Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mai 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 18. mai 2004 31 31 30 Nr. 93 - 18. mai 2004 C M Y K 30 Enn eina ferð varð staðfest, at tað gongst illa hjá føroysku spælarunum at vinna sær fast pláss í Fremad Amager DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað resta fimm umfør í næstbestu donsku deildini, og nú er farið at lýsna hjá Fremad Amager, meðan tað framvegis sær minni gott út hjá Vejle. Tey bæði føroysku feløgini hittust í Sundby Idrætspark sunnu- dagin. Fremad Amager vann 1–0. Málið fingu teir, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Málið skoraði ein, sum eitur Ali Riza Salci. Tá ið Fremad Amager skoraði sigursmálið, vóru tveir føroyingar á vøllin- um. Millum teir fyrstu ell- ivu var Jann Ingi Petersen. Hann kom ikki á vøllin eftir steðgin. Andrew av Fløtum varð skiftur inn fyri annan álopsspælaran, tá ið tað restaðu 25 minuttir, og Hjalgrím Elttør kom á vøllin fyri hin álopsmann- in, tá ið tað restaðu trettan minuttir. Vejle er triði niðast og harvið undir strikuni við 21 stigum, og Fremad Am- ager hevur 27 stig. B93, sum er fjórði nið- ast, hevði vitjan av odda- liðnum, Silkeborg. Gestir- nir vunnu 3–1, og nú skal vilja heilt illa til, um Silkeborg, sum flutti niður fyri einum ári síðani, ikki eftir summarsteðgin aftur fer at kappast í superliguni. Tað styrkti um støðuna hjá Silkeborg, at Johan B. Hansen og Horsens ikki megnaðu meiri enn mál- leysan javnleik á heima- vølli ímóti Køge. 2.165 áskoðarar vóru vónbrotnir, men venjarin, fyrrverandli landsliðsspælarin Kent Nielsen, sigur seg fram- vegis rokna við, at Horsens hevur góðar møguleikar at flyta upp. Við 3–1 sigri á heimavølli ímóti FC Nord- jylland flutti Randers fram á næstfyrsta plássið. Hors- ens venjarin heldur, at skráin hjá Randers er tor- førari, enn hon er hjá hans- ara liði. Í Nykøbing á Falster legði botnliðið B1913 úr Odense rygg til 5–1 tap. Næstaftasta FC Aarhus vann 3–2 á heimavølli ímóti Fredericia, og Brøns- høj lyfti seg upp á fimti aftasta plássið, tá ið teir á heimavølli vunnu við ikki minni enn 6–1 á Skjold, sum var komið av Eystur- brúgv og út á Tingbjerg stadion. Nú er opið niður til strikuna Todi aftur millum málskjúttarnar Føroyski álopsmað- urin skoraði seinna málið, tá ið FCK enn eina ferð var sannfør- andi og tók stórt stig fram ímóti meistara- skapinum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Todi Jónsson var bæði vón- brotin og fegin sunnu- kvøldið. Á heimasíðu síni, todi.fo, segði hann seg undan fráferðini til Esbjerg ikki vilja avskrivað, at hann fór at verða millum teir fyrstu ellivu. Soleiðis varð tað ikki. Todi var á beinkinum, og tá ið venjarin valdi at seta meiri enn hálvskadda Mort- en Bisgaard inn fyri álops- spælaran Peter Møller, mundi Todi kenna tað sum vónbrot. Sjey minuttir und- an leikloki slapp Todi á vøll- in fyri Álvaro Santos, sum hevði verið sera eyðsýndur. Todi var einsamallur í álopinum, og fyri fyrstu ferð síðani í september í fjør eydnaðist honum at skora. Tað gjørdi hann í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Todi var einsamallur frammi, men millum tveir verjuspælarar eydnaðist honum at skræða seg leysan og at seta bóltin framvið málverjan, ið kendi seg noyddan at leypa