Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-22, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 135 · 22. november 2013 15 VIKUSKIFTI Stovnarar av Rútafelli vóru A/S J. Dahl, ar­beiðsmannafelagið Framtíðin og Fa. Laura Nolsøe. Í mars 1974 varð Vágbingur seldur til p/f Rávan í Vági. Eg var við Vágbingi í 6-7 ár. Tá varð stórt sæð siglt hvønn túr, sum tað var møguligt. Inn­tøkan var ikki størri enn, at tað bar illa til at lata nakran túr fara burtur ímillum. Fyrsti skiparin á Vágbingi var tann royndi trolaraskiparin Hans Pauli Johannesen. Jólagás undir Mykinesi Vit vóru til ísfisk tann fyrsta veturin. Hann kom á Vág tann 21. desember 1959. Vit fóru av Vági longu dagin eftir til Havnar, har okkurt var at rigga til. Síðani varð farið til Klaksvíkar eftir ísi. Vit koma so suður til Havnar. Tað bleiv ill­veður av landnyrðingi, og tað var brim í Havn. Vit høvdu nýggjar góðar endar, sum fylgdu við skipinum úr Portugal, at binda skipið. Teir mundu vera um 35 mm til tjúktar. Vit bundu skipið undir havnarskrivstovuni, men vind­ ur­in var so nógvur, at endarnir slitnaðu, so nógv­ur rennisjógvur var. Hans Pauli ætlaði ikki at fara fyrr enn jólaaftan, og vit skuldu eta jólagás við kei í Havn. Men líkindini vóru so vánalig, at tað vóru óráð at vera liggjandi á Havnini, so vit fóru avstað dagin fyri jólaaftan. So tað bleiv undir Mykinesi, at vit lógu jólaaftan og ótu jólagás. Hetta var mikið hugnaligt. Hildin varð eisini andakt, tað bleiv sungið, og onkur hevði ein vitnisburð. Tá ið hetta var av, fóru vit til Íslands. Vit fóru upp eystanfyri norðureftir og vit kastaðu á Kappagrunninum. Vit fingu nokk so nógv av hýsu við toski uppi í. Men Hans Pauli var ikki so glaður fyri at fáa so nógva hýsu fyrst á túrinum, tí hon helt sær verri enn toskur. Túrurin gekk kortini sína gongd við hampiligum fiskiskapi. Men túrurin bleiv í longra lagi, tí tað komu sjaskdagar uppí millum. Tað bleiv fiskað í stórt sæð øllum veðri, men tað kom tó minni burturúr, tá ið tað var sjask. So varð tosað um at fara til marknað. Um somu tíð var Kaj, beiggi Hans Paula, skipari á Skálaberg. Teir vóru eystari á við Langanes, á Hellubakkanum. Vit fóru so at sigla og Hans Pauli stúrdi fyri, at Skálaberg fór at sigla samstundis sum vit. Í so fall komu teir fyrr til marknaðin og høvdu betri møguleikar at fáa góðan prís. Um veðrið var gott, sigldi Skálaberg skjótari enn Vágbingur, men var veðrið ringt, lá betri fyri hjá Vágbingi at koma skjótari fram. Hann trekti betur, um vindurin var ímóti. Men Skálaberg fór ikki at sigla fyrr enn tveir dagar seinni. Vágbingur fór so á Vág og setti helvtina av fólkinum av, meðan hinir fóru niður við. Teir, sum fóru í land, vórðu so tikn­ir umborð aftur, tá ið komið varð úr Grimsby. Vit høvdu 2100 kitt, góð 120 tons. Hetta var ein hampiligur túrur til rúgvu, um tað ikki var nakar roktúrur. Men vit seldu fyri 10.500 pund, so tað var ein hampiligur túrur. Tá í tíðini var pundið vert um 19 kr, ella meira enn tað dupulta av virð­inum í dag. Ein slíkur túrur gav um 1.200 krónur í manningarpart. Hetta var ikki heilt galið. Vit fóru so avstað aftur og fingu 2.600 kitt og seldu fyri 13.000 pund. Hetta var ein góður túrur, tí hann var eisini nokk so skjótur. Tann túrin fingu vit kr. 2.000 í part og var tað heilt gott. Vansin við motorum Tá ið vit fiskaðu á djúpum vatni, fingu vit altíð eins nógv og aðrir trolarar, men á grunna vatn­inum í Grønlandi fingu vit munandi minni. Orsøkin var tann, at vit høvdu diesel­ motor, meðan hinir trolararnir høvdu damp­ maskinu. Hetta við dieselmotorum var ein nýhugsan við portugalstrolarunum. Teir, sum stóðu fyri henni, hava vist ikki hugsað um, at við motorum larmaði skrúvan meira enn við damp­maskinum, og hetta stygdi fiskin. Tað varð nógv gjørt fyri at kanna hetta, tá ið trolararnir vóru á beding, m.a. við at taka aksilin úr, men hetta óljóðið fekst ikki burtur. Tað var so stórur munur, at eg minnist eina ferð, at Skálaberg sigldi heim tríggjar ferðir, meðan vit gjørdu ein túr. Ùrtøkan var sjálvsagt har eftir. Royndin var fyri ein stóran part á Fiskanesbankanum og Fylla Bank, og har var so grunt. So tað var ikki lætt at hava við at gera. Men í New Foundlandi var djúp­ ari, og tá fingu vit tað sama sum hinir. Hekkutrolarar, sum komu seinni, høvdu allir motor og høvdu ikki í sama mun henda trupulleikan. Men teir komu mest at fiska á djúpum vatni. Sum við øðrum, so vóru føroyingar eisini seinir á sjóvarfallinum á hesum økinum. Tá vóru týskarar byrjaðir við hekkutrolarum, meðan vit framvegis bygdu síðutrolarar, sum tá var við at vera ein farin tíð. Tað var ikki fyrr enn í 1966, at vit fingu fyrsta hekku­trol­ aran, og nøkur ár seinni fóru vit at byggja hekku­trolarar. Portugalstrolararnir høvdu so góðan skrokk og vóru sterkir og sjógóðir, at teir høvdu egn­ að seg væl at bygt um til hekkutrolarar, men tað skuldu pengar til. Galið við spølunum Tað tarnaði okkum eisini, at nærum hvønn túr vit vóru heima, máttu spølini yvirhálast. Portugalstrolararnir høvdu elektrisk spøl, sum eisini var ein nýhugsan, meðan hinir trolararnir høvdu dampspøl, sum riggaðu á ein heilt annan hátt. Hesi elektrisku spøl vóru ein óumhugsað roynd, sum kom at tarna hes­ um trolarum alla teirra tíð. Hetta kom at kosta bæði í tíð og umvælingum. Komandi partur: Í komandi parti er Torleif fram­ vegis við Vágbingi men fer so við norskum hekkutrolara. Henda myndin er frá sildaveiðu við Fimm Systkin. Her er nógv sild í Nú ræður um at rista sildina úr gørnunum Vágbingur Á dekkinum á Vágbingi Hans Pauli Johannesen var fyrsti skipari á Vágbingi. Her er hann á floti við danska uttanríkisráðharranum Uffe Elleman Jensen