hósdagur 21. november 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
5
VIKUSKIFTI
– Eg stuðli 100 prosent,
at samkynd kunnu ganga
saman í hjúnarlag,
sigur Rufus Gifford
myndir: Álvur Haraldsen
og vinnulívsfólk. Eg vil sleppa at fiska,
og eg vil sleppa ein túr í fjøllini. Eg
vil royna føroyskan mat, og vera nær
fólkunum. Eg veit væl, at tað ikki er
serliga sannlíkt í mínari støðu, men eg
má sum tað minsta gera eina roynd at
røkka hesum. Men eg eri ongantíð ikki-
sendimaður, greiðir Rufus Gifford frá, tá
vit hitta hann við morgunmatarborðið
á Hotel Føroyum hósmorgunin.
Hetta er hansara fyrsta ferð í Før
oyum. Sostatt hevur hann verið í øllum
pørtum av ríkisfelagsskapinum, sum
hann sjálvur skrivaði á Twitter. Áðrenn
Føroyaferðini hevur Rufus Gifford
eisini vitjað í Grønlandi.
Vandar sær um orðini
– Danska kongaríkið er nakað ser
stakt. At Føroyar og Grønland eru
partur av ríkisfelagsskapinum er ein
gáva. Hetta gevur sjálvandi nakrar
serliga avbjóðingar, men eisini nakrar
fantastiskar møguleikar. Av tí sama er
tað ein stór avbjóðing hjá mær at finna
út av, hvussu eg ikki bara kann tæna
fólkinum í Danmark, men eisini føroy
ingum og grønlendingum. Føroyingar
og grønlendingar skulu vita, at eg eisini
eri teirra sendimaður. Tað krevur ein
stóran innsats frá mær, tí eg eri ikki
hinumegin vegin og fjarstøðan er stór.
Eg eri greiður um, at tað eru nakrar
ósemjur millum Grønland og Dan
mark, og eisini millum Føroyar og
Danmark. Tað er einki ónatúrligt í
tí. Men amerikanska sendistovan er
ikki beinleiðis partur av hesum. Vit
ynskja at vera samstarvsfelagar hjá
øllum pørtum í ríkinum, sigur Rufus
Gifford.
Eingin ivi er um, at maðurin dugir
væl at tosa. Og hann er ógvuliga tilvit
aður um tey orð, hann velur at brúka,
tá hann verður spurdur ítøkiliga um
viðurskifti í ríkisfelagsskapinum. Men
tá prátið fellur inn á Føroyar og meiri
óforpliktandi viðurskifti, so er Gifford
munandi meiri opinskáraður.
– Clinton var nemliga í Føroyum
eisini, sigur Gifford, tá eg nevni vitjan
ina hjá fyrrverandi amerikanska for
setanum.
– Hann búði í mínum kamari, skemt
ar Gifford og sipar til Clinton-suitina,
sum kamarið á Hotel Føroyum eitur,
har Gifford býr á Føroyaferðini.
– Vónandi fara tey at broyta navnið,
nú eg havi vitjað her, flennir Gifford.
Stuðlar hjúnarbandi
millum samkynd
Sum áður nevnt, so er Rufus Gifford
munandi øðrvísi enn sínir undangongu
menn. Hansara bakgrund og aldur
er eitt, men Rufus Gifford er eisini
samkyndur og livir saman við djóra
læknanum Stephen DeVincent.
Í gjár segði LGBT Føroyar, felags
skapurin hjá eitt nú samkyndum, at
dagurin í gjár var søguligur av tveimum
orsøkum.
– Fyrsta orsøkin er, at Føroyar í dag
eru almennir vertir fyri fyrsta opna
samkynda sendiharranum, ið hevur
vitjað her á landi. Næsta orsøkin er,
at løgtingsfólkini Bjørt Samuelsen úr
Tjóðveldi, Rigmor Dam úr Javnaðar
flokkinum og Poul Michelsen úr
Framsókn hava í dag lagt fyri tingið
trý uppskot til ríkislógartilmæli, sum
tilsamans skulu gera tað møguligt hjá
samkyndum at giftast í Føroyum, gjørdi
LGBT Føroyar greitt í tíðindaskrivi.
– Eg haldi, at tey skuldu fegnast um
uppskotini fyrst og fremst, sigur Gifford
og sipar til raðfylgjuna í skrivinum frá
LBGT.
– Eg stuðli 100 prosent, at samkynd
kunnu ganga saman í hjúnarlag. Í hesi
vikuni eru tað tíggju ár síðani, at mín
heimstatur, Massachusetts, sum tann
fyrsti loyvdi hjúnarlagi millum sam
kynd í USA. Síðani hava vit havt eitt
gløðandi og gevandi kjak um hetta
evnið, sum hevur ført við sær, at fólk
í USA skilja, at fólk sum eru glað og
elska hvønn annan, skulu hava loyvi
at giftast. Nú tíggju ár seinni eru tað
16 statir, sum loyva hjúnarlagi millum
samkynd. Men eg skilji væl, at fólk
hava sterkar meiningar um hetta, sigur
Rufus Gifford.
Rufus Gifford kom til Føroya týs
kvøldið og fer avstað aftur seinnapartin
fríggjadagin. Á ferðini hevur hann
heilsa upp á løgmann og politisku floks
formenninar, hann hevur vitjað ávís
feløg og fyritøkur og á Fróðskaparsetur
Føroya.
– Mær tørvar eitt
flagtak, skrivar Rufus
Gifford á Instagram