hósdagur 21. november 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Við Norðfarinum
og Vágbingi
Fyrri parturin í hesi røðini endaði í 1958, tá ið Torleif var í Íslandi eins og nógvir
aðrir føroyingar tá. Men so kom hann heim aftur og fór við føroyskum skipum
Í
1959 varð Sofus Bech, systkinabarnið,
biðin um at føra Norðfarið úr Vági til
ísfisk. Norðfarið var tá í tíðini roknað
fyri at vera eitt væla skip. Tað var ein
skonnart við tveimum mastrum. Hon
bleiv nakað eftir kríggið umbygd til trol, tá
bleiv tann eina masturin tikin úr skipinum.
Vit fiskaðu undir Føroyum, og fiskiskapurin
var ójavnur frá túr til túr. Vit sigldu niður við
fiskinum. Gjarna var tað til Aberdeen, men
onkran túr vóru vit í Grimsby.
Tá ið ísfiskurin var liðugur, varð farið
til Grønlands. Eg haldi, at vit fóru avstað 3.
mai. Eg minnist tað av tí, at tá var lembingin
byrjað. Hetta var krosmessudagur, og tað var
kavi nokk so langt oman í hagan. Eg hevði
eina ær, sum var væntað at lemba tann dagin.
Eg fór so niðan at vita, um eg sá hana. Tá sá
eg hana koma við lambi.
Tað var altíð nóg mikið at gera, eisini tá
ein var í landi. Eg var seyðamaður, og kundi
eisini í lembingartíð hava til uppgávu at skaffa
lamb til eina ær, har lambið var deytt.
Vit komu so til Grønlands, og vit fiskaðu
fyrst við línu og fingu væl av fiski. Vit kundu
fáa uppí 30 skippund um dagin, og tað var
heilt gott. Ein dagin vit vóru á Dana Bank,
tá kom ísur á okkum. Tað var væl av fiski á
línuni. Ísur kom skjótt, og vit royndu at draga
tað, sum vit vóru mentir. Manningin var býtt
í trý tørn, sum skiftust um arbeiðið, og eg var
á dekkinum tann dagin. Hann ið dró frá spæl
inum var ógvuliga raskur, og eg stóð sjálvur
við rulluna. Vit drógu alt, vit kundu. Men tá
ið vit komu fram at ísinum, máttu vit bara
sleppa, so vit mistu nakað av línu.
Vit fingu vist eini 5-600 skippund við
línuni. Nakað út í juni løgdu vit um til snellu.
Tá var snellan komin við oljutrýsti, og vit
fingu nógv við snelluni eisini. Eg minnist ser
liga tveir dagar, tá fingu vit 35 skippund fyrra
dagin og 25 skippund dagin eftir.
Doriir í vanda
Vit royndu i Dýpinum, sum tað var kallað,
og har sóu vit nógvar portugisiskar doriir.
Tær hoyrdu til stór móðurskip, sum høvdu ein
hóp, 70-80, av hesum smáu róðrarbátunum
við einum manni í hvørjum, sum róðu út frá
skipinum.
So var tað ein dag, har gott veður var um
morgunin, at hesar doriir vóru farnar í allar
ættir. Tá brann á við stormi vestaneftir. Tað
vóru ikki allar doriir, sum kláraði so væl at
koma aftur at borði. Summar vóru niðanfyri
skipið, og kundu ikki rógva skipið upp aftur
móti vindinum. Eg minnist, at Westward Ho,
sum tá framvegis var til fiskiskap, tók fleiri
doriir upp. Herman Petersen í Skálavík var
skipari.
Teir vóru so inni í Holsteinsborg við hesum
monnum. Tað kundi lættliga verið galið, um
føroyingar ikki høvdu tikið hesar menn upp.
Men mangan mundi standa á hjá portugis
arum, so illa sum teir vóru útgjørdir.
Vit vóru heima aftur tann túrin 8. august.
Norðfarið tók vanliga 900 skippund, úti ímóti
tí, sum teir nýggju línubátarnir tá tóku.
Tað bar eisini til at
fáa ov nógva sild
Vit komu so heim, fiskurin varð landaður í
Vági. Tá var liðið so langt út, at vit fóru á sild
við gørnum beinanvegin. Tað gekk væl á sild
ini, vit fingu 2200 tunnur tilsamans.
