Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-21, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 135 · 22. november 2013 10 VIKUSKIFTI Forsetamorð Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá J. F. Kennedy varð myrdur 22. nov­ emb­er 1963 klokkan 12.30, koyrandi oman eftir Elm Street í Dealey Plaza, Dallas, Texas, var hann fjórði ameri­ kanski forsetin, ið fall fyri drápsmanna kúlum. Hann var komin til Texas at vitja, fyri at gera eina roynd at halla olju á vatnið í stríðnum millum konservativu og liberalu kreftirnar í demokratiska flokkinum. Hann var komin til Fort Worth seint seinnapartin 21. november, og helt so leiðina fram morgunin eftir. Komn­ir fram móti down-town koyrur bila­ fylgið eftir Main Street, snara síðani til høgru inn á Houston Street áðrenn snarað varður aftur til vinstru og byrja at koyra oman eftir Elm Street. Komnir nakað oman eftir Elm Street, nærkandi jarnbreytarbrúnni, ljóð­að brádliga nøkur skot, og John F. Kennedy fellur saman, deyðiliga særdur. Ein einasti Secret Service agentur reagerar, og leypir av follow-up bilinum og rennur fram til bilin, har Kennedy var staddur. Myndir vísa, at Jacqueline Kennedy er við at grulva upp á bakendan á bilinum, og seinni er komið fram, at hon helst hevur roynt at fingið fatur í einum parti av skøll­ inum, ið varð skotin av høvdinum á Kennedy. Hesin parturin av skøllinum er nevndur The Harper fragment, at tí hann seinni var funnin av tí lesandi Billy Harper. Sjálvt morðið varð upptikin av fleiri filmsamatørum, men besta upptøkan var gjørd av møbulsnikkaranum, Abraham Zapruter. Hon vísir forsetalimosinan koyra oman eftir Elm Street, tíverri goymd handan eitt vegskelti, tá fyrsta skotið fellur, men í fríum sýni, tá fatala skotið rakar Kennedy. Klossut politi Tað hava verið nógvar teoriir settar fram líka síðani. Spurningurin, hví limo­sinan slakaði av, tá fyrsta skotið var fallið. Hví eina ruta var vald við so nógvum snaringum í staðin fyri at koyra beint eftir Main Street. Kennedy var við miklari ferð koyrdur til Parkland Memorial Hospital, men tað stóð beinanvegin greitt, at har var einki at gera. Og eftir at ein jødiskur rabbai hevði givið honum seinastu salv­ing­ina, var Kennedy sagdur deyður at vera klokkan 13.00. Spurningurin var so, hvør hevði gjørt ta skemdargerð at myrða heimsins mest maktfulla mann. Tað gekk tó óvanliga skjótt at finna fram til tann seka. Klokkan 13.45 var Lee Harvey Oswald handtikin í Texas Theatre. Umleið klokkan 13.15 bleiv ein Dallas politistur skotin og myrdur á kross­inum East 10th Street og North Patton Avenue, ið er eitt bústaðarøki í Dallas. Óvist er, hví upptøkur vísa, at Jefferson Davies Tippit fekk boð um at verða verandi í friðarliga Oak Cliff øk­inum, tá allir aðrir politistar í Dallas fingu boð um at søkja til Dealey Plaza. Eitt annað stórt loyndarmál var, hví einki sást aftur til avhoyringarnar, sum Dallas politiið gjørdi av Lee Harvey Oswald. Ikki ein einasti minuttur var tikin upp, einki pennastrok. Einki skrá­ sett prógv. Í heila tikið má sigast, at politistyrkin í Dallas útmerkaði seg í dugnaloysi, ikki minst tá trygdin var so mikið vánalig, tá Oswald sunnudagin klokkan 11.21 skuldi flytast frá politifongslinum til statsfongslið, at Jack Ruby – ein nátt­ klubbaeigari – púra ótarnaður kundi skjóta og myrða Lee Harvey Oswald inni á politi­støðini. Warren og HSCA Lyndon Johnson gjørdi skjótt av, tá hann varnaðist, at myndugleikarnir í Texas ætlaðu at seta eina kanningarnevnd at kanna morðið á Kennedy, og setti sína egnu nevnd. The Presidents Commission on the Assassination of President Kennedy, gjørdist almenna heitið á nevndini, sum millum manna kortini fekk heitið Warren nevndin, eftir formanninum, Earl Warren, hægstarættar forseta. Nevndin arbeiddi í 10 mánaðar, og kom til júst somu niðurstøðu, sum FBI kom til eftir trimum mánaðum. Og tann niðurstøðan var, at Lee Harvey Oswald skjeyt og myrdi John F. Kennedy, og at hann var einsamallur um ógerðina. Draga framvegis Tað er í dag líka stór ósemja sum í 1963 um, hvør tað var, ið myrdi John Fitzgerald Kennedy. Tað eru framvegis nógvir Gerald Posner og nógvir Harold Weismann, og spurningurin er, um allur sannleikin nakrantíð kemur fram á bæði borð Myndirnar 311-313, beint áðrenn og tá drepandi skotið rakti. Myndirnar eru frá Zapruter filminum