Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. november 2013 · Nr. 135 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 15. november 2013 · Nr. 132 ­ Innlit í og kunning um øll viðurskifti hjá tí almenna og alt arbeiði, sum verður gjørt fyri skattaborgararans pengar, er eitt sjálvsagt krav í dag. Nakrar avmarkingar eru, men vit hava í stóran mun bæði rætt og møguleika at fylgja við í, hvat almennir stovnar, nevndir og ráð fáast við og taka avgerðir um. Vit eru langt frá komin har til enn, at øll klára ella vilja liva upp til hetta krav, men tað gongur rætta vegin, ikki minst við hjálp frá fjølmiðlunum og Løgtingsins Umboðsmanni. Eitt er, at fólk hava krav uppá góða og sakliga kunning. Eitt annað er, at tað næstan uttan undantak eisini tænir avsendaranum minst líka væl at syrgja fyri at kunna avvarðandi partar og oftast eisini almenning skjótt, greitt og ítøkiliga fyri at tryggja sær, at søgan vendir tann vegin, hann ynskir. Vantandi kunning ella uttanumtos, skapar hol, tómrúm, sum verða fylt við gitingum, sum skjótt verða til illgitingar. Er skriðan lopin, er sera trupult at koma aftur á beint, tí søgurnar fáa egið lív, og avsendarin fær oftast ikki forklárað seg, uttan at gera ilt verri. Dømini eru mong, bara seinastu vikuna, har høvuðs­per­ sónar í málum hava gjørt sær sjálvum og samfelagnum eina bjarnatænastu við ov vánaligari kunning. Fyrstaplássið, frammanfyri meiriluta og minniluta í Málráðum, eigur nevndin fyri Atlantic Airways. Hon hevur eftir mínum tykki gjørt sær lívið óneyðuga súrt við at senda stjóran til hús eitt leygarkvøld uttan líkinda almenna grundgeving. Tað er dekan ov tunt at skjóta seg undir, at avgerðin mátti kunngerast so skjótt hon varð tikin, orsakað av at felagið er børsskrásett, og at avgerðin varð tikin eitt leygarkvøld, tí nevndin bert hevði stundir at hittast tá. Í sama andadrátti varð sagt, at avgerðin hevði verið ávegis eina tíð. Tá mátti tað borið til hjá nevndini í staðin at havt hendan fundin ein mánamorgun ella annan gerandisdag heldur enn í vikuskifti og kunngjørt niðurstøðuna fyri starvsfólki, almenningi og øðrum partaeigarum beint aftaná. At tað harafturat tykist trupult hjá nevndini yvirhøvur at greiða størstu ognarunum, Føroya fólki, frá, hví tað yvirhøvur var neyðugt at skifta stjóran út, ger, at fólk byrja at gita og spinna søgur. Síðani leygarkvøldið hevur kjakið gingið lystiliga í tí privata rúminum, á sosialu miðlunum og í almenna rúminum. Frá at standa fyri skotum fyri viku síðani fyri ov høgar ferðaseðlaprísir og ov fáar fráferðir, er nú knappliga eitt sindur synd í frákoyrda stjóranum. Hann verður róstur fyri drúgt og gott avrik og spurna­ rtekin verður sett við, hvør skal kunna lyfta arvin. Nevndarformannin hava fólk ikki ordiliga fidus til, hann tykist ógreiður, uttan visjónir, eitt vet tykkin og smáligur. Hann hevur valt at seta ein dana uttan innlit í føroysk viðurskifti í oddasessin fyri felagið, sum vit, føroyingar, eiga, at leggja nýggja kós, uttan at vita ella hirða at avdúka, hvar málið er. Skemtisøgurnar um SMS boð og Bonus skipanir flúgva um oyruni. So hvørt sum dagarnir ganga, kemur ymiskt fram, sum vísir millumrokningarnar og gráu tónarnar í málinum, men hesar