hósdagur 21. november 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
9
VIKUSKIFTI
Legg minni í tíðina og meira í lívið!
Bárður bestur í Týsklandi
Hví skothol og ein berur afturpartur
eru áminningar til okkara gerandisdag
Barnabók hjá føroyingi fær
heiðurliga umtalu í Týsklandi
Í spanska stórbýnum Valencia
er stórsligni og snotuligi silki
marknaðurin La Lonja nakað fyri
seg. Gamli, gotiski bygningurin
varð bygdur frá 1483 og í nógv
ár fram í tíðina og skuldi vísa
veldið og ríkidømið hjá Valencia,
sum var í fagrasta handilsliga og
búskaparliga blóma. Tað var tíðin!
Útsíðan av La Lonja er prýdd við
nógvum útskeringum – av drekum,
fólkum, djórum og samansetingum
av hesum og øðrum – og hyggur
tú væl eftir, sæst ein heilt øðrvísi
útskorin mynd, sum neyvan
hevur verið partur av uppruna
liga uppskotinum ella av gotiska
reypinum sum heild. Ein maður,
sum vísur fólki sín bera afturpart,
er snildisliga settur inn ímillum
allar hinir tíðartýpisku útsker
ingarnar. Ein herligt og ókorrekt
prýði í einum av størstu bygging
unum yvirhøvur tá í tíðini, og
helst eini boð um, at alt skal ikki
takast so hátíðarliga, at pláss
ikki skal verða fyri skemti ella
tí, sum fólk kanska ikki halda
er so stuttligt ella festligt.
Nakrar hundrað metrar frá La
Lonja stendur Torres de Quart,
sum er eitt av elligomlu portrunum
inn til býin. Tornið varð bygt í 15.
øld og er veldugt í sínum veldi.
Tjúkkir veggir, tungt portur og
myndug útstráling. Tað var tíðin!
Útsíðan hevur fingið harða við
ferð. Óteljandi hol síggjast á torn
inum, og tey stava frá skotriðum,
sum franskir hermenn sendu ímóti
meturtjúkku grótveggunum fyri
tveimum øldum síðani. Herdeildir
hjá Napoleon royndu í juni mánaði
í 1808 at taka Valencia, men tað
lukkaðist ikki, og fronsku her
menninir máttu stingu halan
millum beinini og fara aftur til
Madrid, sum teir frammanundan
høvdu felt. Fyri at minnast fólkini,
ið stríddust og stóðu ímóti fronsku
yvirmaktini, vórðu skotholini í
Quart torninum varðveitt sum
varðandi minni um eitt hart stríð.
Hesi mongu árini eftir aftur
partin á La Lonja og skotholini í
Torres de Quart brúka vit nógva
tíð og orku til at verða korrekt,
at fríðka fasaduna og at pynta
upp á veruleikan. Bøta um tað,
sum er skeiklað av tíðini ella
hevur fingið onkur merki eftir
hart stríð. Eitt lyft her, eitt pump
har og ein góð fasada, har tað
er neyðugt. Eitt sindur minni av
tí skeiva, eitt sindur meira av tí
rætta. Hoppa høgt, renn langt
og tak teg saman for tramin!
Og hava vit meiningar og
hugleiðingar, er best, um tær eru
so mikið korrektar og so frægt
í trá við tíðarandan, at tær vísa
okkum sum veruliga víðskygd
og tíðartypisk tolerant – ja,
faktiskt heilt tolandi tolsom!
Lønin er herlig herðaklapp og
taldir tumlar. Men tað er nú
eisini vert nakað. Tað er tíðin!
Tíbetur finnast eisini tey,
sum tora at vísa okkum sín bera
afturpart. Tey, sum lata sjónligu
skotholini verða minnir og áminn
ingar um royndir og stríð. Tey, sum
leggja eitt sindur minni í tíðina
og meira í lívið. Tey, sum syngja
falskt í okkara deiliga kóri. Tey,
sum eru so befríandi tíðarleys
og passaliga ómerkt av tí mesta,
at vit kundu tikið nakað av tí
við okkum inn í komandi dagar:
Slappa av, vís afturpart, fjal ikki
skotholini og smíl for sørin!
Kanska kann tað eis
ini verða tíðin!
Eyðun Klakstein
eygu síggja«. Á tann hátt er øll
søgan um Daphnis og Chloe ein
sonevnd ekfrasa, t.v.s. ein roynd at
flyta upplivingina av einari mynd í
tekst. Ekfrasur vóru vælumtóktar
í grikskari fornøld, og at »Daphnis
og Chloe« byrjar á ein slíkan hátt
avdúkar, at søgan ikki bara er ein
einføld kærleikssøga, men at hon
eisini er ein søga um alt tað, sum
menniskjuni ikki hava tamarhald á,
men kortini royna at skilja í t.d. list
og við at siga hvørjum øðrum søgur.
