hósdagur 21. november 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
aftur undir øllum umstøðum,
og undir ongum umstøðum
telja við sum ”nýggj fígging” til
kommunurnar.
Trupulleikin við forskattaðu
pensjónunum er hartil – sum
nevnt – at inntøkurnar ikki
koma at hækka, samsvarandi
økta talinum av pensjónistum.
So sum tær høvdu gjørt, um
pensjónistar
rindaðu
pen
sjónsskatt við útgjaldi. Tó skal
nevnast, at av tí, at samgongan
nú fer at krevja at flest øll skulu
rinda til egna pensjón, so vil
forskattingin økjast í avmarkað
tíðarskeið, meðan lógarkravda
pensjónsuppsparingin fer úr 1%
upp í 15%. Hetta gevur tó bert
meiri í pensjónsskattainntøku
fyri teir føroyingar, ið ikki hava
pensjónsuppsparing í dag. Men tá
tvungna pensjónsuppsparingin
fyri hesar persónar samstundis
verður tikin av A-inntøkuni, vil
inntøkuskatturin gerast sam
svarandi minni í sama tíðar
skeiði.
Yvir tíð fara talið av pensjónistum
og eldraútreiðslurnar sostatt
at økjast, uttan at inntøkurnar
økjast samsvarandi. Tí verð
ur úrslitið ivaleyst, at neyð-ugt
verður við stórum brúkara
gjøldum ella nýggjum skattum,
um eldratænastan skal kunna
veitast og rindast í framtíðini.
Um kommunurnar velja at
yvirtaka eldraøkið, yvirtaka tær
harvið eisini hesa óbehagiligu
avleiðing av forskattingini av
pensjónum.
3. Hartil
skulu
kommunurnar
fáa MVG fyri rest. Tykist um
landsstýrið ikki rættiliga veit,
hvat tey skulu finna uppá. Taka
so bara ”blandað bomm/MVG”
fyri rest.
Hetta hevur onki við talinum av
eldri at gera, og kann bert geva
ógreiðari inntøkubýti millum
land og kommunur, og gera okk
ara skatta- og avgjaldsskipan
enn meira ógjøgnumskygda og
fløkta. Beint tað øvugta av tí, ið
vit ynskja.
Landsstýrið vil stavnsbinda
forskattingina
Her tykjast at vera í minsta lagi trý
endamál hjá landsstýrinum við at
bjóða kommunum hesa fígging:
1. At binda forskattingina av pen
sjónum fastari, so komandi sam
gonga ikki líka lætt kann broyta
hetta aftur.
2. At lata kommunurnar um, at
taka stór brúkaragjøld og/ella
nýggjar skattir, tá inntøkurnar
frá pensjónsskatti ikki fara at
økjast samsvarandi hækkandi
eldraútreiðslum.
3. At landið letur minni fígging
enn veruligi útreiðslutørvurin
fer at vera á eldraøkinum fram
yvir. Trýstið verður tí á komm
unuskattin, ið er ein flatskatt
askipan (í enn størri mun enn
landsskatturin), heldur enn á
landsskattin.
Hvør loysn tryggjar best
tænastu - nú og framyvir ?
Av tí, at landið als ikki hevur megnað
at røkt og ment eldraøkið nøktandi
í áravís, hava politikarar í áratíggir
tosað um, at so er nokk best at
kommunurnar
yvirtaka
hetta.
Víst verður til barnaansingarøkið,
har tað gekk munandi betur, tá
kommunurnar yvirtóku, m.a. tí, at
útreiðslurnar samstundis hækkaðu
heilt munandi. Sum skilst hendið
helst ein trífalding av útreiðslunum.
Hetta ber ikki til á eldraøkinum, ið
er eitt munandi størri øki, og eitt
øki, ið krevur 24 tímar um døgnið
tænastu. Tí tá gerst skattabyrðan
alt ov tung.
Vit mugu og skulu velja eina
loysn, ið gevur eina so góða tænastu
til borgaran sum møguligt. Sum
minst skal fara til umsiting og
sum mest til tænastu. Samstundis
hava vit útbygt samferðslukervið
soleiðis, at koyrast kann til 85%
av føroyingum innanfyri góðan
tíma. Hetta ger tað enn meira
meiningsleyst at leggja týðandi
eldraøkið út, og at skipa fleiri
umsitingar, at taka sær av somu
uppgávu kring landið. Eisini er
tá skjótt, at munurin millum
tænasturnar í kommununum gerst
stórur. Hartil verður neyðugt við
umfatandi útjavningarskipanum,
ið aftur gera okkara samfelag
óneyðuga tungt umsitingarliga, og
kann hetta hartil skapa heilt aðrar
og nýggjar trupulleikar.
