Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup av Skarði Fyri mær er tað púra greitt, at fleiri starvsfólk á MMR skulu varða av fólkaskúlaøkinum, um fyrstu fortreytirnar skulu verða fyri mennandi før­oyskan fólkaskúla. Fólkaskúlin fevnir um áleið 700 lærarar og 7.000 næm­ingar. T.v.s., at talan eru um áleið 1/6 av øllum fólkum í Før­oyum. Taka vit foreldrini og onnur avvarandi við, verð­ ur talið munandi hægri. Vón mín er, at Menta­ mála­ráðið verður mannað við fleiri fólkum, ið hava kunn­leika til fólkaskúlan og hava hegni og vitan at standa fyri átøkum, ið bera fólkaskúlan fram. Tíanverri hevur samskifti mítt higartil støðugt givið mær ta fatan, at MMR er tunnslitið og í alt ov stóran mun roynir “at sløkkja eldar”. Við einum vælmannaðum MMR, hugsi eg mær, at tað vildi verið lættari at fingið opið og jaligt samstarv. Sam­ starv, ið onkunsvegna gav starvsfólkum tryggleika og árræði at taka felags tøk – skúlanum at fram. Kanska kundu vit í eini komandi lønarsamráðing eis­ini sett út í kortið átøk, ið savnaðu orkuna um at fáa besta skúlan? Kundu vit í komandi tíðum sett fleiri pengar til, høvdu vit møgu­ leika at menna og skipa nýggj tiltøk, heldur enn bert at pjøssa upp á gamla skúlan og javna smápengarnar út til tunn­slitnar ynskidreymar. Hvar eru íløgurnar til fe­ lags kt-tiltøk? Hvar eru peng­ arnir at fremja ein felags standard, uttan mun til hvørj­um skúla næmingurin gongur í? Hvar eru fíggjarligu játtanirnar, ið skulu til, at kt- vørðir hava stundir at stuðla næmingum og lærarum inn­ an fullgóða kt-nýtslu? MMR hevur sett í kort­ið, at landsroyndir skulu tal­ gildast á vári 2014. Hvussu kunnu vit tryggja næm­ ing­unum at tey nema sær holl­an kunnleika, at kt er nátúrliga amboðið at loysa landsroyndina? Ella er talan bert um eina roynd at spara pening og tíð í sambandi við at rætta uppgávurnar? Eg helt, at landsroyndin var ætlað at fáa eina mynd av støðuni, at næmingalagaða undirvísingin skuldi tillagast eftirfylgjandi skúlaár. Í hvønn mun samskifta MMR og kommurnar um ásetingarnar frameftir? Eru kommunurnar “við uppá” at kt-íløgur skulu gerast kom­andi fíggjarár?, og hava komm­unurnar vitan at fáa til vega hóskandi kt-amboðini? Eg kundi hugsa mær at vita um besta amboðið er teldil ella telda – og hetta átti longu at verið fingið til vega, at næmingarnir fáa møguleika at læra amboðið at kenna. Jú, næmingar tora væl at royna nýggj amboð – men nei, tað er ikki vist, at teir eru førir fyri at nýta tað á skilabestan hátt, serliga í eini roynd, har nógvir faktorar spæla inn. Havandi hesar spurningar í huga, hugsi eg at alneyðugt er, at MMR verður mannað við fleiri starvsfólkum, ið hava bein í “fólkaskúlanum anno 2013” og hava hug og hegni at bera fólkaskúlan fram – eisini á kt-økinum. Hugaligt hevði verið at skúlaleiðslur, kt-vørðir og nevndin í FL – fingu høvi at um­røða møguleikar og av­ bjóð­ingar saman við MMR. Set onkran dag til viks, har vit samskifta um møguleikar og hugsandi loysnir at betra og menna fólkaskúlan. Við bestu ynskjum um góð­an og mennandi fólka­ skúla! Tobbi má eisini unna øðrum frælsi Eitt fult alfabet snýr seg eisini um eina meiri liberala navnalóg. Tí er tað ein politiskur spurningur Sjúrður Skaale Hvat liggur í hansara skuff­ um veit eg ikki, men Tobbi hevur mær vitandi ongantíð skrivað nakað, sum vanliga verður bólkað undir bók­ mentir. Men tað, sum er runn­ið úr hansara penni – greinar, talur og prædikur - hevur kortini mangan verið so blómandi og fynduga orð­ að, at tað hevur havt litterert virði. Ein av orsøkunum er, at hann hevur skrivað, sum hann hevur viljað. Sum hann segði í sjón­ varps­kjakinum týskvøldið: ”Fólk kenna mína frælsisstøðu í stjórnmálaspurningum. Men eg havi somu somu frælsis­støðu tá tað kemur til aðrar spuringar – eisini málsliga. Eg finni meg ikki í, at onnur leggja bond á hvat ið eg skal siga fyri at útrykkja meg sum frægast ímóti tí, sum skal lesa. Tí havi eg tikið mær fult frælsi tá tað kemur til at skriva sjálvur – eisini viðvíkjandi hesum væl­signaðu stavunum.” Hevði Tobbi latið onnur surrað eitt puristiskt korsett um sín málsliga kropp, hevði hann ikki verið tann orða­ toriski tungvektari, hann er. Frælsi hjá øðrum Men Tobbi unnar ikki øðr­um frælsi. Hann tekur nevni­liga undir við, at okkara alfa­bet skal verða verandi ampu­ terað. Tað forðar ikki honum og øðrum at skriva sum tey viljað – men tað skerjir frælsi hjá foreldrum, sum skulu geva børnunum