hósdagur 21. november 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
11
VIKUSKIFTI
Limirnir í Warren nevndini vóru
Earl Warren, Richard Russel, senatorur,
D, John Sherman Cooper, senatorur, R,
Hale Boggs, umboðsráðið, D, Gerald
Ford, umboðsráðið, R, Allan Welsh
Dulles, fyrrverandi CIA-ovasti og John
J. McCloy, fyrrverandi forseti í Alheims
bankanum.
Í 1976 avgjørdi senatið, at seta eina
nýggja nevnd at kanna málið um
morðið á John F. Kennedy, og at kanna
morðið á Martin Luther King, ið var
myrdur 4. apríl 1968.
House Select Committee on Assassi
nation kom við sínari niðurstøðu í 1977,
og hon bendi frá niðurstøðuni hjá
Warren nevndini í einum avgerandi
punkti. Hon staðfesti nevniliga, at
talan var um meira enn ein skjútta, og
harvið var eisini talan um eina saman
svørjing.
Hinvegin gjørdi HSCA av, at tað var
Lee Harvey Oswald, ið skjeyt avgerandi
og drepandi skotið.
Hvønn veg fara vit
Býtið millum tey Warren trúgvu og
konspiratiónsteoretikararnar er 25 til
75, og av og á koma bøkur sum Case
Closed hjá Gerald Posner, ið bara
endurtaka niðurstøðuna hjá Warren
nevndini.
Hópurin av konspiratiónsbókum
er munandi størri, og kanningar vísa
framvegis at meginparturin av ameri
kanarum framvegis halda, at Kennedy
varð myrdur sum úrslit av einari
samansvørjing.
Ein nýggj og áhugaverd bók er
»Files on JFK«, ið byggir á samrøður, ið
Wim Dankbaar hevur havt við James E.
Files, ið viðgongur, at hann var loyni
ligi skjúttin á Grasy Knoll. Bókin er
gjørd í samstarvi við kenda Kennedy
granskaran, Jim Marrs. Tað var Marrs,
ið skrivaði bókina: »Crossfire: The Plot
That Killed Kennedy«, og var grundar
lagið undir filminum hjá Oliver Stone,
»JFK«.
Ein annar av teimum, ið var tíðliga
úti, var Mark Lane, ið við bókini,
»Rush to Judgement«, fanst hvassliga
at Warrenrapportini. Ein triði var
Harold Weisberg, ið við bókunum,
»Whitewash I-IV«, »Case Open« og
»Never Again« fyri at nevna nakrar,
somuleiðis fanst harðliga at arbeiðinum
hjá Warren nevndini.
Í 1967 kom Josiah Thompson við
einum øðrum klassikara, »Six Seconds
in Dallas: A Study of the Kennedy
Assassination«.
Og so finnast eisini meira óseriøsar
bøkur, so sum »Mortal Error: The Shot
That Killed JFK«, ið sigur, at eitt skot
av óvart frá follow-up Secret Service
bilinum var tað skotið, ið gjørdi av við
forsetan.
Kemst á mál
Tað er einki at ivast í, at heimurin er
komin nærri einari loysn av loyndar
málinum, hvør skjeyt Kennedy. Og nú
vit runda 50 ára dagin fyri drápið mugu
vit samstundis síggja í eyguni, at verður
tað ikki skjótt, verður tað ongartíð.
Eitt boð kundi kanska verið útlegg
ingin hjá Wim Dankbaar, sum saman
við Jim Marrs hevur givið út »Files on
JFK«.
Her verður pástaðið, at tað var
James E. Files, ein tá 21 ára gamal
CIA/Mafia afilliate, skal vera skjúttin
á Grassy Knoll.
Sambært Files rakti eitt skot
Kennedy aftanífrá bert splitsekund áðr
enn hansara skot frá Grassy Knoll rakti
høgru síðu á høvdinum á Kennedy.
Hetta samsvarar væl við Zapruter film
in, ið vísir at Kennedy fyrst fer fram
eftir, áðrenn hann verður sendur aftur
eftir og til vinstru.
Alt skal kortini takast við fyrivarni,
tí hetta er ikki fyrstu ferð, at onkur
tekur heiðurin fyri at vera skjótarin á
Grassy Knoll.
Vit kunnu tó við vissu siga, at tal
an var um eina samansvørjing, og at
minst ein skjútti var á the Grassy Knoll.
Hetta var niðurstøðan hjá House Select
Committee on Assassinations, og seinni
kanningar hava staðfest hetta.
Spurningurin er so, um tað nakrantíð
kemst á mál í spurninginum um, hvør
drap John Fitzgerald Kennedy. So hvørt
sum loyndarstemplaðu skjølini í tjóðar
arkivunum verða leyslatin er møguleiki
fyri, at tað slepst nærri sannleikanum,
men tað verður trupult at taka málið
upp í sínum fulla líki í einum viðfán
ingi, sum hesar síðurnar eru í stóru
myndini.
Vit kunnu bara staðfesta, at hetta
er fjórði amerikanski forsetin, ið fellur
fyri drápsmannakúlum.
Myrdir amerikanskir forsetar:
Abraham Lincoln
Skotin langafríggjadag 14. apríl 1865
av John Wilkes Booth
James Abram Garfield
Skotin leygardag 2. july 1881 av Charles Julius Guiteau
William McKinley
Skotin fríggjadag 6. september 1901 av Leon Czolgosz
John F. Kennedy
Skotin fríggjadag 22. november 1963
av ókendum gerningsmonnum
Eitt tað nýggjasta um Kennedy-morðið er at
finna á hesi heimasíðu og førir fram, at James
Earl Files var skjúttin á the Grassy Koll
Kenda myndin av líkskurðinum av Kennedy. Líkskurðlæknarnir vistu ikki,
at Kennedy var raktur í hálsin, tí læknarnir á Parkland, høvdu framt
ein barkaskurð, júst har sárið var, til tess at opna fyri luftgongdini