Óvirðilig fjald kommunu
samanlegging
Tað er heldur ikki uttan orsøk, at
landsstýrið nú er farið at krevja,
at kommurnar verða tvungnar
inn í ”samstarvsøki”, tá eldraøkið
verður lagt út. Hetta er heilt greitt
ein fjald kommunusamanlegging.
Hetta tykist ikki serliga virðiligt,
ikki minst sæð í ljósinum av, at
núverandi samgonga hevur havt
eina fólkaatkvøðu um kommunu
samanlegging, ið tíverri var sera illa
fyrireikað og ógreið, og valluttøkan
tí eisini sera lág. Men úrslitið varð
sera greitt. Fólkið kring landið segði
nei til kommunusamanlegging.
Hóast hetta, so vil samgongan
nú fremja eina fjalda kommunu
samanlegging.
Hvørjar uppgávur skulu
land og kommunur
røkja í framtíðini ?
Áðrenn avgerð verður tikin um,
hvørt stóra eldraøkið skal vera
ábyrgd hjá landi ella kommunum,
so má og skal politiska skipan
in sjálvandi kunna svara grund
leggjandi spurningum, so sum:
- Hvørjar tænastur skal landið
røkja í framtíðini, og hvørjar
tænastur skulu kommunurnar
taka sær av í framtíðini ?
-
Hvussu tryggjast sama tænastu
støðið best til eldri kring landið,
við minst møguligari umsiting,
ikki minst nú samferðslukervið
er væl útbygt í stórum pørtum
av landinum ?
- Fara kommunurnar ikki at gerast
”strongdar” bæði fíggjarliga og
umsitingarliga av at yvirtaka
eldraøkið, og hvussu fer hetta at
ávirka tey øki, ið kommunurnar
í dag umsita ?
- Er eldraøkið, sum í stóran mun
eisini hongur saman við heilsu
økinum, ikki júst dømi um eina
uppgávu, ið eigur at vera lands
uppgáva og landsins ábyrgd í
framtíðini - ikki minst sæð í ljós
inum av stóru broytingunum
í
fólkasamansetingini
fyri
framman ?
Hetta eru allir spurningar, ið hava
verið viðgjørdir í alt ov lítlan mun,
tí nógvir landspolitikarar hava havt
sera trupult við, at endurskoða tað
hugsan, ið hevur verið ráðandi í so
nógv áratíggir … ”landið megnar
tað ikki, legg ábyrgdina á komm
unurnar.” Hetta er vorðin ein myta,
ið politikarar sjálvir hava gjørt til
veruleika, tí landið hevur enn ikki
gjørt eina veruliga roynd at átaka
sær alla ábyrgdina av økinum. Held
ur verður runnið undan ábyrgdini.
Loysn fyri eldraøkið og
fíggjarligum haldføri
Heilt yvirskipað vilja hesi trý átøk
– um rætt verður borið at – í stóran
mun kunna tryggja eldraøkið og
fíggjarliga haldførið í framtíðini:
1. Landið tekur fulla ábyrgd av øll
um eldraøkinum og skipar hetta
so væl sum møguligt við atliti
til, at veita øllum okkara eldri
eina góða og væl samskipaða
tænastu kring landið. Sum mest
skal fara til tænastur og sum
minst til umsiting.
Har kommunur hava gjørt íløg
ur, má landið keypa ella leiga
ognirnar.
2. Umleggja forskatting av pen
sjón til skatting av pensjón
við útgjald. Hetta vil tryggja,
at inntøkur landsins frá pen
sjónsskatti fara at økjast, so
hvørt útreiðslurnar til eldraøkið
fara at økjast. Harvið vera
inntøkur tøkar hjá landinum
so hvørt tørvur verður á hesum
m.a. til eldratænastur. Hetta vil
samstundis tryggja, at fíggj
arliga haldførið hjá føroyska
vælferðarsamfelagnum í væl
størri mun verður tryggjað kom
andi mongu árini.
3. Pensjónsnýskipan, ið er grundað
á 2 súlur:
a. Eina samhaldsfasta fólka
pensjónsskipan, ið byggir víðari
á núverandi Samhaldsfasta, og
tryggjar øllum eina góða pen
sjón á ellisárum.
b. Eina egna uppsparing, ið verð
ur ásett í mun til, støddina á
samhaldsføstu fólkapensjónini.
