fríggjadagur 22. november 2013síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 135 · 22. november 2013
Fótbóltslandsliðið
ikki hálv mannað
Hesir fimm byrja inni
In.fo
Takk, Johan,
nú er nógv betur!
Johan Dahl sissar tey óttafullu
in.fo
Ruddið forsíðuna!
Stórur áhugi í lesiringum við Skálafjørðin
Kvf.fo
So kann hann læra tað!
Maðurin, sum fekk bil sín stolnan
sunnumorgunin, fær sjálvur bót
In.fo
Og hvat er
Hanus Samró?
Hans Jensen er ein skaldsøga
vp.fo
Hvat er stór umrøða?
Guðrun & Guðrun stóra umrøðu
í bretskum blaði
Portal.fo
Í ranga
strúpan
Eivør hevur
barnakonsert
Eivør Pálsdóttir hevur gjørt tónleikin til íslendska
dukku- og skugguleikin »Skrímslið lítla systir
mín«. Sama dag, sum leikurin verður sýndur í
Norðurlandahúsinum, kunnu børnini hoyra Eivør
syngja hesar og aðrar barnasangir live í Høllini.
Konsertin er ein hálvan tíma, so sjálvt tey smæstu
kunnu vera við.
Eivør Pálsdóttir
Norðurlandahúsið í Havn
Sunnudagin 24/11 kl. 15.00
Myndaódn
í Havn
Aftur í ár verður høvi hjá
listaáhugaðum at uppliva ein
sannan meldur av dygdargóðari
list á teirri árligu Myndaódnini.
Myndaódnin er framsýning við einum úrvali av verkum,
sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári. Hetta er
fimtu ferð, Myndaódnin verður hildin og framsýningin í ár
verður merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði
Jákupsson, sum verður heiðraður í sambandi við, at hann
fyllir 70 ár Tollaksmessudag. Eisini verða myndir hjá Tóroddi
Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen,
Fríðu Matras Brekku, Anne Riis Bovbjerg, Julie Sass og fleiri
við á hesi sera fjølbroyttu framsýningini, sum letur upp
fríggjadagin. Kurator er Kinna Poulsen.
Myndaódn
Steinprent í Havn
22/11 kl. 16.00-20/1
Fate markerar
útgávu
Danski rockbólkurin Fate gevur nýggja fløgu út í dag.
Sangari í bólkinum er Dagfinn Joensen úr Finnings
firði. Fløgan kallast If Not For The Devil, og í sam
bandi við útgávuna verða fólk boðin á High Voltage í
Keypmannahavn at heilsa upp á Dagfinn og teir.
Fate útgávutiltak
High Voltage í Kph., Fríggjad. 22/11 kl. 20.00
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Tað er sjálvandi
sorgblítt at siga farvæl.
Men eg havi góða samvitsku um
tað, ið vit hava gjørt. Eg havi lagt
lív og sál í arbeiðið fyri Atlantsflog,
tí eg havi sæð tað sum ein part av
tjóðarbyggingini at menna eina
føroyska flogvinnu og eitt
føroyskt tjóðarflogfelag
Magni Arge,
fráfarin stjóri í Atlantsflogi
– Vit eiga at minnast til og fegnast um,
at tey, ið hava borið hetta samfelagið
í góðum og ringum tíðum, liva longur
og hava yvirhøvur betri heilsu enn
okkara forfedrar. Tí eiga vit eisini at
sýna teimum ta virðing at taka okkum
væl av teimum, tá ið teirra virkna
samfelagslív heldur uppat
– Nú klokkan 20 koma fólk
framvegis at keypa dekk, og tað
verður helst sum á einum valkvøldi,
tá vit steingja. Altso at vit fyrst rópa
út í tún einar tríggjar ferðir, áðrenn
hurðin verður læst
Sigrún Mohr, býráðslimur
í Tórshavnar kommunu
Heini á Borg, ein av eigarunum av Bilrøkt, nú fyrsti kavin fekk nógv fólk
at varnast summardekkini á bilinum
Ráur ótamdur ørskapur
Hin villa Elin Josefina Smith hevur ein serligan ans
fyri ørskapi. Ikki hetta slagi av mentaðum, køldum
akademiskum, borgarligum ørskapi, sum kann temjast
og njótast í smáum. Men tí rætta ørskapinum. Tí ráa
ótamda ørskapinum. Hon hevur serligan ans fyri tí
hart rópandi, spreingjandi og tí uppreistrarsinnaða og
lógleysa. Ein serligan ans at mála spontant, bráðræsið
og vilt við kenslum og hjartablóði og nervu. Hennara
verk eru ein uppreistur móti øllum tí pena og ein háttur
at leita inn í ørskapin. Soleiðis skrivar Kinna Poulsen
um framsýningina A Tribute To Life hjá Elin Josefinu
Smith, sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin.
Elin Josefina Smith
Smiðjan í Lítluvík
Fríggjadagin 22/11 kl. 16.00-27/11