navn. Navnanevndin loyvir nevniliga ikki foreldrum at geva nøvn, sum hava teir útihýstu bókstavirnar. Stav­ ingarhættir, sum hava verið nýttir í Føroyum í øldir, eru brádliga bannaðir. Tað hevur skapt bæði frustratión og vreiði hjá nógvum foreldrum, hvørs persónliga frælsi er skert. Sjálvur haldi eg als ikki, at Navnanevndin hevur havt heimild til at vera so kantut, sum hon hevur verið. Men verður amputeraða alfabetið nú endaliga autoriserað, so er heimildin greið. Politiskt Tobbi segði eisini í sjón­ varp­inum, at ”tað eru mál­ frøðingarnir sum skulu kjakast um hesi viðurskiftini og koma til tað, sum teir halda vera tað rætta. Tað politiska systemið skal undir øllum umstøðum ikki taka avgerð í hesum málinum.” Men persónliga frælsi hjá fólki er so avgjørt eitt politiskt mál. Og so leingi persónliga frælsi – uttan nakra dygga málfrøðiliga ella sakliga grundgeving - verður skert orsakað av tí skerda alfabetinum, so er alfabetið eisini eitt politiskt mál! Politikarar, sum vilja tryggja foreldrum rættin at kalla síni børn siðbundin føroysk nøvn sum Victor, Carl Johan ella William, mugu eisini taka støðu til alfabetið! Málvinir, málóvinir og málráð qwí, cigarett, øx, Zakaris og Åge? Eyðun á Borg, skúlalærari MÁLÁGANGUR: Ein ill­litt­ur skurvblandingur av mál­ dálk­ar­um (politiski liturin er eyð­kend­ur, men mín sann er eis­ini okkurt umboð úr flokki Bóndans við!?) roynir av øll­um alvi at gera seg inn á beinagrind og merg móð­ur­ máls­ins. STAVRAÐ: Mong ymisk stavrøð eru kring heimin. Í Føroyum hava vit eisini okk­ ara egna, serstaka stavrað, sum er eitt sindur øðrvísi enn onnur; men hetta er okkara stavrað, sum hoyrir til okkara serstaka móðurmál. Vit klára okkum fínt við tí. Hasir “útlendsku” bók­ stav­ir­nir í yvirskriftini hava ongantíð verið í okkara stavrað, tí vit hava ikki brúk fyri teimum. Kortini siga málblandararnir, at teir útlendsku hava fingið dura­ fjórðingin. Hatta er møsn. Einasta grundgeving teirra fyri bókstavavavstrinum er, at danskir myndugleikar (prestar) bronglaðu okkara fólkanøvn (og eftirnøvn) til okkurt, sum hvørki er fuglur ella fiskur, ja, í fleiri førum beinleiðis láturligt. ÅGE: Lítli Åge segði við grátrødd: “Mamma, stav­ bland­ararnir hava ikki tikið mín bókstav við!” SKÚLABØRN: Skúla­børn­ ini eru von við føroyska stav­ raðið. Har eru eingir trupul­ leikar. Tey duga sjálvandi eis­ini tað danska og enska stav­raðið. Har brúka tey “út­lendsku” bókstavirnar. No problem! Skúlabørnini mugu sleppa at varðveita rætt­indini til tað óbroytta, før­oyska stavraðið! Nú siga skúlanæmingarnir við meg: Fáa vit nú c og x inn í stavraðið, so ráða vit sjálvir fyri, hvussu vit stava cigarett og citrón, øx o.s.fr. Eg meini tað! C-DURUR: Í skúlanum spæla vit ikki so sjáldan í c-duri. Í skúlaorkestrinum spæla: Alex, Christian, Zacha­ rias og eisini Åge, sum ikki sleppur við hjá “hinum.” Sjálvandi sleppa hesir eisini at spæla í orkestrinum: Aleks, Kristian (og Krisjan), Sakaris og Áki! ÍSLAND: Íslendskt er ein gróðurkvistur av føroyskum; málini (bókstavirnir) eru ógvuliga lík. Íslendingar fóru hin vegin, tóku “útlendsku” bókstavirnar úr stavraðnum. Tað gongur fínt hjá teimum. Høvdu vit bert havt eitt sind­ur av teirra málsliga, tjóð­skaparliga stoltleika. Vit trívast betur í runuhylinum. A, H,K,Y: Føroyingar (ikki minst fjølmiðlafólk) skuldu heldur lært seg at sagt hes­ ar bókstavirnar rætt á før­ oyskum: a, sum í orðinum, tal, h, sum í HB, k, sum í KÍ, og y, sum í Brynhild og krydd (og ikki við danskari úttalu)!! 8 AV 11: Ikki færri enn 8 av 11 í Málráðnum vardu móður­málið móti ótespiliga áganginum. Tykkum 8 takka móðurmálsins vinir (t.v.s. flestu føroyingar)! Kortini tykjast tey fáu ikki at góðtaka eina fólka­ ræðisliga avgerð!? Ræðandi! STAVSETINGIN: Núver­ andi støðan, viðvíkjandi at stava føroyskt, er vissuliga ikki góð, hvørki millum leik ella lærd. Koma so aðrir bókstavir aftrat, ja, so verður alt ein verri fløkjustampur. FJØLMIÐLARNIR: Tey 8 í meirilutanum fáa spurning frá fjølmiðlafólki: “Hvat billa tit tykkum inn, ikki at lurta eftir teimum trimum í minnilutanum?” Hevði støð­ an verið øvut, at 3 limir av 11 vildu varðveita stavraðið, hevði spurningurin kanska ljóðað soleiðis: “Hvat billa tit 3 tykkum inn, ikki at góðtaka eina greiða, fólkaræðisliga avgerð?” Góðu føroyingar! Gerið ikki ta óbótagerð, at tit fara at pilka við sjálvan mergin í móðurmálinum! Við mál- og rættskrivingar­ kvøðu Sterkt og kveikjandi MMR