fríggjadagur 22. november 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Svenning Tausen farin
Dýrmett er minnið um
farnan vin.
Ein blíð glæma frá setandi
sól,
sum varliga og sorgblítt
stavar á hjartað.
Nakað soleiðis tekur ein
ameriskur yrkjari til. Og nú
gamli vinmaðurin legði hesa
seinastu illgongdu brekkuna
aftur um seg og fór um sýn,
hevur verið gott at fløva seg
við tey góðu minnini, og tey
eru mong. Stundum væta tey
mær eygnakrókin, og javnan
fáa tey meg at smírast.
Hesin lágvaksni maðurin
úr Hovi. Høga pannu og svart
hár. Strangligt yvirbragd.
Altíð høviskur og siðiligur.
Tann, ið kendi hann, visti,
at hann var stuttligur sum
fáur, tikin úr leikum sum frá
søgumaður og segði stund
um: ”Steiki …” Tí hann tók
støðu til alt og hevði evnini
at undrast.
Summi nøvn verða al
tíð nevnd við virðing. Skúl
ans fólk fara altíð at nevna
Svenning Tausen við virð
ing.
Fólk, sum geva okkara
máli ans og viðurkenna,
hvussu
nógva
røkt,
tað
krevur, fara altíð at nevna
Svenning við virðing, tí hann
var ein av málsins bestu
røktingarmonnum.
Hann
røkti okkara innastu sálar
flógv við slíkum kærleika, at
fáur fer at gera honum tað
eftir.
Hann visti, at í tí býr
tilvitskan og sanni mátturin
í mentanini, og at tað hýsir
allari okkara søgu og menn
ing. Tí fór hann so væl um
tað.
Hann visti, at barnið mátti
fáa gott í beinið og stovn
aði tí Bókadeildina saman
við øðrum, so børn og ung
skuldu sleppa at njóta og
læra sítt egna móðurmál í
góðum bókum.
Hann hevði eina mál
stevnu, sum eg haldi vera ta
einastu røttu, og sum hevur
verið við til at ment okkara
mál
so
ómátaliga
nógv
hesa seinastu hálvu øldina.
Eina málstevnu, sum hevur
gjørt, at vit nú eiga størri
orðafeingi enn nakrantíð
og fleiri stílavbrigdi enn
nakrantíð áður. Hann var
ein teirra, ið skapti okkum
valmøguleikarnar í fjølbroyt
tum og vøkrum málburði.
Har var ongantíð nøkur av
marking, har vóru bara fleiri
dyr latnar upp.
Tá ið eg fyri mongum árum
síðan undirvísti í føroyskum
á
Føroya
studentaskúla
og fekk lýtaleysa uppgávu
í hondina, gratt ikki, at
Svenning hevði lært unga
næmingin at skriva. Hann
prógvaði, at til ber at læra
øll at skriva føroyskt. At alt
snýr seg um undirvísingina.
Hann mundi vera ein tann
besti føroysklærarin, skúlin
hevur átt.
Men hann var so nógv
meira enn bara ein málsins
røktingarmaður. Hann var
ein sjaldan vitandi maður,
og kunnleiki hansara fevndi
so víða. Hann vaks upp við
bøi, fenaði og flogfenaði,
hann hevði verið til skips,
lært um jarðfrøði og gróður
hjá
Jóannesi
Rasmussen,
lært føroyskt hjá Tórarini
Evensen, var politiskt og
sosialt ógvuliga tilvitandi.
Hann visti um ætt at siga og
var fullur í góðum søgum.
Tú kundi práta um alt við
Svenning, og hann legði altíð
aftrat tínum kunnleika.
Og hann var altíð til reiðar
at dugna ein hond. Frá fyrsta
degi, ið lunnar vórðu lagdir
undir Sprotan, var hann
tann, ið bøtti og stuðlaði,
gav góð ráð og eggjaði til,
og rættlas og rættaði kós.
Altíð og ósvitaliga tann sami
dyggi, holli vinurin. Hansara
partur at gera Sprotan til
forlag, verður ikki gjørdur
honum eftir.
Hann brúkti alla ta tíð, ið
kravdist, at rættlesa stóru
donsku-føroysku
orðabók
ina, hann totaðist við eitt
stórverkið fyri og annað
eftir, vísti okkum á veik
leikar í tekstunum, og hvussu
teir kundu verða bøttir.
Ótroyttiliga arbeiddi hann.
Stórverkið um Tjóðveldissøg
una, sum Jákup Thorsteins
son læt úr honum, áðrenn
hann doyði, var seinasta
verk, ið Svenning rættlas fyri
okkum.
Tað hava verið mangar
hugnaligar løtur seinastu
20 árini saman við Amy og
Svenningi – kaffismílur, prát,
látur og góðar søgur.
Hetta trygga heimið, fult
av kærleika og blíðskapi.
Kærleika, ið heldur á, nú
hann er farin, tó at saknurin
verður stórur. Kærleika, sum
verður eftir, hóast løturnar
mangan munnu fara at vera
tómligar hjá Amy.
Hann er farin, men kortini
ikki longri burtur enn, at
minnini um hann fara javnan
at renna fram fyri okkum,
tí eingin teinur og einki
tíðarlop skerjir slíkt vinalag.
Slóðin, hann hevur lagt eftir
seg í minninum, er slóð, eg
altíð fari at leita afturá.
Jonhard Mikkelsen
Fríggjakvøldið 22. november
halda hjúnini Randi og Petur
Jacobsen ein felags 60 ára
føðingardag. Bæði eru fødd
í 1953 (Petur 10. juli og Randi
22. nov.). Tey vóru heilt ung,
tá tey møttust í Søldafirði,
har bæði vóru komin at
arbeiða. Tey blivu gift sum
18 ára gomul og hava búð í
Søldafirði síðan.
Randi og Petur eiga 5
børn. Petur er bilmekanikari
og rekur nú útvarps- og
sjónvarpssendinet.
Randi
er grannskoðari. Petur búði
størsta partin av skúlaáru
num í Klaksvík, og Randi
vaks upp á Tvøroyri.
60 ára føðingardagurin
verður hildin í nýggja part
inum av Elim í Søldafirði.
Opið hús er frá kl. 17:00 og øll
eru hjartaliga vælkomin.
Petur og Randi Jacobsen
120 ára
føðingardagur
Føðingar
1. november fingu Herborg og Súni Haraldsen, Hoyvík, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3430 gr.
10. november fingu Gunnvør og Jógvan Olivur Kallsoy,
Eiði, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 5040 gr.
13. november fingu Durita Johansen, Rani Slættanes, Havn,
eina dóttur. Hon var genta 53 cm long og vigaði 4040 gr