hósdagur 21. november 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Fyri Sølva Vatnhamar og Sonna Ragnar
Nattestad var talan um fyrsta landsdystin.
Teir komu báðir inn í seinna hálvleiki. Sonni
Ragnar frá byrjan í seinna hálvleiki og Sølvi
Vatnhamar kom inn seinastu tjúgu minuttirnar
Tróndur Arge
Tað var greitt undan dyst
inum, at Lars Olsen fór at
royna nøkur nýggj ting. Páll
Klettskarð og Klæmint Olsen
byrjaðu inni í álopinum,
meðan
Pól
Jóhannus
Justinussen varð fluttur í
miðverjuna. Á vinstra bakki
fekk Erling Jacobsen úr
Víkingi møguleikan, meðan
Heini Vatnsdal og Hallur
Hansson byrjaðu á miðjuni.
3-0 til Malta
Føroyska liðið tapur fyrra
hálvleik 3-0. Tað er ikki mun
urin á liðnum, men Malta
tekur av sínum møguleikum.
Teir kunnu enntá koma upp
á 4-0 um væl vil. Hinvegin,
so kundu vit fingið tvey mál,
eftir góð álop.
Tvey av málunum er feilir
frá okkara síðu. Tað er ilt at
siga, um Gunnar Nielsen skal
bjarga málinum til 1-0. Talan
er um skot úr fleiri enn 30
metrum. Í so máta skal hann
helst fáa hondina á, men
sjónvarpsupptøkurnar geva
onga ábending um bólturin
eitt nú leitar undan Gunnari,
ella hvussu útsýnið er hjá
málverjanum er.
Málið til 2-0 er týpiskt fyri
Føroyar. Vit fara í álop og
missa bóltin. Síðani gongur
so skjótt, at vit ikki klára at
fylgja við. Tað endar við at
Michael Mifsud ov lættliga
dregur framvið tveimum før
oyskum verjuspælarum, sum
ikki klára at verja fyri, hóast
Erling Jacobsen tykist verða
í góðari støðu.
Málið til 3-0 er vánaligt
føroyskt verjuspælt. Fyrst
missur Rógvi Baldvinsson
ein óneyðugan bólt upp á
miðvøllinum. Hetta er ein
afturvendandi
trupulleiki,
har álopssinnaði miðverjin
kemur fram við. Tað er ein
trupulleiki, tá tað miseydn
ast, men tað er eisini ein
loysn, sum kann skapa nógv.
Millum annað skorar hann
eisini í dystinum, har hann
hevur dirvið at koma fram á
vøllin og bjóða av.
Tað endar við horna
sparkið, sum verður tikið
stutt. Síðani slær Jónas Tór
Næs frá og Malta spælir
bóltin innum og so frá bak
linjuni í høgru inn fyri til
ein púra leysan Jonathan
Caruana, sum lættliga kann
skora. Millum annað Heini
Vatnsdal og aðrir standa bara
og hyggja. Ikki nóg gott.
Páll vil hava plássið
Í fyrra hálvleiki skuldi før
oyska liðið umstilla seg til
4-4-2, í mun til 4-51-1/4-2-3-1
uppstillingina,
sum
bara
hevur ein áleypara. Bæði Páll
Klettskarð og Klæmint Olsen
byrjaði inni. Tað gav nakrar
spentar støður frammanfyri
málið hjá Malta, tí talan er
um tveir arbeiðshestar, sum
renna eftir øllum.
Í fyrra hálvleiki kom
Páll væl frá síni uppgávu og
kundi fingið upp til tvey mál.
Hann riggar somuleiðis væl í
uppspælinum og prógvar
í løtuni, at hann er eitt gott
boð upp á ein føroyskan
landsliðsáleypara. Helst við
Christian Lamhauge Holst
ella Jóan Símuni Edmunds
son sum makkara.
Páll og Klæmint líkjast til
eitt vist ov nógv til at byrja
inni, men Klæmint vísti seg
eisini frá síni góðu síðu, tá
hann átti frálíkt upplegg til
júst Páll, tá hann sleit seg
leysan í høgru og legði bóltin
innfyri. Tað er óhugsandi, at
teir koma at byrja inni í senn
í næstmast framtíð í einum
kappingarførum dysti, men
heldur verður talan um løtur
móti endanum av dystum, tá
føroyska liðið skal hava mál.
Páll varð saman við Halli
Hansson besti maður á vøll
inum.
So trúgvi upp á tað!
Í seinna hálvleiki tekur tað
føroyska liðnum ein hálvan
tíma at finna útav, at teir
faktist kunnu hótta Malta.
Sonni
Ragnar
Nattestad
kemur í miðverjuna fyri Pól
Jóhannus Justinussen, sum
verður skumpaður fram á
vinstra vong, har Christian R.
Mouritsen verður útskiftur.
Tað er ógreitt hví Christian
fór út, men hann var mest
skapandi spælarin í fyrra
hálvleiki. Skaddur kanska?
