hósdagur 21. november 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
15
VIKUSKIFTI
Stovnarar av Rútafelli vóru A/S J. Dahl,
arbeiðsmannafelagið Framtíðin og Fa. Laura
Nolsøe. Í mars 1974 varð Vágbingur seldur til
p/f Rávan í Vági.
Eg var við Vágbingi í 6-7 ár. Tá varð stórt
sæð siglt hvønn túr, sum tað var møguligt.
Inntøkan var ikki størri enn, at tað bar illa til
at lata nakran túr fara burtur ímillum.
Fyrsti skiparin á Vágbingi var tann royndi
trolaraskiparin Hans Pauli Johannesen.
Jólagás undir Mykinesi
Vit vóru til ísfisk tann fyrsta veturin. Hann
kom á Vág tann 21. desember 1959. Vit fóru av
Vági longu dagin eftir til Havnar, har okkurt
var at rigga til. Síðani varð farið til Klaksvíkar
eftir ísi.
Vit koma so suður til Havnar. Tað bleiv
illveður av landnyrðingi, og tað var brim í
Havn.
Vit høvdu nýggjar góðar endar, sum fylgdu
við skipinum úr Portugal, at binda skipið. Teir
mundu vera um 35 mm til tjúktar. Vit bundu
skipið undir havnarskrivstovuni, men vind
urin var so nógvur, at endarnir slitnaðu, so
nógvur rennisjógvur var.
Hans Pauli ætlaði ikki at fara fyrr enn
jólaaftan, og vit skuldu eta jólagás við kei í
Havn. Men líkindini vóru so vánalig, at tað
vóru óráð at vera liggjandi á Havnini, so vit
fóru avstað dagin fyri jólaaftan.
So tað bleiv undir Mykinesi, at vit lógu
jólaaftan og ótu jólagás. Hetta var mikið
hugnaligt. Hildin varð eisini andakt, tað
bleiv sungið, og onkur hevði ein vitnisburð.
Tá ið hetta var av, fóru vit til Íslands. Vit fóru
upp eystanfyri norðureftir og vit kastaðu á
Kappagrunninum. Vit fingu nokk so nógv av
hýsu við toski uppi í. Men Hans Pauli var ikki
so glaður fyri at fáa so nógva hýsu fyrst á
túrinum, tí hon helt sær verri enn toskur.
Túrurin gekk kortini sína gongd við
hampiligum fiskiskapi. Men túrurin bleiv
í longra lagi, tí tað komu sjaskdagar uppí
millum. Tað bleiv fiskað í stórt sæð øllum
veðri, men tað kom tó minni burturúr, tá ið
tað var sjask.
So varð tosað um at fara til marknað. Um
somu tíð var Kaj, beiggi Hans Paula, skipari
á Skálaberg. Teir vóru eystari á við Langanes,
á Hellubakkanum.
Vit fóru so at sigla og Hans Pauli stúrdi
fyri, at Skálaberg fór at sigla samstundis sum
vit. Í so fall komu teir fyrr til marknaðin og
høvdu betri møguleikar at fáa góðan prís.
Um veðrið var gott, sigldi Skálaberg skjótari
enn Vágbingur, men var veðrið ringt, lá betri
fyri hjá Vágbingi at koma skjótari fram. Hann
trekti betur, um vindurin var ímóti.
Men Skálaberg fór ikki at sigla fyrr enn
tveir dagar seinni. Vágbingur fór so á Vág og
setti helvtina av fólkinum av, meðan hinir
fóru niður við. Teir, sum fóru í land, vórðu
so tiknir umborð aftur, tá ið komið varð úr
Grimsby.
Vit høvdu 2100 kitt, góð 120 tons. Hetta
var ein hampiligur túrur til rúgvu, um tað
ikki var nakar roktúrur.
Men vit seldu fyri 10.500 pund, so tað var
ein hampiligur túrur. Tá í tíðini var pundið
vert um 19 kr, ella meira enn tað dupulta av
virðinum í dag. Ein slíkur túrur gav um 1.200
krónur í manningarpart. Hetta var ikki heilt
galið.
Vit fóru so avstað aftur og fingu 2.600 kitt
og seldu fyri 13.000 pund. Hetta var ein góður
túrur, tí hann var eisini nokk so skjótur. Tann
túrin fingu vit kr. 2.000 í part og var tað heilt
gott.
Vansin við motorum
Tá ið vit fiskaðu á djúpum vatni, fingu vit
altíð eins nógv og aðrir trolarar, men á grunna
vatninum í Grønlandi fingu vit munandi
minni. Orsøkin var tann, at vit høvdu diesel
motor, meðan hinir trolararnir høvdu damp
maskinu. Hetta við dieselmotorum var ein
nýhugsan við portugalstrolarunum. Teir, sum
stóðu fyri henni, hava vist ikki hugsað um, at
við motorum larmaði skrúvan meira enn við
dampmaskinum, og hetta stygdi fiskin.
Tað varð nógv gjørt fyri at kanna hetta,
tá ið trolararnir vóru á beding, m.a. við at
taka aksilin úr, men hetta óljóðið fekst ikki
burtur.
Tað var so stórur munur, at eg minnist
eina ferð, at Skálaberg sigldi heim tríggjar
ferðir, meðan vit gjørdu ein túr. Ùrtøkan var
sjálvsagt har eftir. Royndin var fyri ein stóran
part á Fiskanesbankanum og Fylla Bank, og
har var so grunt. So tað var ikki lætt at hava
við at gera. Men í New Foundlandi var djúp
ari, og tá fingu vit tað sama sum hinir.
Hekkutrolarar, sum komu seinni, høvdu
allir motor og høvdu ikki í sama mun henda
trupulleikan. Men teir komu mest at fiska á
djúpum vatni.
Sum við øðrum, so vóru føroyingar eisini
seinir á sjóvarfallinum á hesum økinum. Tá
vóru týskarar byrjaðir við hekkutrolarum,
meðan vit framvegis bygdu síðutrolarar, sum
tá var við at vera ein farin tíð. Tað var ikki
fyrr enn í 1966, at vit fingu fyrsta hekkutrol
aran, og nøkur ár seinni fóru vit at byggja
hekkutrolarar.
Portugalstrolararnir høvdu so góðan skrokk
og vóru sterkir og sjógóðir, at teir høvdu egn
að seg væl at bygt um til hekkutrolarar, men
tað skuldu pengar til.
Galið við spølunum
Tað tarnaði okkum eisini, at nærum hvønn
túr vit vóru heima, máttu spølini yvirhálast.
Portugalstrolararnir høvdu elektrisk spøl,
sum eisini var ein nýhugsan, meðan hinir
trolararnir høvdu dampspøl, sum riggaðu á
ein heilt annan hátt. Hesi elektrisku spøl vóru
ein óumhugsað roynd, sum kom at tarna hes
um trolarum alla teirra tíð. Hetta kom at kosta
bæði í tíð og umvælingum.
Komandi partur:
Í komandi parti er Torleif fram
vegis við Vágbingi men fer so
við norskum hekkutrolara.
Henda myndin er frá
sildaveiðu við Fimm Systkin.
Her er nógv sild í
Nú ræður um at rista
sildina úr gørnunum
Vágbingur
Á dekkinum á Vágbingi
Hans Pauli Johannesen var
fyrsti skipari á Vágbingi. Her
er hann á floti við danska
uttanríkisráðharranum
Uffe Elleman Jensen