Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 borgarlig víglsa samkynd sleppa Samgongutinglimir hava bundið seg til, at andstøðu­ uppskot skulu viðgerast í samgonguni, sum síðani tekur eina felags støðu. Mín høvuðsuppgáva er at tryggja, at samgonguskjalið verður hildið. Og eg kann bara staðfesta, at hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen Jón Brian Hvidtfeldt Tað verður ikki upp til hvønn einstakan løgtingslim at taka støðu út frá síni sann­ føring, nú málið um at loyva samkyndum at gift­ ast borgarliga kemur til við­ gerðar í løgtinginum. Kaj Leo Holm Johannesen er avgjørdur í spurninginum um, hvussu samgongan tekur ímóti uppskotinum frá Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen. – Í samgonguni hava vit av­talað, at tá andstøðan kemur við uppskotum, ið kunnu seta samgongustevið í vanda, so skulu hesi uppskot við­gerast í samgonguni fyrst. Mín uppgáva sum samgongu­ leiðari er at tryggja, at vit fylgja samgonguskjalinum. Og eg kann bara staðfesta, at hetta andstøðuuppskotið er ikki við í samgonguskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johanne­ sen. Spurdur beinleiðis, um hann sum samgonguleiðari fer at nokta sínum sam­ gongu­limum at atkvøða fyri upp­skotinum um at loyva samkyndum at giftast borgar­liga, svarar løgmaður av­gjørdur: – Vit hava eitt samgongu­ skjal at arbeiða út frá. Og hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Talan er um eitt uppskot frá and­ støðu­ni, og tí fara vit í sam­ gong­uni at viðgera tað og taka eina felags støðu. Løgmaður endurtekur fleiri ferðir, at málið er ikki partur av samgongu­skjal­ inum. Og hóast málið av summ­um verður roknað sum eitt »etiskt mál«, har løg­tings­limir kunnu atkvøða frítt eftir síni sannføring, so eru tær spælireglurnar ikki gald­andi í hesum mál­ inum: – Nei, tað verður ikki talan um at fríttstilla samgongu­ limir. Samgongan kemur at tosa saman og taka eina felags støðu til málið, sigur løg­maður og endurtekur, at málið ikki er partur av sam­ gongu­skjalinum. Disciplin Hóast Kaj Leo Holm Johanne­ sen persónliga hevur givið til kennar eina liberala støðu til rættindi hjá samkyndum, so metir løgmaður ikki, at hans­ ara persónliga støða hev­ur týdning. – Nei, mín persónliga støða er irrelevant í dag. Eg taki fult undir við at samkynd skulu hava somu rættindi sum onnur. Tað gjørdi eg longu greitt í 2002. Men nú havi eg eitt samgonguskjal at halda meg til. Og sum løgmaður er tað mín uppgáva at tryggja stevið í samgonguni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Løgmaður hevur hug at ilskast inn á teir tríggjar løgtingslimirnar, sum nú leggja uppskotið fram. – Hesi fólkini leggja ikki uppskotið fram, tá tey eru í samgongu. Hví gera tey ikki tað, spyr løgmaður og svarar sjálvur: – Tað er væl helst tí, at tey tá hava somu atlit at taka, sum vit í samgonguni hava ídag. Løgmaður sigur seg tí ivast í motivinum hjá teimum trimum løgtingslimunum fyri at leggja uppskotið fram júst nú. – Ja, eg ivist í motivinum, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen og vísir enn einaferð til tann politiska veruleikan, sum eftir hansara tykki gera slík mál so trupul. jonbrian@sosialurin.fo Løgmaður blokerar LGBT Føroyar, sum er ein áhugafelagsskapur, ið stríð­ ist fyri rættindunum hjá samkyndum, hevur neyvt fylgt arbeiðnum hjá teimum trimum løgtingslimunum, sum mikudagin løgdu fyri løgtingið uppskotini, ið kunnu tryggja samkyndum rættin at giftast borgarliga. Tað var tí ein stór løta fyri felagsskapin, tá uppskotini vóru løgd fyri løgtingið, stutt fyri klokk­ an fimm seinnapartin miku­dagin. Stutt eftir sendi LGBT út tíðindaskriv við hesi tøkk: – LGBT Føroyar vil fegin nýta høvið at takka hes­ um trimum tingfólkum fyri at vísa dirvi og ganga á odda við at leggja hesi upp­skotini fyri Løgtingið í dag. Allir okkara limir, teirra avvarandi og okkara mongu stuðlar annars, hava eisini øll verið við til at fáa hetta málið inn um gáttina á tinginum í dag. Tað fegnast vit almikið um og eru sera takksom fyri. Ein serliga tøkk fer eisini til løgfrøðingarnar, ið hava givið eina sera virðismikla hjálpandi hond. Uttan LGBT fegnast um uppskot Jógvan á Lakjuni ! Hanus Samró Joen Magnus Rasmussen NEI Eyðgunn Jana Samuelsen JA Henrik Old Brandur Sandoy Gerhard Lognberg NEI Rigmor Dam JA Bjarni Djurholm Janus Rein Jákup Mikkelsen Aksel V. Johannesen JA Bill Justinussen E.M. Gunnleygsdóttur NEI Rodmundur Nielsen Poul Michelsen JA Kristin Michelsen Jenis av Rana NEI ! ! ! ! ! ! ! ! NEI 20. november 2013 gjørdist ein søguligur dagur, sigur felagsskapurin hjá samkyndum í Føroyum