Týðingin
Hanus Kamban er royndur týðari og
rithøvundur, og hann hevur serligan
ans fyri orðavali, bendingum og
ljóði. Málsliga heldur Hanus seg
til kósina, sum Rikard Long í mong
ár var talsmaður fyri. Rikard Long
fanst at purismuni í føroyskari mál
røkt, t.v.s. royndunum at taka úr
føroyskum øll orð, sum hava – ella
tykjast hava – útlendskan uppruna.
Í týðingini hjá Hanusi eru tískil
orð, sum aðrir føroyskir týðarar
ikki høvdu brúkt, t.d. »varmi«,
»følilsir«, »straffa«, »fortelja«,
»deiligari«. Orðini eru vanlig í før
oyskum talumáli, og í týðingini
rigga tey væl, tí tey lata upp fyri
ymiskum stíllegum og smáum
eyka merkingum, sum ein puristisk
týðing hevði lúkað burtur. Tað
krevur tó serliga góða málkenslu
at skifta millum orð við næstan
somu merking og at skifta millum
ymiskar stíllegur og so samstundis
halda eina javnvág og ein konse
kvens, so at teksturin gerst
reglufastur og samanhangandi.
Hanus Kamban megnar tað.
Málið í týðingini er tó als ikki
gerandisligt. Hanus umsetur ikki
søguna til nútíð, men brúkar eitt
mál, sum gevur lesaranum ein
varhuga av farnum tíðum, t.v.s.
ein varhuga av, at søgan ikki er úr
okkara tíð, men tó snýr seg um
viðurskifti, sum enn eru galdandi.
Hetta ávirkar setningsbygnaðin.
Fleiri setningar eru langir, kanska
í so langir og krókutir, men at
stytt setningarnar hevði verið
at flutt týdda tekstin burtur frá
upprunaliga tekstinum, og enda
málið hevur greidliga verið at gera
eina týðing so nær upprunaliga
tekstinum sum gjørligt. Teksturin
hjá Longos er í upprunalíki so
háttaður, at hann í støðum kundi
verði settur upp sum yrking, og tað
hevur eydnast Hanusi at varð
veita hetta eyðkenni í týðingini,
t.d. tá ein gamal hirði greiðir
teimum ungu frá kærleikanum:
»Ein gudur, míni børn, er Eros,
ungur og vakur og veingjaður«.
Eftirskrift
Aftast í útgávuna hevur Hanus
Kamban skrivað eftirskrift. Tað
er frálíkt, tí søgan er úr einari
tíð, sum fyri mong er ókend. Men
eftirskriftin er ov long og kundi
kanska verði stytt niður í helvt.
Tað hevði verið nóg mikið við
upplýsingum um sjálvan tekstin
og eitt sindur um søguligu um
støðurnar. Ov nógv verður gjørt
burtur úr søguligu gongdini í
tíðarskeiðinum og fornari grikskari
gudalæru. Í einari eftirskrift verður
ein viðgerð av slíkum slag undir
øllum umstøðum avmarkað.
Forngrikska mentanin í dag
Forngrikska mentanin hevur havt
og hevur framvegis ein serligan
týdning fyri lond um allan heim,
og týðingar av verkum úr forn
grikskari tíð koma regluliga út í
londunum kring okkum. Seinastu
árini hevur serliga amerikanski
heimspekingurin Martha Nussbaum
gjørt vart við forngrikska arvin
í politiskum kritikki av nútíðini,
t.d. í nógv umrøddu bókunum
»Cultivating Humanity« og »Not
for Profit«. Røðin av týðarum úr
forngrikskum til føroyskt er stutt
og eksklusiv: J.H.O. Djurhuus,
Jákup Dahl, K.O. Viderø og Axel
Tórgarð. At Hanus Kamban nú
tekur við eftir hesar týðarar er
einastandandi og í grundini eitt
slag av søgu í sjálvum sær.
Bergur Djurhuus Hansen
Longos: Daphnis og Chloe. 168 s.
Umsett: Hanus Kamban
Mentunargrunnur
Studentafelagsins. 298, 00 kr.
Týska blaðiið Die Zeit og útvarps
rásin Radio Bremen kjósa bestu
bókina hvønn mánað í árinum,
og hesaferð er valið fallið á
barnabók hjá einum føroyingi.
»Tann flata kaninin« eftir
Bárð Oskarson er vald burtur úr
rúgvuni og fær heiðurligt við
mæli frá týsku miðlunum.
Á týskum eitur bókin Das
Platte Kaninchen, og hon varð
send á marknaðin í februar mán
aði. Ummælini hava verið sera
góð, og við Kringvarpið segði
Bárður, at ein heiður av hesum
slagnum sjálvandi kann verða ein
góð lopfjøl. Bæði til stóra týska
marknaðin, men so sanniliga
eisini til restina av Europa.
TekningAR: Torbjørn Olsen