Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 100 - 28. mai 2004 Nr. 100 - 28. mai 2004 3 Íslendsk kórvitjan tíðindaskriv Kirkjukór Akraness vitjar í Føroyum um hvítusunnu- halguna, og møguleiki verður at uppliva hetta kenda íslendska kórið á eini konsert í Vesturkirkj- uni leygardagin 29. mai kl. 16. Ókeypis atgongd er til konsertina. Hetta er íslendskur kór- sangur, tá hann er alrabest- ur, men skráin rúmar eisini kórsatsir frá renaissansuni og enntá okkara egna »Einki er sum summar- kvøld við strendur« sungin á íslendskum! Kirkjukór Akraness er eitt blandað kór við 40 sangarum. Í Íslandi tekur kórið lut í umleið 5 kon- sertum hvønn mánað, men er eisini eitt sera virkið konsertkór. Jóltíðir og várið eru tey virknastu tíðar- skeiðini hjá teimum, t.d. framførir kórið í desember »Jólaoratoriið« ("Oratorio de Noël) eftir franska tóna- skaldið Camille Saint- Saëns. Kirkjukór Akraness vitjar í Føroyum um hvítusunnuhalguna Ræðslan hvørvur við at pikka á høvdið TFT-viðgerð kallast viðgerðin, sum við at pikka spakulia á ymisk støð í høvdi, bringu og á hondum, kann fáa ótta, angist og pínu at hvørva. Skipað verður fyri skeiði í Føroyum at útbúgva fólk til TFT- viðgerarar TFT-VIÐGERÐ Tíðindaskriv Ber tað veruliga til at kunna fara upp í ein flúgvara ekkaleysur, tá ið tú hevur verið bangin fyri tí í longri tíð? Ella ber kanska til at fara til tann- læknan uttan at stúra fyri tí í langa tíð frammanund- an? Ella er tað ikki tað reina tvætl, tá ið onkur vil vera við, at hon ella hann kann fáa óttan fyri smáum rúmum (klaustrofobi) at hvørva sum døgg fyri sól? Ella at koyra óttan fyri eiturkoppum á bláman? Og soleiðis kundi verið hildið fram at spurt. Men nú ber til at fáa viðgerð fyri hetta og mangt annað í Føroyum, eins og farið verður undir at geva før- oyingum hesa útbúgving her heima, um undirtøka verður fyri tí. Nei, hetta er ikki gand- ur, men TFT-viðgerðar- hátturin, sum kom fram í USA í 1980, hevur víst seg at kunna hjálpa fólki, sum hava ótta og angist at dragast við. Við fáum við- gerðum eru fleiri føroy- ingar, sum longu hava fingið hjálp, bæði fyri hæddarræðslu, flúgvi- ræðslu, ræðslu fyri smá- um rúmum, ræðslu fyri vatni, og teir hava fingið hjálp fyri mong onnur fyribrigdi. Viðgerðin kann eisini fara inn í tyngri sálarligar trupul- leikar og hjálpa har. TFT-viðgerðarhátturin breiðir seg eins og skóg- areldur um Norðurlond: Í Danmørk eru longu yvir 100 fólk, sum hava fingið útbúgvingina, í Noregi hava fleiri enn 700 út- búgvið seg til TFT-við- gerar (terapeutar), í Svør- íki er gongd eisini komin á hesa læruna, og nú fáa føroyingar høvið at læra, hvussu vit við at pikka spakuliga á ymisk støð á høvdi, bringu og á hondum kunnu fáa ótta, angist og pínu at hvørva. Lat tað kortini vera sagt, at sjálvandi eru sjúkur ella brek, har hesin viðgerð- arháttur má lúta, men hann hevur kortini víst seg at hjálpa skjótt og uttan heilivág í fleiri førum, har aðrir viðgerðarhættir hava givið skarvin yvir ella skulu hava betri stundir. Nú verður høvi at fara undir útbúgvingina til TFT-viðgera í Føroyum. Sjálv útbúgvingin gongur yvir 3 vikuskifti: Fyrstu ferð 19.-20. juni, aðru ferð 25.-26. septembur og triðju og seinastu ferð 20.