krónu.
Harvið hevur samgongan gjørt,
at penjónsskatturin er væl hægri
enn A-skatturin fyri nógv. Serliga
fyri tey við lægri lønum og lægri
pensjónum.
Tá egin uppspard pensjón hartil
verður mótroknað í fólkapensjónini
- og samgongan ætlar eftir øllum at
døma at økja um hesa mótrokning
- verður veruligi og samlaði pen
sjónsskatturin av egnari pensjóns
sparing munandi hægri enn skatt
urin á A-inntøku. Hetta gevur onga
meining.
Tí hevur eisini verið eyka
átroðkandi hjá hesi samgonguni at
áseta lógarkravt pensjónsinngjald.
Tí tá fólk gerast varug við, at tær
broytingar, ið samgongan hev
ur framt gera, at tað loysir seg
munandi betur at fáa alt útgoldið
sum løn, enn at spara upp til pen
sjónsárini, høvdu fólk og feløg í
nógv størri mun valt pensjón frá
og løn til.
Landsstýrið blakar
ábyrgdina á kommunurnar
Landsstýrið
hevur
samstundis
runnið undan ábyrgd, við onki at
gera fyri at nýskipa eldraøkið. Sjálvt
nú Almannaverkið er umskipað fyri
at betra tænastuna, so er eldraøkið
hildið uttanfyri hesa umskipan.
Grundgevingin
sigst
vera,
at
kommunurnar skulu yvirtaka økið,
so hví broyta nakað? So heldur
enn at skipa eldraøkið so optimalt
sum møguligt, fyri at fáa so góðar
tænastur sum møguligt til okkara
eldru kring allar Føroyar, so verður
sagt, at hetta kunnu kommunurnar
finna út av.
Landsstýrið kennir til ovurstóru
fíggjarligu
avbjóðingarnar
fyri
framman.
Landsstýrið kennir til trupul
leikan við manglandi framtíðar
pensjónsskatti.
Landsstýrið kennir til munandi
tørv á uppraðfesting og øktum
útreiðslum á eldraøkinum.
Men heldur enn at átaka sær
ábyrgdina, verður henda blakað á
kommunurnar.
Fíggjarligt klútateppi
við nógvum holum
Afturfyri at átaka sær ta ovurstóru
ábyrgd og avbjóðing, sum eldraøkið
er og verður, bjóðar landsstýrið
kommununum eitt fíggjarligt klúta
teppi av inntøkum, ið ikki koma at
økjast so hvørt kommurnar fáa
fleiri útreiðslur á eldraøkinum,
og sum samanlagt als ikki verða
nóg mikið til at fíggja tær 400-500
mió. kr., ið minst verða neyðugar
fyri at endurreisa alt eldraøkið
nú og framyvir. Fíggjarmálaráðið
hevur sett saman hetta til komm
unurnar:
1. Kommunurnar skulu fáa aftur
bering fyri mistar inntøkur, tí
borgarar starvast undir ser
støkum skipanum – t.d. DIS
v.m. – ikki geva kommununum
neyðugan inntøkuskatt.
Hetta hevur tó onki við komandi
eldraútreiðslur at gera. Hesar
inntøkur fara ikki at hækka,
so hvørt kommunur frá fleiri
pensjónistar. Tvørturímóti.
2. Kommunurnar skulu ”fáa” for
skatting av pensjónum. Áð
renn 1. januar 2012 áttu kom
munurnar 40-50% av øllum
pensjónsskatti, ið varð rindaður
tá pensjónin varð útgoldin.
Við forskattingini broytti sam
gongan hetta soleiðis, at landið
tók
allan
pensjónsskattin
100%. Í 2013 væntast 240 mió.
kr. í forskattaðum pensjónum.
Kommunurnar eiga av røttum
96-120 mió. kr. av hesum (40-
50%). Nú sigur landsstýrið, at
um kommunurnar átaka sær
útreiðslurnar av eldraøkinum
(400-500 mió. kr.), so skulu
kommunurnar fáa hesa inn
tøku, ið samgongan tók frá
kommununum pr. 1. januar 2012,
aftur og restina av forskattaðu
pensjónunum. Ljóðar heilt kom
iskt.
Her mugu kommunurnar í
minsta lagi tryggja sær, at tær
96-120 mió. kr. sum landið hevur
tikið,
verður
latið
teimum
tíðargrein
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
– Tað er at vóna, at kommunurnar ikki lata seg lumpa, at átaka sær eina stóra og vaksandi
uppgávu og útreiðslu. Hetta enntá uttan at fáa nýggjar inntøkur, ið samsvara við veruliga tørvin
á eldraøkinum nú og framyvir, skrivar Kristina Háfoss. Myndin er tikin 12. november, tá Jørgen
Niclasen og Annika Olsen løgdu uppskot fram um at leggja eldraøkið út til kommunurnar
Mynd: Álvur Haraldsen
Framhald á síðu 17