hefta fólk seg ikki so nógv við, tí søgan við hetjum og skálkum er nógv meira spennandi. Eins og Atlantic Airways, so flýgur tíðin, og í næstu viku er tað onkur onnur søga, sum vit fara at gita um. Annika Sølvará stjóri fyri Granskingarráðið EYGA MÁLIÐ Vit gita, um vit ikki fáa nakað at vita kjak kjak Alfabetið Heri Mohr Í meira enn 160 ár hava før­ oyingar brúkt alfabetið, sum V.U. Hammershaimb gav okk­ um. Øll hesi árini hava vit lært og dugað okkara ABC uttanat eins væl og okkara faðirvár. Ják­ up á Møn ”kundi at remsa upp ABC” á tólvta ári. Okk­ ara alfabet hevur verið eitt avbera gott amboð hjá øll­ um, ið skriva og lesa før­ oyskt. Einasti trupulleikin í alfabetinum er kanska ð-ið, ið mangan kann arga. Men hóast tað einans sæst á pappír­inum og vanliga ikki hoyrist , eiga vit at varðveita ð-ið. Hesin bókstavurin er tann estetiska sálin í okkara skriftmáli. Okkara alfabet er sprottið úr tí latínska og í nøkrum førum tí grikska alfabetinum. Okkara alfabet er at kalla tað sama sum tað bretska. Og tað brúka vit hvønn dag. Eftir øllum at døma er ein meiriluti av Málráðnum av teirri áskoðan, at nakað av okkara alfabeti er óføroyskt og tessvegna ónýtiligt. Tað er ørvitistos. Ráðið ætlar at purificera (reinsa) okk­ara alfabet fyri øllum útlendsk­ um. Júmen, so hava vit als einki alfabet. Tað ”føroyska” í okkara alfabeti er í roynd og veru ikki annað enn, at a, i, o, u og y í serligum føri verða skrivað við tí fronsku strikuni accent aigu. Og so ei, ey og oy. Nú frættist, at ein meiri­ luti í málráðnum hevur strekt seg so langt, at teir 5 bók­stavirnir – c, q, w, x og z – ið skulu amputerast, kunnu brúk­ast ad hoc, men teir mugu ikki vera ein partur av alfabetinum. Sancta Simplicitas! Í telefonbókini eru c og w og z í túsundatali. Vit fara á WC hvønn einasta dag – í løtuni eisini orsakað av ørskapinum, sum nú av álvara hevur tikið seg upp um okkara alfabet. Kona Sokrates æt Xan­ thippa. X-kynskromo­somið og Sex eru úr somu skuffu. Og hvør er hann, ið ikki dugur at spæla og gita, hvør ið Dr. X er, líka mikið um tey spæla upp á xylofon ella blása í Saxofon? Í Mocam­ bique er havnabýurin Xai- Xai. Í býnum Wenchow búgva 1.5 mió. Í Føroyum eru fleiri habilir Xylografar. Tá ið vit taka bíløt (fotografera), er tað vanligt at zooma fyri at fáa góð bíløt. V. U. Hamm­ ershaimb stavaði seks við x. Soleiðis kunnu vit halda fram í tað endaleysa. Pápi V. U. Hammersheimb, Jørg­en Hammershaimb, ætt­aður úr Schlesien, var sein­asti løgmaður í Føroyum (1806-16) og abbi V.U.H. var ein hatta­makari Johan Hendrik Eg­holm, faðir til Egholm-ætt­ ina í Føroyum. (Við heimastýrislógini í 1948 kom løgmansheitið aft­ur í løgtingið.) Vencelaus Ulricus Hammershaimb fødd­ist 25. mars 1819. 12 ára gamal sigldu V. U. Hammershaimb og mamma hansara við einum skipi hjá Kongaliga Handlinum til Keypmannahavnar, har hann skuldi ganga í skúla. Tey fóru úr Føroyum 20. oktober 1831, og ikki fyrrenn 26. februar 1832 fall akkerið uttan fyri Keypmannahavn. Áhaldandi stormur og álv­ ars­lig óhapp vóru or­søk­in til, at siglingsferðin vardi 4 mánaðar. (Edward Mort­ans­ son/V. U. Hammershaimb.) 