- 21 novembur í ár. Afturat sjálvari útbúgvingini kemur starvsvenjing, har høvið verður at royna tað, sum ein hevur lært. Í lýsing aðrastaðni í blaðnum ber til at fáa gjøllari at vita, hvagar ein skal venda sær fyri at fáa viðgerð, ella hvussu ein skal bera seg at, um ein ætlar sær at fara undir sjálva útbúgvingina. Í ævissøgu síni greiðir kendi danski dýnu- kongurin, Lars Lar- sen, frá, hvussu tað bar til, at ein fiski- skipari fór í land at selja dýnur í Føroyum ÆVISSØGA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lars Larsen greiðir í bók síni "Go daw, Jeg hedder Lars Larsen" frá, at hann í 1984 fekk vitjan úr Føroy- um. Tað var Poul Jakobsen, sum frammanundan rak fleiri handlar í Føroyum, sum nú vildi lata upp ein Jysk Sengetøjslager handil á teimum vindblástu oyggj- unum, sum hann málber seg. Var ivasamur Sjálvur hevði danski dýnu- kongurin ongar ætlanir um at lata upp handil í Føroy- um, og tí bleiv ein avtala gjørd við Poul Jakobsen um, at hann fekk rættindini til at nýta navnið hjá donsku handilsketuni, um øll vøran bleiv keypt inn frá teimum. Á vitjan síni í Danmark hevði Poul Jakobsen eisini tikið sonin hjá sær, Jákup, við, tí ætlanin var, at hann skuldi reka handilin. Lars Larsen sigur í bók síni, at hann var rættuliga ivasam- ur, tí Jákup var ikki hand- ilsmaður, men fiskiskipari, og tí var ivasamt, hvat Ják- up hevði av kunnleika til dýnur, seingjarklæðir og tílíkt. Tó sigur Lars Larsen, at tað skjótt vísti seg, at einki var at óttast. Jákup lat upp ein risa- stóran handil í Havn, og tað vísti seg skjótt, at føroying- ar tóku sera væl ímóti handlinum, tí tað gingu bert tríggir dagar, so noyddist handilin at stongja, tí eing- in vøra var eftir á goymslu. Umsitir 14 handlar í dag Jákup gjørdi tað so mikið gott í Føroyum, at handilin seldi fyri fleiri milliónir árliga, og nøkur ár eftir at handilin lat upp í Føroyum, spurdi hann Lars Larsen, um hann kundi sleppa at lata upp í Íslandi eisini. Hetta játtaði Lars Larsen, og í dag eru ikki færri enn fýra Jysk Sengetøjs handlar í Íslandi, og hesir handlar selja fyri langt oman fyri 100 milliónir um árið, skrivar danski dýnukongur- in í bók síni. Tá ið Jákup og Lars Lar- sen høvdu samstarva í 10 ár, vóru danin og kona hansara á vitjan hjá før- oyska skiparanum, og tá fekk Jákup eina stórfingna jubileumsgávu frá danska dýnukonginum. Jákup hevði fleiri ferðir yvir fyri Lars Larsen sagt, at hann gott kundi hugsað sær fleiri handlar, men at rúm ikki var fyri fleiri í Íslandi. Tískil gjørdi Lars Larsen ikki mætari enn at geva Jákupi Kanada í jubileums- gávu! Jákup var sjálvsagt fegin um gávuna, og eftir at hava fyrireikað seg í eitt ár, lat føroyingurin upp Jysk Linen'n Furniture í Vancouver í Kanada, og í dag hevur føroyski fiski- skiparin ikki færri enn 14 handlar í Kananda, um- framt nakrar í teimum balt- isku londunum. Tískil er Lars Larsen komin til tað niðurstøðu, at ungi fiski- skiparin var maður fyri sínari uppgávu, og í bók síni sigur hann, at hann ivast ikki í, at føroyingurin um fá ár hevur yvir 50 handlar undir sær. Skiparin fór at selja dýnur Fyrrverandi fiskiskiparin, Jákup Jacobsen, valdi at fara í land og gerast varamaður hjá danska dýnukonginum C M Y K 3 2