Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 135 · 22. november 2013 4 VIKUSKIFTI SAMRØÐA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo »Ávegis til triðja partin av danska konga­ríkinum. Søgur um lundar, flag­ tøk og fyrimyndarligan fiskiskap«. Soleiðis skrivaði Rufus Gifford á Twitter, tá hann stóð á flogvøllinum í Kastrup, og var á veg til Føroya. Sam­ an við boðunum hevði hann lagt eina mynd av skerminum í Kastrup, sum segði nær fráferðin til Føroya var. Síð­ ani hann kom til Føroya, hevur hann lagt myndir av flagtekjum, Nólsoynni og ymsum øðrum út. Rufus er ógvuliga virkin á sosialum miðlum, Twitter og serliga Instagram, har hann letur fólki koma heilt nær at tí, hann tekst við í gerandisdegnum. Í so máta er Rufus munandi øðrvísi enn síni undangongu fólk. Og tað er hann á so nógvar aðrar mátar. Frá Hollywood til Obama Rufus Gifford er føddur í 1974. Hann er sonur fyrrverandi stjóra í Bank of Boston, sum seinni gjørdist partur av Bank of America, har pápin eisini var stjóri og nú er nevndarlimur. Familja hansara er ógvuliga væl fyri fíggjarliga, og tað lá onkursvegna í kortunum, at Rufus Gifford skuldi vera knýttur at banka- og fíggjarheiminum, eins og so mong onnur í hansara familju. Men Rufus vildi tað øðrvísi. Hann arbeiddi í mong ár í Hollywood, har hann skrivaði handrit til stórar filmar fyri eitt nú 20th Century Fox. Millum annað var hann við at gera »Dr. Dolittle 2« við Eddie Murphy, »First Daugther« við Katie Holmes og »Life or something like it« við Angelina Jolie. Hann hevur enn tá sjálvur havt ein leiklut í Garfield filminum frá 2004. Tá Rufus Gifford var í Hollywood, hjálpti hann John Kerry eitt sindur í hansara royndum at gerast valevnið hjá demokratunum til forsetaembætið. Tá tað gjørdist greitt, at John Kerry gjørdist valevnið hjá demokratunum, legði Rufus Gifford Hollywood aftur um seg, og fekk ábyrgdina av pengainn­ savn­anini hjá Kerry á amerikansku vestur­strondini. Við Huffingtonpost hevur John Kerry sagt, at Gifford hevði stóran alsk til filmsídnaðin, men alskurin til landið og tess kós var uppaftur størri. – Hann gjørdist ein legenda í okkara innsavnan, hevur John Kerry sagt. Seinni fekk Gifford somu uppgávu, tá Barack Obama fór undir sítt valstríð. Gifford stóð á odda fyri at savna omanfyri eina milliard dollarar til valstríðið hjá sitandi amerikanska forsetanum. Tað er eisini tí, at hann er vorðin sendimaður. Amerikansku forsetarnir hava fyri vana at gera trúgvar og drúgv­ar stuðlar til sendimenn, sum løn fyri stríðið og hjálpina, teir hava veitt teimum. Er altíð sendimaður – Mær dámar væl at taka kjansir. Eg fylgi hjartanum í tí, sum eg geri og lati lívið føra meg har til, sum eg skal fara. Eg royni ikki at yvirhugsa mínar avgerðir. Eg elski at merkja passjón og lívið har, sum eg eri. Tí vil eg eisini so gjarna hitta onnur fólk enn politikkarar Serstakur Nýggi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, er ikki sum sendiharrar flest. Hann er sonur fyrrverandi stjóra í Bank of America. Hann hevur skrivað handrit til fleiri stórar Hollywood- filmar. Hann skaffaði eina milliard dollarar til valstríðið hjá Barack Obama. Nú hann vitjar í Føroyum fyri fyrstu ferð sigur Rufus Gifford, at føroyingar skulu merkja, at hann er okkara sendimaður sendiharri