út. Atburðurin hjá Toda, eftir at hann hevði skorað, bar brá av, at hann helt seg eiga meiri spælitíð uppiborna, enn hann hevur fingið í vár. Fyrst peikaði hann á bring- una á sær sjálvum, og so gav hann við báðum hond- um boð um, at tað skuldi farast stillisliga fram. Í FCK leguni vóru teir ovurfegnir, og tað var væl skiljandi. Í 12. minutti hevði Peter Møller sett hol á, eftir at hann hevði fingið frágera góða fríspæling frá Álvaro Santos. Brasilski álopsmaðurin spældi eina løtu seinni Peter Møller púra blankan, men Esbjerg málverjin hálvbjargaði. Løtu seinni var møguleikin uppaftur størri. Álvaro Santos spældi úr vinstru og eitt sindur út frá til sera arbeiðssama og dugnaliga Hjalte Bo Nørregaard, sum úr púra blankari støðu sendi høgt yvir opna málinum. Síðsta hálva tíman trýsti Esbjerg fyri at javna. Teir vóru ellivu ímóti tíggju, tí vinstri vongverjin hjá FCK, Peter Christiansen, hevði sæð reytt, eftir at hann hevði sæð gula kortið tvær ferðir. Men Esbjerg megn- aði ikki at fáa mál, og so fegnaðust teir í FCK um 2–0 málið hjá Toda Jóns- son. Útivallarsigurin ber við sær, at FCK er í fínari støðu undan tveimum teimum síðstu umførunum. Eftir fýra døgum vunnu teir á báðum kappingarneytun- um. Fyrst vunnu teir 1–0 á Brøndby, og nú vunnu teir 2–0 á Esbjerg. Næstu dagarnar skulu FCK og AaB spæla tvær ferðir í Parkini. Fyrra ferð- in verður Kristi himmal- ferðardag, tá ið tað verður steypafinala. Sunnudagin verður landskappingardyst- ur. Við neyð og deyð Eftir at Esbjerg hevur tapt tríggjar ferðir á rað, er teirra møguleiki at vinna fyrsta DM heitið síðani 1979 burtur. 13.713 áskoð- arar vóru á Esbjerg stadion sunnudagin. Tað vóru fleiri, enn tað hava verið síðani í 1979. Brøndby hongur fram- vegis í. Sunnudagin stóð leingi illa til. FCM skoraði í yvirtíðini í fyrra umfar- inum, og teir vóru framm- anfyri 1–0, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin. So javnaði heimalið- ið á Brøndby stadion, og tá ið meiri enn fýra minuttir vóru farnir av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði svenski Mattias Jonsson sigursmálið. Leikliga avrikið hjá Brøndby var einki at reypa av, og Michael Laudrup og spælararnir ásannaðu, at teir høvdu verið hepnir. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal FCK spæla í Parkini ímóti AaB og í Farum ímóti FCN. Brøndby skal spæla í Valby ímóti Frem og á heimavølli ímóti AB. Esbjerg skal spæla í Herning ímóti FCM og á heimavølli ímóti Frem. Kappingin um fjórða plássið øktist sunnudagin. OB megnaði bara 1–1 á heimavølli ímóti FCN, meðan AaB smurdi Her- følge av við 7–2. Nú eru OB og AaB jøvn í stigum. Í síðstu umførunum skal OB spæla í Viborg og á heima- vølli ímóti Herfølge, með- an AaB aftaná vitjanina í Parkini skal spæla á heima- vølli ímóti FCM. Frem illa spert AB er mest sum niðurflutt, men akademikararnir hava ikki givið skarvin yvir. Teir vunnu 2–0 í Viborg, og teir siga seg longu vera farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Um tað so verður í bestu ella næstbestu deildini. Frem er illa spert. Teir eru næstniðastir, og teir eiga torførar uppgávur í síðstu umførunum – Brøndby á heimavølli og Esbjerg á útivølli. Hesa ferð tapti Frem 1–0 í Århus. Aftur hesa ferð skoraði AGF beinanvegin. Sigurs- málið hevði við sær, at AGF tryggjaði