Pól Jóhannus prógvaði
aftur, at hann skal spæla á
vinstra vongi. Hann terrori
serar høgra bakkin hjá mót
støðuliðnum
og
skapar
órógv. Hann er ikki týpan,
sum skal »spæla« fótbólt,
men tá styrkin hjá honum
verður brúkt rætt, so er hann
ein fongur fyri landsliðið. eitt
nú vinnur hann liðnum fleiri
innkøst og hornaspørk enn
nakar annar spælari.
Tað er ikki fyrr enn Hallur
Hansson minkar um munin
tíggju minuttir fyri tíð, at
spælararnir byrja at trúgva
upp á at tað ber til. Brádliga
leypa teir á við eini ætlan um
at skora. Føroyar tapti ikki
dystin, tíðin gekk bara und
an. Tí hevði dysturin vart í
10 minuttir afturat, so hevði
Malta ikki vunnið!
Lars hevur lært
Landsliðsvenjari,
Lars
Olsen, hevur nú lært at Pól
Jóhannus er ein vinstri
vongur. At Sonni Ragnar er
ein framtíðar spælari. At Páll
Klettskarð er um at verða
klárur til at byrja inni fyri
landsliðið (málini mangla).
At ein miðvøllur við tveimum
spælarum er eitt sats, sum
kann geva bakslag. At tað
má uppbakningur á Rógva
Baldvinsson um hann fer
fram við bóltinum. At Hallur
Hansson mennist í hvørjum.
At Christian R. Mouritsen og
Heini Vatnsdal hava nógv
at geva landsliðnum, men
at Lars má geva teimum tað
seinasta.
Hvat skulu vit við einum
landsdysti móti Malta í
november. Fáa svar upp á
spurningar, sum vit ikki
kunnu fáa svar upp á í
undankappingardystum. Tað
fingu vit!
Føroyska landsliðið tapti týskvøldið 3-2 fyri Malta, eftir at hava verið aftanfyri 3-0 í
hálvleikinum. Landsliðsvenjari royndi ymiskt nýtt og fekk svar upp á fleiri spurningar
Tap – men svar upp
á fleiri spurningar
Dystargongd:
Føroyska liðið hevur tvey
hornaspørk og hevur hug
at hótta, men Malta tekur
yvir. Eru tvær ferðir í góðari
støðu, men verða rangstaddir.
Hallur Hansson tvingar fram gult
kort á miðvøllinum. (Javnt)
Malta skorar tvey mál.
Eitt kanónskot og eitt
skjótálop. Malta hevur
eisini møguleika til 3-0,
meðan Føroyar fáa mál kolldømt
fyri rangstøðu. Rætt dømt.
(Malta betri)
Føroyska liðið hevur
tvey góð álop, men fyrru
ferðina bjargar málverji og
seinnu ferðina ferð skotið
stutt framvið. Í hinum endanum
skorar Malta eftir stutt hornaspark,
har okkara ikki eru klárir.
Føroyska liðið ger eina
taktista broyting. Christian
R. Mouritsen kemur út fyri
Sonna Ragnar Nattestad,
sum tekur plássið hjá Pól
Jóhannusi Justinussen í miðverjuni.
Pól Jóhannus verður síðani fluttur
fram á vinstra vong. (Javnt)
Liðini hava hvør sín
málmøguleika, men
annars er talan um eitt
lítið hendingarík korter.
Maltesarnir eru nøgdir við
støðuna, meðan okkara ikki megna
at skapa tað stóra. Sølvi Vatnhamar
kemur inn fyri Klæmint Olsen.
(Javnt)
So ber til hjá føroyska
liðnum. Vit fáa tvey
mál, sum eru góð upp
á hvør sín máta. Fyrst er
Hallur Hansson knappur á
avtrekkjaranum og síðani tekur
Rógvi Baldvinsson møguleikan við
langskoti, sum smoyggjur sær inn
um stongina. Tað er um reppið, at
føroyska liðið eisini fær javnleikin,
men helst kom fyrsta málið ov seint
til at veruliga hótta Malta.
1
0-15
2
46-60
1
16-30
2
61-75
1
31-45
2
76-90
Malta - Føroyar 3-2 (3-0)
1-0 Ryan Fenech, 17
2-0 Michael Mifsud, 19
3-0 Jonathan Caruana, 41
3-1 Hallur Hansson, 80
3-2 Rógvi Baldvinsson, 87
Leikvøllur: Ta ‘Quali (Valletta)
Føroyar Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs(liðsk), Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus
Justinussen – Christian R. Mouritsen (Sonni Ragnar Nattestad, 46.min), Hallur
Hansson, Heini Vatnsdal (Karl Løkin 87.min), Daniel Udsen (René S. Joensen
82.min) – Páll A. Klettskarð, Klæmint A. Olsen (Sølvi Vatnhamar, 71.min)
Á bonkinum: Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Kristin R. Mouritsen, Dánjal á
Lajkuni
Gult kort: Rógvi Baldvinsson 90+4. min
Venjari: Lars Olsen