fríggjadagur 22. november 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagin
25
NOVEMBER
Mánadagin
25
NOVEMBER
25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum.
Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti
kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki.
Vit liva í einum heimi, har í minsta lagi triðja hvør kvinna
onkuntíð í lívi sínum hevur verið bukað, noydd til kynsliga
samveru ella á annan hátt er misnýtt. Í vesturheim inum er talið
23%. Altso ímillum fjórða og fimta hvør kvinna.
Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur heima við hús er
høvuðsatvoldin til, at kvinnur millum 16 og 44 ár doyggja ella
fáa varandi mein. Fleiri kvinnur doyggja sostatt av harðskapi,
enn av krabbameini ella ferðsluvanlukku. Sambært WHO
eru næstan 70% av myrdum kvinnum dripnar av sínum
sambúgvum. Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum.
Kom við til forvitnisligt kvøld har upplýsing og mentan verða í
hásæti. Kjak, fyrilestrar og livandi tónleikur. Tiltakið er alment
og ókeypis.
FYRILESTRAR
Triðja hvør kvinna í heiminum er fyri harðskapi
– tí er talan um ein javnstøðutrupulleika!
Katrin á Neystabø, Amnesty International
Hví er harðskapur móti kvinnum framvegis tabu?
Súsanna Skaale, sálarfrøðingur
Sig frá – hvussu langt eru vit komin?
Elin Winther Poulsen, Sig Frá Verkætlanin
Altjóða dagur
móti harðskapi
móti kvinnum
KVINNUHÚSIÐ
› Tiltakið byrjar kl. 20, í hølunum hjá Amnesty International í Niels Finsensgøtu 32, á 2. hædd.
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo