Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Tilburðurin í gjárkvøldið, har ein maður er skuldsettur fyri at hava dripið ein annan mann, er tað níggjunda manndrápið í Føroyum seinastu hálvu øldina – og tað triðja morðið hesu megin aldaskiftið. Fyrsta skrásetta morðið eftir seinna heimsbardaga var í Havn í 1967: 1. morðið: 1967: Ein 22 ára gomul norsk kvinna, búsitandi í Havn, verður dripin við skoti av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára gamal føroyingur. Drápsgrundin tykist at hava verið øvundsjúka, har maðurin skeyt seg sjálvan eftir drápið og læt eftir seg skilnaðarbræv. 2. og 3. morðið: 1970: Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær ungar gentur og ein 30 ára gamlan mann, sum kom gentunum til hjálpar. Hendingin fór fram í Klaksvík, har onnur gentan og maðurin doyðu. 4. morðið: 1979: Ein grønlendingur verður stungin til deyðis av nøkrum unglingum uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld. 5. morðið: 1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta sínum uttanfyri húsini í Kollafirði. Kvinnan sat í bilinum og maðurin fór inn eftir byrsuni og skeyt hana. 6. morðið: 1988: Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt unnustu sína við byrsu. Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt øvundsjúkumorð. 7. morðið: 2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og er hetta skrásett sum víðkað sjálvmorð. 8. morðið: 2011: Sambært løgregluni er einki frætt frá Dánjal Petur Hansen, eisini nevndur Piddi, síðani fríggjanáttina 4. november 2011 umleið klokkan 3. Ein maður verður dømdur 14 ára fongsul fyri manndráp. Líkið verður ikki funnið. 9. morðið: 2013: Tilburðurin í Havn í gjár, tá løgreglan skuldsetti ein 68 ára gamlan mann fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan mann. Níggju morð í fimmti ár Rólant Waag Dam Eyðfinn Hansen býr í Mark­ na­líð í Havn, har ein mað­ur varð funnin deyður miku­ kvøld­ið. Eyðfinn varn­að­ist bein­an­vegin, at okkurt var áfatt. - Vit sóu ein hóp av løg­ reglu­bilum og sjúkra­bil­um, umframt hundar frá løg­ reglu­ni. So vit høvdu bein­ an­vegin ein illgruna um, at okk­urt álvarsligt var áfatt, greid­di Eyðfinn Hansen frá á Rás2 hósdagin. Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn grannarnir frættu, hvat var hent í húsinum á Markna­líð nummar trý. - Tað er ikki stuttligt at vera granni, tá slíkt hendur. Hetta er skelkandi, segði Eyð­ finn Hansen. Eyðfinn Hansen greiðir frá, at tey eru ikki nógv, sum búg­va á Marknalíð. - Henda gøtan er ikki væl mann­að við fólki. Tað eru bara nøkur fá hús her, men sjálvt her kann slíkt henda. Tað er ræðuligt. Tað nýtist ikki at vera nakar stórbýur, tí sjálvt á eini lítlari gøtu kann hetta henda, førdi Eyðfinn Han­sen fram í samrøðu á Rás2. - Eg havi als ikki sovið í nátt. Eg havi bara hugsað um hvat er hent. Eg havi hugsað um fólkini, bæði ákærda og deyða mannin. Skelkaðir grannar Tað er bara eitt hús í millum bústaðin hjá Eyðfinni Hansen og húsið, har 61 ára gamli maðurin varð myrdur í gjár