hósdagur 21. november 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tvey føroysk mál.
Vit hava ikki skorað
nokk mál seinnu árini,
so tað er altíð gott
at vit fáa tvey mál. Annars
má avrikið hjá Pálli Klettskarð
metast sum eitt pluss fyri
møguleikunum í álopinum.
Slapt verjuspæl. Hetta
er ikki fyrstu ferð, at
lið skorað móti okkum
í deyðbóltsstøðum og
mótálopum. Serliga í hornaspørkum
eru vit veikir og ov lítið tendraðir.
Tykist ikki sum dentur verður lagdur
á tað til venjing. Ikki gott nokk.
Gunnar Nielsen: 3
Hevur faktist bara eina góða
bjarging í dystinum. Skal møguliga
fáa hondina á fyrsta málið, sum er
eitt langskot. Kann einki gera við
málini til 2-0 og 3-0.
1
Rógvi Baldvinsson: 3
Tvey fram og eitt aftur. Soleiðis kann tíðin hjá
Rógva á landsliðnum lýsast. Tí hann ger framstig
og líkist einum framtíðar miðverja á landsliðnum,
men ger framvegis feilir, hóast hann er sjónligur
í framrættaða spælinum, sum málið eisiini vitnar
um. Eigur sín lut í 3-0 málinum, tá hann missur
bóltin í uppspælinum.
4
Hallur Hansson: 4
Er dagsins spælari saman við Pálli Klettskarð.
Skorar eitt flott mál og er sjónligur á
miðvøllinum. Gongur á odda í trýstinum, torir at
hava bóltin og skapa nakað. Hevur nógva orku
og er ágrýtin í trýstinum, tá hann eltir bóltin.
Tykist mennast í løtuni, tá hann spælir eisini
taktik væl nú.
6
Páll A. Klettskarð: 4
Átti uppleggið til fyrsta málið hjá okkum. Stóð annars
sterkur í myndini. Bæði í verjupartinum, har hann arbeiður
hart, og í álopspartinum, har hann luttekur í uppbyggjandi
spælinum og kemur til møguleikar. Páll er helst fremst
í røðini av “hinum” áleyparunum, sum allir hava staðið
aftanfyri Jóan Símun Edmundsson.
11
Klæmint A Olsen: 2
Stóð ikki líka sterkur í myndini sum Páll
Klettskarð, men arbeiddi hart og søkti allar
bóltar, men kom ikki til nakrar møguleikar.
Hevði eitt fínt upplegg til Páll, tá hann sleit
seg leysan í høgru og legði innfyri. Er framvegis
aftanfyri Páll í kø’ini, men landsliðsroyndirnar
blíva fleiri og fleiri, so støðan hjá
toppskjúttanum blívur betri.
10
Heini Vatnsdal: 3
Skal framvegis slípast til og mennast, áðrenn
hann kann taka yvir á miðvøllinum. Serliga eru
tað avspælingin og bóltførleikin, sum ikki er á
landsliðsstigi enn, men tað skal nokk koma. Hevur
eitt drive, sum kann seta upp til fleiri spælara av í
einum. Spældi als ikki illa, men nakað óstøðugur á
bóltinum. Hevði eitt kanónskot í seinna hálvleiki,
áðrenn hann bleiv skiftur út stutt fyri tíð.
7
Jónas Tór Næs: 3
Hevur ikki vakin í málinum til 3-0, tá
hann ikki fylgir sínum manni. Er annars
nógv við í spælinum og kundi lættliga
komið upp í móti einum 5-tali, men málið
til 3-0 telur nógv niður. Annars ein góður
dystur frá fyribils liðskiparanum.
2
Erling Jacobsen: 4
Er ikki vinstri bakkur, men miðverji. Hevur fyrr
røkt leiklutin, men vísti ikki at hann er eitt
alternativ á vinstra bakki. Er gjøgnumførdur í
øllum tvídystum og hevði fatur á Misfud, tá hann
økti til 2-0. Fekk hann beini á tá, so var talan um
eitt 4-tal. Hevur nakað at geva landsliðnum.
3
Pól J. Justinussen: 3
Prógvaði enn eina ferð, at hann skal spæla
á vinstra kanti. Hevði stórar trupulleikar í
miðverjuni og megnaði ikki at fylgja kviku
spælarunum hjá Malta. Bleiv í seinna hálvleiki
fluttur út á vinstra vong og har var hann
sjónligur, uttan at spæla upp til sítt besta.
5
Daniel Udsen: 2
Er púra vekk í fyrra hálvleiki og hevur sítt
fyrsta innlegg í dystinum aftaná 73 minuttir. Er
arbeiðssamur í verjustøðu, men bjóðar lítið fram
eftir vøllinum. Eigur langa bóltin, sum er upphavið
til fyrsta málið hjá okkum, men talan er ikki um eitt
upplegg, men heldur ein langan bólt. Skapar ov lítið
til at spæla á einum so skapandi plássi.
9
(▼82.)
Christian R. Mouritsen: 3
Hevur ein misjavnan dyst. Byrjar illa
og missur tríggjar teir fystu bóltarnar,
men er kanska besti fram eftir vøllinum
í seinnu hálvu av seinna hálvleiki við
fleiri uppleggum. Prógvaði bara í løtum,
at hann skal spæla fast á landsliðnum.
Okkara mest skapandi spælari, men
misti eisini bóltin til 2-0 málið.
8
(▼46.)
(▼71.)
(▼87.)
Sonni Ragnar Nattestad: 3 (▲46.)
Hevur sum so ikki so nógv at gera. Malta hevur bara eitt
ella tvey vandamikil álop í seinna hálvleiki. Har ger Sonni
Ragnar ongan feil og tað er at fegnast um, at hann nú
hevur fingið ein smakk av a-landsliðsfótbólti.
Sølvi Vatnhamar: 3 (▲71.)
Kom inn á miðvøllin og skumpaði Hall Hansson longur
fram. Vísti góðar dygdir við bóltinum, har millum annað
okkurt gott síðuskift við langari avlevering. Eitt spennandi
íkast til føroyskan landsliðsfótbólt.
René Shaki Joensen: 3 (▲82.)
Kemur eisini inn og ger tað gott. Torir at hava bóltin og
bjóða av á høgra kanti. Manglar at fáa sítt gjøgnumbrot
á Brøndby liðnum, men mennist heilt víst. Ein framtíðar
maður á landsliðnum.
Karl Løkin: (▲87.)
Kom inn seinastu minuttirnar og hevði eina skot roynd á
mál, men annars ov stutt inni til at fáa eina meting.
Metingar: 1 til 6