Hetta vil tryggja, at pensjónin
hjá føroyingum verður í støð
ugum og fíggjarliga haldbærum
kørmum nú og framyvir.
Landið skal taka ábyrgd –
ikki renna undan ábyrgd
Eftir er at vóna, at kommunurnar
ikki lata seg lumpa, at átaka sær
eina stóra og vaksandi uppgávu og
útreiðslu. Hetta enntá uttan at fáa
nýggjar inntøkur, ið samsvara við
veruliga tørvin á eldraøkinum nú
og framyvir.
Tá heldur seta stórt spurnartekin
við, hví landsstýrið ger alt fyri at
renna undan ábyrgdini av eldra
økinum, og tá heldur standa saman
um at krevja, at eldraøkið verður
skipað á ein hátt, ið tryggjar øllum
føroyingum sum mest og best
tænastu, sum minst umsiting, og
so javnbjóðis eldratænastur sum
møguligt kring landið.
Hetta krevur bert, at landið
átekur sær ábyrgd – og gevst við at
renna undan ábyrgd.
... fara kommunurnar at lata seg lumpa?
Svimjihylur og Musikkskúli
Jógvan Arge
býráðslimur fyri
Tjóðveldi
Fegnist saman við Havnar
Svimjifelag um, at býráðið
vil byggja 50 metra hyl í
Gundadali.
Málið
hevur
sloppið at ligið alt ov leingi,
síðani bygginevnd var sett,
tí ósemja hevur verið um
háttalagið, og tann setti
formaðurin legði frá sær.
Havnar Svimjifelag sigur,
at nú er meiriluti í býráðnum
fyri at fremja málið. Tað er
ikki nakað nýtt. Tað var tað
longu, tá bygginevndin varð
sett fyri einum góðum ári
síðani. Hesa seinastu tíðina
hevur spurningurin verið,
hvar í raðfylgjuni svimjihyl
urin skuldi koma.
Raðfestingin av íløgunum
komandi árini er ikki reiðiliga
liðug, men í upplegginum,
sum hevur ligið á borðinum,
var svimjihylurin endaður
uttarlaga í valskeiðnum, tí so
nógv annað er á skránni. Sum
tað ljóðar er hetta broytt, nú
ið Havnar Svimjifelag fylti
75. Tað var fyri neyðini.
Sjáldan er kortini bara ein
knútur í eini íløgutilgongd.
Vit býráðslimir fingu nú
ein dagin bræv frá Musikk
skúlanevndini, sum óttast
gongdina í málinum um at
byggja Musikkskúla í Sortu
díki.
“Tilgongdin til nýggjan
musikkskúla í høvuðsstað
num hevur verið drúgv, og
tí er umráðandi nú at halda
fast við hetta dygdargóða
uppskot, sum avgjørt verður
til gagns fyri høvuðsstaðin
og teir borgarar, sum her
búgva”, skrivaði nevndin.
Projekteringin hevur ver
ið í gongd eina tíð, men er
steðgað nakrar dagar vegna
ógreiðu um kostnað. Síðani
er komin steinur oman á
byrðu. Samband er íkomið
millum mentamálaráðið og
býráðsumsitingina um at
kanna møguleikarnar fyri
at hesir báðir partar hugsa
Tjóðpall og Musikkskúla í
eina loysn á øðrum øki hjá
kommununi.
Okkum í breiða samstarv
inum á Vaglinum er upplýst,
at tað skal verða greitt í
seinasta lagi týsdagin í næstu
viku, um ein slík ætlan verð
ur egg ella ungi.
Sigi fyri meg, at eg trúgvi
ikki
eitt
fimmoyra
upp
á húsaloysnir saman við
landsstýrinum. Betri dømi
enn tann neyðlíðandi Venj
ingarskúlin finst ikki í so
máta. Har eru skúlabørnini
teir stóru tapararnir, tí tað
hevur ikki borið til at fingið
eitt líkinda samarbeiði mill
um ánararnar báðar um at
halda og dagføra skúlan til
frama fyri tey, sum húsast
har.
Verður eitt mix nú gjørt
burtur
úr
Tjóðpalli
og
Musikkskúla, sum hoyra til
hvør sín myndugleika, er
greitt, at útlitini fyri nýggj
um
arbeiðsumstøðum
til
Musikkskúlan og hansara
næmingar verða skotin langt
fram í tíðina. So míni ráð eru
av fleiri grundum at halda
fast við tær ætlanir, sum eru
lagdar um tann kommunala
Musikkskúlan, og sum allir
flokkar í býráðnum hava
lovað høgt og heilagt til øll
val í hesi øldini.
---