sær eitt ár afturat í bestu deildini. Hjá FCN var tað sera týdningarmikið, at teir fingu 1–1 í Odense. Um Frem skal bjarga sær undan niðurflyting, so skulu teir fara framum Herfølge, sum legði rygg til 7–2 tap í Aalborg. Herfølge skal spæla á heimavølli ímóti FCN og á útivølli ímóti OB. Todi Jónsson slapp á vøllin, tá FCK aðru ferð innan fýra dagar var partur av oddabrakið, og við staðfestingini í seinasta minutti syrgdi føroyski álopsmaðurin fyri, at FCK nú hevur allar trumfirnar í DM-kappingini Fram, sum plagar at vera í botninum, leyp avstað og er oddalið í Íslandi eftir fyrsta umfarið ÍSLAND Jóannes Hansen Tað var ikki lukkuligt, sum fyrrverandi venjarin hjá havnarfeløgunum, Ion Ge- olgau, og hansara menn í Fram í Reykjavík tóku fyri seg, tá ið tað um vikuskiftið varð farið undir íslendsku landskappingina, sum verð- ur nevnd Landsbanka- deildin. Fram hevur seinnu árini havt sama leiklutin í Ís- landi, sum Skála hevur havt í føroysku kappingini tvey tey seinastu árini. Fýra tær síðstu ferðirnar hevur Fram í síðstu umførunum akkurát bjargað sær rættin at halda fram í bestu deildini. Hesa ferð tykist vera øðrvísi. Á tjóðarvøllinum á Laugardalinum, har Fram eigur heimavøll, vunnu teir 3–0 á Víkingi. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálv- leiki. Tað fyrsta fingu teir í fimta minutti, og í tólvta minutti økti Fróði Benja- minsen til 2–0. Sambært íslendskum miðlum var talan um fínt mál. Fróði sneiddi framvið fleiri mót- støðumonnum, áðrenn hann sendi bóltin upp í málhornið. Í 42. minutti varð 3–0 sigurin staðfestur. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1993, at Fram vann í fyrsta umfarinum, og teir eru oddalið eftir fyrsta umfarið. Í 3–5–2 spælskipan var Fróði við 10 talinum á rygginum ein av trimum sentralum miðvallarum, meðan Hans Fróði Hansen var miðverji. Seinasta hálva tíman vóru Víkingarnir bara tíggju á vøllinum. Ein sá reytt, eftir at hann hevði hevnt seg inn á Hans Fróða Hansen. Í hesum umfarinum hev- ur Fram verið í bestu deild- ini síðani í 1997. Teir hava átjan ferðir vunnið meist- araskapin. Síðsta ferðin, at Fram endaði ovast, var í 1990. Javnt á Akranesi Undan kappingarbyrjan hevur ÍA, sum er felagið hjá Juliani Johnsson, verið roknað sum eitt av fremstu boðunum upp á meistara- skapin. Í fyrstu royndini gekk ikki meiri enn passa- ligt á heimavølli. Fylkir legði seg framum, tá ið knappliga ein hálvur tími var farin, og tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at heimaliðið javnaði til 1–1. Málskjútti var Alan Marcina. Hann er 25 ára gamalur kanadiskur álops- spælari, sum í síðstu viku kom til Akranesar. Hann verður í ÍA inntil síðst í juli. Tá fer hann til Grikka- lands, har hann hevur skrivað undir sáttmála við PAOK Saloniki. Albert Sævarsson vardi málið hjá Grindavík, sum hevði vitjan av ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Úr- slitið var 1–1. Gestirnir løgdu seg framum í 56. minutti, og heimaliðið javnaði í 71. minutti. Meistaraliðið úr KR, sum HB herfyri vann sannfør- andi á, stóð seg ikki væl í fyrsta umfarinum. Teir høvdu vitjan av FH, sum fór aftur á Hafnafjørðin við øllum stigunum. Teir skor- aðu einasta málið í 26. min- utti. Uppflutta Keflavík stóð seg væl í fyrsta um- farinum. Teir vóru á Akureyri og spældu ímóti KA, sum