hósdagur 21. november 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hendur ið sleptu
Óli Jacobsen
Heilt nógvar ættir í Havn eru um
røddar í hesi røð. Men tað er bara
ein Weihe, sum hevur ein gravstein.
Hetta er Jens Petur Egholm Ferdi
nand Weihe, sum bara gjørdist 21
ára gamal. Hann var ógiftur og
helst eru tað foreldrini, sum hava
reist honum henda steinin, so hann
ikki skuldi gloymast.
So ungur hann var, so er tað
ikki nógv, sum kann sigast um Jens
Petur sjálvan, men hann eigur so
eina ætt, sum er væl kend í Havn.
Tað er eisini skrivað um ættina.
Djóni Andreasen hevði í Varðanum,
bind 64, 1997, eina longri frásøgn um
hesa Weihe ættina, sum uppruna
liga kallaðist Weis.
Henda greinin kemur tískil ser
stakliga at snúgva seg um ættina
hjá Jens Petur, vanliga varð nevnd
ur Petur.
Omman og abbin vóru Johanna
Nicodemussen (1844-1918) úr Norðra
dali og Jacob Christian Weihe (1848-
1906). Tey giftust í Havnar kirkju í
1872. Hann hevur búð úti í Bø í
Kirkjubø og seinni í Dandastovu.
Pápin var Andreas Marius Weihe
(1874-1919). Hann fór til Danmarkar
at fáa sær heilsubót, doyði har og
varð jarðaður í Keypmannahavn.
Tey búðu “úti í Bø”´í Havn. Hetta
er í dag Bøgøta.
Mamman var Ellen Christine
Egholm (1870-1955). Tey giftust í
Havn 22.11 1898. Hon var systir
Johan Hendrik Egholm, sum giftist
við Onnu Sofiu Petersen úr Funn
ingi. Tey búsettust í Havn, her tey
eiga stóra ætt.
Jens Petur fekk hesi systkin:
1. Johanne, fødd í 1899, doyði
ikki tvey ára gomul í 1901.
2. Johannes Frits (1902-1981).
Hann var eftir øllum at døma
uppkallaður eftir deyðu systrini.
Tá ið Johannes doyði skrivaði
Jona Henriksen millum annað í
Sosialinum, har hon eisini lýsti
barnaheimið hjá Jens Peturi:
Pápin var arbeiðsmaður, so um
støðurnar vóru ikki til, at sonurin
kundi fara í realskúla og síðan lesa
víðari, hóast evnini vóru framúr
skarandi, sat alla tíðina nr. 1 og fekk
virðislønir.
Prógvið fyri, hvussu høgt dugna
skapur hansara var mettur, var, at
hann beint frá barnaskúlanum fekk
pláss á fútaskrivstovuni.
Gott tvey ár seinni vitjaði sorgin
barnaheimið, pápin doyði av sjúku,
og mamman fekk – eins og aðrar
einkjur tá – eitt stríggið lív við at
forsyrgja sær og børnunum, tey
vóru trý yngri enn Hannis.
Í 1927 gjørdist Johs. Weihe sýslu
maður í Vágunum, og árið eftir gift
ist hann við Camillu, dóttir Carl
Vilhelm Fossaa, bakarameistara og
Onnu f. Bærentsen.
Seks ár starvaðist hann har
vesturi, so gekk leiðin aftur til
heimstaðin og nýggja arbeiðspláss
hansara var á skrivstovuni hjá
Thorshavns Mælkeforsyning og
Margarinefabrik, har hann nøkur ár
seinni, í 1947, gerst hann varastjóri. Í
1953, aftaná deyða Carl Jensens, bleiv
hann stjóri, og hann sat í sessinum í
20 ár, tá hann fór frá fyri aldur.
Johs Weihe var ógvuliga avhildin
og væl umtóktur av øllum, og var
hann Meiarínum ein avbera góður
stjóri við serligum hegni fyri tí
fíggjarliga.
Johs. Weihe var eisini í mong ár
belgiskur konsul, og tá hann legði
hetta starv frá sær, fekk hann ein
ordan frá belgisku stjórnini, krón
ordanin.
Hann var eisini í mong ár nevnd
arlimur í Havnar Sjúkrakassa.
Tíðliga gjørdist Johs. Weihe
javnaðarmaður. Hann var ein still
førur maður, men kortini hevði
hann nógv at týða innanflokka. Til
hansara var ofta leitað, tá áleikaði
og stórmál ella tvørleikar skuldu
loysast og var hann góður í ráðum.