Eg minnist eitt kvøldið, tá ið vit settu.
Sum tað var vanligt, tosaðu skipini saman.
St. Jacques og Vørðan, sum eisini vóru úr Vági,
vóru ikki langt frá okkum. Vit sóu tey bæði
skipini. Teir høvdu fingið ein heilt góðan dag
og settu so aftur um kvøldið.
Tá ið teir á St Jaques høvdu sett nøkur
gørn, síggja teir, at tey fyrstu gørnini byrja
at søkka. Hetta merkti, at tað var komin ov
nógv sild í gørnini. Tá kundi vera ringt at
fáa tey aftur.
Nú siga teir á Vørðuni frá, at nú byrja
gørnini hjá teimum eisini at søkka. Eg haldi,
at teir mistu nokk so nógv av reiðskapi.
Vit vóru byrjaðir at seta, eg haldi, at vit
høvdu sett 10 gørn. Tá ið vit hoyrdu um hesa
støðuna hjá hinum skipunum, drógu vit inn
aftur beinanvegin. Tá var longu eftir eini løtu
ein tunna uppá garnið ella 10 tunnur tilsam
ans. Hetta var í sær sjálvum roknað fyri gott
fiskarí, sjálvt tá ið gørnini høvdu staðið eina
heila nátt.
Vit sluppu so undan at koma í hesa støð
una, takkað av, at teir søgdu frá. Tað var eisini
ofta, at lítið var at fáa. Tá kundi vera fitt í
gørnunum av einum lítlum fiski, sum varð
kallaður sildaforskrekkjari, tí hildið var, at
hann stygdi sildina. Hesin fiskur var tískil
bara til fortreð. Hetta var svartkjaftur, sum
seinni fekk og framvegis hevur stóran týdning
fyri okkara fiskivinnu.
Soleiðis gekk hetta árið, og eg haldi, at eg
forvann kr. 10.000 í 1959. Tað var bara gott,
sum tíðirnar vóru tá.
Við Vágbingi
Nú var tað, at gongd kom í endurnýggingina
av skipaflotanum við góðum stuðli frá al
mennu myndugleikunum.
Eitt stig var byggingin av trimum trol
arum í Portugal, seinni kendir sum portugals
trolararnir.
Tað var komin gongd á bygging av stállínu
skipum tá. Men landsstýrið vildi eisini seta
gongd á endurnýgging av trolaraflotanum.
Tað var í 1957, at Hákun Djurhuus, lands
stýrismaður, legði fyri løgtingið uppskot um
at landið lat hesar trolarar byggja. So nógv er
politikkur broyttur, at slíkt hevði ikki kunnað
komið fyri í dag.
Hildið var, at talan var um eina bíliga íløgu.
Hesir trolarir skuldu kosta knappar 3 milliónir
hvør. Men sum ikki eina ferð, so helt henda
kostnaðarmeting ikki. Tá ið avtornaði kostaðu
portugalstrolararnir góðar seks milliónir hvør,
lutvíst vegna broytingar, sum størri maskinu,
undir byggingini.
Trolararnir vórðu so yvirtiknir av lokalum
kreftum. Tann fyrsti var Leivur Øssurson, sum
fór á Tvøroyri. Tann næsti var Ólavur Halgi,
sum fór til Fuglafjarðar og so var tað Vág
bingur, sum fór til Vágs. Her gjørdist Johan
Dahl stórur partaeigari og reiðari. Hann var
jú stjóri á eini teirri stóru fyritøkuni, sum var
í Føroyum tá, og eg kann bara bera honum,
at hann var ein góður reiðari.
Eg setti saman við mongum øðrum parta
pening í Vágbingin. Hetta var ofta gjørt tá í
tíðini fyri at fáa kjans.
Vágbingur, TG 66, var bygdur hjá Estalicros
Navais de Viano do Castella í Portugal. Hann
var merktur 791 brutto tons og 363 netto.
Motorurin, ein 1470 hk, var frá Machinefabrik
Augsburg Nurnberg. p/f Rútafelli keypti
trolaran. Í fyrstu nevndini vóru Johan Dahl,
Hans J. Hjelm, Ove Leo, Andr. Djurhuus og
Hans Leo.
Torleif Bech 12. partur
Norðfarið