36 ára gamal kom Hamm­ ershaimb aftur til Føroya í 1855 og var prestur/próstur her í 23 ár og so prestur í Danmark í 20 ár. Hann doyði í Danmark í 1909 90 ára gam­ al. Í eini fjórðingsøld hevur eitt nationalistiskt virus, sum smittar og er trupult at basa, gjørt um seg í Føroyum. Hetta mutatiónsvirussið er sálar­ skeklandi: Í mentan/kulturi; orð í skrift og talu; nøvn og heiti á persónum, stovnum, størvum, amboðum… you name it. Er tað satt, at Skúla­ bókagrunnurin hevur ampu­ terað alfabetið til skúlabrúks ætlað okkara smáu børnum? Hesi børn hava fleiri við­bera­ punkt við c, w og z: mammur, pápar, systkin v.m. Tað syndarliga er, at hetta verður framt av føroyingum við góðum skúla – yvirhøvur í Danmark – sum ikki tykjast at hava tað stóru virðing fyri ella vitan um, hvussu lívið í Føroyum stigbundið verður sampassað. Hesi folk áttu at hugt í leypin, sum okkara forfedrar og gomlu fólk settu og seta frá sær. Hann er á tremur við lívsroyndum, vitan og lívsmegi. Vit hava sum sagt eitt hætt­ is­ligt virus, sum so ger vart við seg eins og tann herviliga sjúkan uppi í Hoydølum, sum tók meira enn eina hálva øld at verða bast. Tann sjúkan, tuberklarnir, var, eins og um­ rødda virus, sera mein hjá ung­um fólki. Vónandi fer løgtingið skjót­ast gjørligt at áleggja skúla­myndugleikunum at nýta alfabetið, sum í 160 ár hevur verið mønin í skúlauppalingini av okkara børnum og eitt frálíkt am­ boð hjá okkara fólki, sum myndaðu okkara kulturellu gulløld. Vit kunnu tríva í rúgvuna: A. C. Evensen, Ras­ mus Effersøe, Rasmus Ras­ mussen, Símun av Skarði, Mikkjal á Ryggi, Hans Andreas Djurhuus, J. H. O. Djurhuus, Heðin Brú, Martin Joensen og mong onnur. Tað er óhugsandi, at nakar av teimum, ið skapti okkum gull­øldina, høvdu funnið upp á at amputera okkara alfabet. Vónandi kann eitt samt løg­ ting greiða hesa ólukkuligu fløkju. Tað er átrokandi. Okkara akademikarar hava sjálvandi aðrar og størri upp­gávur í okkara samfelag at arbeiða við enn at vera politiskir rosinpilkarar. Málspurningar Kristin Poulsen Tú hoyrir mangt og hvat í fjølmiðlunum millum ár og dag, sum fellur tær fyri bróstið, men tað er ikki altíð, at tú tímir at gera vart við teg, men við hvørt kanst tú ikki halda tær, og tí hetta hjartasuffið. Í dag er heilt vanligt at hoyra fólk siga “stille og roligt”, og tey sýnast at halda, at hetta er føroyskt, men hetta er jú reint danskt, sum við so nógvum øðrum tílíkum máliskum, t.d.” hen ad vejen”, og tað enska “ so far” og “ you name it “ - máliskur, sum eru heilt óneyðugar, tí vit eiga orðingar, sum siga júst tað sama, og orðingar sum “pá núverandi tíðspunkt” kunnu vit eisini koyra á vestfallið, og ikki at gloyma tað fjákuta “alt annað líka”, sum er púrasta óneyðugt. Okkurt, sum eg fyrr havi havt á orði, hevur gjørt mun, tí nú eru ikki so nógv frásøgufólk, sum siga aftara og fremra stong í staðin fyri at siga handara og næsta stong. At veðurlag og veður ikki merkja tað sama, hava kringsvarpsfólk vita leingi, men nú eru vit aftur farin at hoyra fólk í kringvarpinum siga veðurlag í staðin fyri veður ella veðurlíkindi, veður­vánir. Orðið dóttir verður ofta ikki so væl viðfarið. Dóttir eitur døtur í fleirtali og ikki døtrar, sum summi vilja vera við.Tað undrar meg, at akademikarar sum prestar og magistarar ikki duga at benda eitt so vanligt orð.