Eisini hevði Johs í mong ár rokn
skapin fyri Sosialin.
Sjáldan hava vit sæð eini hjún
verið so nógv fyri hvørt annað og
tykkum børnum gav hann umframt
allan kærleika, eisini høvi til ta út
búgving, tit ynsktu, og sum hann
ongantíð hevði møguleika at fáa.
Tey áttu børnini Onnu, sum
giftist niðri, umframt Elin, Marjun
og Carl Vilhelm, sum búðu í Havn.
Carl Vilhelm, sum var ein kendur
grannskoðari doyði longu í 1995,
einans 58 ára gamal.
3. Birthe Helena (1904-2000)
Tá hon var liðug at ganga í barn
askúla fór hon til Danmarkar at læra
at seyma. Eftir lokna útbúgving
seymaði hon í nógv ár fyri fyritøkur
og handlar í Danmark. Tey seinnu
árini var tað mest privat.
Lena giftist við Johannis Olsen
av Norðtoftum. Tey áttu sonin Poul.
Lena er jarðað í Keypmannahavn.
4. Christina, Kittan (1906-1995)
Eftir loknan barnaskúla fór hon
at arbeiða sum skrivstovukvinna í
málingahandlinum hjá Poul í Geil.
Har var hon til 1928, tá hon fór at
arbeiða í tí nýstovnaða Havnar
Timburhandil. Tá timburhandilin í
1970-unum flutti niðan á Háls gavst
Kittan og gjørdist heimagangandi.
Kittan var eitt av teimum 49
ungfólkum sum í 1928 mótmæltu,
at føroyskt ikki var lært í realskúl
anum. Hetta gav úrslit longu sama
ár.
Kittan var ógift og átti dóttrina
Petru Mariu, uppkallað eftir Jens
Petur.
Onnur systkin hjá pápanum
Andreas Marius vóru:
Nicolina, doyði 3 dagar gomul í
1872
Isabella Cathrina (1877-1962)
Hon giftist í 1908 í Havnar kirkju
við Poul Ferdinand Niclassen f.1876
úr Sørvági.
Tey fingu Poul Karter (1910-
1988)
Nicolina Sofía (1880-1936)
Djóni 1883-1950
Djóni giftist í 1908 í Havnar kirkju
við Elisabeth Christinu Højgaard
(1884-1977).
Tey fingu børnini:
1.Johanna Kristina (1908-19 93).
2.Elsebeth Susanne (1910-2002)
Í 1958 giftist hon við Palla
Thomsen, skraddara í Syðrugøtu,
og tey búsettust har.
3. Johan Christian (1912-1991).
Ógiftur
4. Anna Maria (1918-1995). Ógift.
5. Johan (1918-1992). Ógiftur.
Kendur sum prestur. Var í 1925
hjá
mammubeiggjanum,
kenda
skiparanum Símun í Rituvík
6. Andreas Marius (1921-1983).
Giftur við Honnu Jacobsen í
Leynum.
7. Atlanta Cathrina (1923-2012),
ógift, kend sjúkrasystir.
Asta í Kioskini á Vaglinum í
Havn vaks upp hjá Djóna. Hann
var vinmaður Jacob Danielsen, kall
aður G. Tá ið mamma Astu doyði,
tá ið Asta var heilt lítil, kom hon til
Djóna at búgva og vaks upp sum
ein partur av familjuni.
Emil (1888-1967). Giftist við Mar
en Margretha Ellendersen f. 1888 í
Hvalba. Tey vóru barnleys.
Komandi partur
Nú eru bert fáir gravsteinar
eftir at lýsa á Svínaryggi. Tí
eru bara 2 ella tríggir partar
eftir í hesi røð. Komandi partur
kemur til jóla.
Jens Peter Weihe: Aftur eitt ung
fólk, sum doyr av tuberklum
Kirkjugarðurin á Svínaryggi er fullur av søgum um blaðung fólk, sum fóru undir
grønu torvu í besta blóma. Eitt av hesum var 21ára gamli Jens Petur.
Jens Peter Weihe
JENS PETER WEIHE
F. 29. JANUAR 1909
D. 31. JULI 1930
Foreldrini hjá Jens Peter, Elin Kristina og Marius Weihe
Beiggi Jens Peter, Johannes, og kona hansara Camilla
Ískoyti til seinasta part
Jóhan og Elina Simonsen í
Norðradali fingu 10 børn. Av
teimum búgva Hanus og Rúni
í Norðradali.