legði seg framum í 28. minutti. Gestirnir javnaðu í 56. minutti, og teir skoraðu sigursmálið í 74. minutti. Kristi himmalferðardag skal ÍA spæla á heimavølli ímóti Alberti Sævarssyni og Grindavík, og Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen, Ion Geolgau og hinir í Fram skulu út í Vest- mannaoyggjarnar at spæla ímóti ÍBV. Fróði skoraði í fyrstu royndini Fyrsta súkklu- kapping í ár Sunnudagin 23. mai verður fyrsta súkklukapping í ár á skránni. Hetta verður á Skála í sam- band við bygda- stevnuna SÚKKLING Tíðindaskriv Tey vaksnu kappast í einkultstarti, og hesin verður koyrdur frá Skála til Undir Gøtueiði, har vent verður við rundkoyr- ingina, og so aftur á Skála. Teinurin er 25 kilo- metur langur. Hesin teinurin er roynd- ur fyrr, eisini í samband við eina bygdastevnu á Skála, og er hesin teinur sera væl egnaður til júst hetta slag av súkklukapp- ingum, nevniliga einkult- start. Tá kappast verður í einkultstarti fara ein og ein súkklari fara avstað við t.d. 1 minutti millum hvønn súkklara, og súkkl- arin koyrir í fyrstu syftu kapp í móti sær sjálvum og tíðini. Tórshavnar Súkklu- felag hevur somuleiðis fleiri ferðir fyrr skipa fyri súkklukappingum á Skála, eisini fyri barna- súkklukappingum. Tá hevur verið kappast á økinum kring Turki- húsið, men vegna arbeiði á økinum, verður hetta nú broytt soleiðis, at koyrt verður á einum ávísum øki á gamla bygdavegn- um. Eins og hjá teimum vaksnu verður startur og mál við læknahølini. Tá Tórshavnar Súkklu- felag skipar fyri kapping- um kring landið er tað altíð ein treyt, at allir lut- takarar nýta hjálm. Skila gott er eisini um súkklan verður eftirkannað soleið- is, at bremsur o.a. virkar sum tað skal. Kappast verður millum børn, ungdóm og vaksin. Børnini eru býtt sundur í tríggjar bólkar, I, II og III. Bólkur I fevnir um tey, sum eru fødd 1996-1998. Bólkur II eru fyri 1993- 1995, og bólkur III er fyri børn, fødd í árunum 1990-1992. Eisini er ein bólkur fyri unglingar og ein fyri vaksin. Máltindurin 1. deild menn Rúni Elttør ÍF 3 Áki Mørk B36 2 Egil á Bø B36 2 Heine Fernandez HB 2 Magni á Lakjuni ÍF 2 Atli Danielsen KÍ 2 Erling Fles KÍ 2 Sjúrður Jacobsen NSÍ 2 Bogi Gregersen Skála 2 Jonhard Frederiksberg Skála 2 2. deild menn Clayton Soares B71 4 Gisli Sveinbjørnsson Royn 4 Kaj Roest TB 4 Norbert Lusak Sumba 3 Hans Jørgen Djurhuus AB 2 Jákup Joensen FSV 2 John Johansen FSV 2 Per Joensen FSV 2 Silva FSV 2 Wellington FSV 2 Aleksander Radosavjlevic Royn 2 Eyðun Svalbard TB 2 Hallur Christiansen TB 2 Sigmundur Mikkelsen VB 2 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 3 2 - 1 - 0 9 2 7 7 2 Skála 3 2 - 1 - 0 7 4 3 7 3 GÍ 3 2 - 0 - 1 5 5 0 6 4 KÍ 3 1 - 2 - 0 5 4 1 5 5 NSÍ 3 1 - 1 - 1 6 7 -1 4 6 HB 3 1 - 1 - 1 3 4 -1 4 7 ÍF 3 1 - 0 - 2 9 9 0 3 8 VB 3 0 - 2 - 1 2 3 -1 2 9 EB/Streymur 3 0 - 2 - 1 2 6 -4 2 10 B68 3 0 - 0 - 3 2 6 -4 0 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 3 3 - 0 - 0 12 4 8 9 2 FSV 3 2 - 0 - 1 12 5 7 6 3 Royn 3 2 - 0 - 1 9 5 4 6 4 Sumba 3 2 - 0 - 1 7 4 3 6 5 B71 3 2 - 0 - 1 7 9 -2 6 6 AB 3 1 - 1 - 1 4 4 0 4 7 B36 3 1 - 0 - 2 4 7 -3 3 8 KÍ 3 0 - 1 - 2 4 8 -4 1 9 VB 3 0 - 1 - 2 4 10 -6 1 10 LÍF 3 0 - 1 - 2 2 9 -7 1 Fróði Benjaminsen skoraði eitt vakurt mál, tá Fram í fyrsta umfarinum legði seg á odda í bestu íslendsku deildini