fríggjadagur 28. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
3
Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaður í fiski-
vinnumálum, ásann-
ar, at vánaligu fiska-
prísirnir eru við til at
stýra fiskiskapinum í
løtuni, soleiðis at
meira verður roynt
eftir toski og hýsu og
minni eftir upsa. -
Hetta er ikki so
heppið, nú toskafiski-
skapurin er mink-
andi, heldur hann
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður í fiskivinnumálum,
bíðar nú eftir tilmælunum
hjá Fiskirannsóknarstovuni
og Fiskidaganevndini, sum
skulu geva honum tilmæli
um fiskidagarnar komandi
fiskiár.
Landsstýrismaðurin
væntar, at tað fyrra tilmæl-
ið kemur 15. juni og tað
seinna 22. juni.
– Tað plagar at vera so-
leiðis, sigur Bjørn, at Fiski-
rannsóknarstovan mælir til
ávísar skerjingar, meðan
Fiskidaganevndin
oftast
mælir til at halda fram við
verandi fiskidøgum.
Enn hevur hann tó einki
fingið at vita um, hvørji
tilmælini verða í ár.
Bjørn sigur, at enn er ov
tíðliga at siga nakað um,
hvussu nógvir fiskidagarnir
í
ávísu
skipabólkunum
verða komandi fiskiár, og
hann torir heldur ikki at
geva nakað boð uppá, um
talan verður um skerjingar,
ella um dagarnir verða teir
somu í tali, sum í verandi
fiskiári.
Hann heldur tað kortini
vera óhugsandi, at talan
verður um nakra øking í
fiskidøgunum.
– Tá ið eg havi fingið
tilmælini, fari eg at hyggja
tey væl og virðiliga ígjøgn-
um, og tá ið tað er gjørt,
tekur landsstýrið støðu til
hesar.
Bjørn ásannar, at niður-
gongd er í veiðini eftir eitt
nú toski.
– Vit mugu staðfesta, at
góði toskafiskiskapurin, vit
hava havt nú í fleiri ár, ikki
er hin sami. Tó kunnu vit
ikki siga, at veiðan er vána-
lig, men meira soleiðis, at
hon er komin niður ímóti tí,
hon plagar at vera eitt
vanligt ár.
Landsstýrismaðurin hev-
ur heft seg við, at fiskurin í
seinastuni hevur verið rak-
ari enn vanligt, og hetta
mugu vit meta sum eitt tek-
in um, at náttúruviðurskift-
ini ikki eru okkum til vild-
ar.
Hann hevur eisini heft
seg við úrslitið av teimum
gróðurkanningum,
sum
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur gjørt seinastu árini.
– Seinastu árini hava víst,
at lítil gróður hevur verið í
sjónum, men í fjør var ein
bati aftur at hóma. Vit
kunnu tí bert vóna, at
gróðurin er uppaftur betur í
ár enn seinasta ár, men tað
vita vit ikki enn.
Landsstýrismaðurin
heldur, at gróðurin er eitt
ávíst
barometur
fyri,
hvussu lívsgrundarlagið hjá
fiskinum er.
Hann heldur tískil, at hesi
viðurskifti
hava
stóran
týdning fyri, hvat kemur
undan gýtingini, sum verið
hevur í vár.
– Sum eg havi skilt,
hevur tilgongdin av fiski
sum heild verið hampiliga
góð seinastu árini.
Vánaligir prísir
Bjørn Kalsø ásannar, at
vánaligu fiskaprísirnir eru
við til at stýra fiskiskapin-
um í løtuni, soleiðis at
meira verður roynt eftir
toski og hýsu og minni eftir
upsa.
Upsin hevur leingi havt
ógvuliga lágan prís, og har-
aftrat hevur hann verið
smáur og rak.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hetta hevur ført við
sær, at partrolarar, sum
annars veiða upsa, í størri
mun enn áður hava roynt
eftir toski.
– Tann parturin av ís-
fiskaflotanum, sum hevur
tað truplast í løtuni, er par-
trolaraflotin, sum seinasta
árið hevur havt eitt mun-
andi minni veiðivirðið enn
undanfarin ár.
Bjørn sigur, at nógvur
upsi hevur verið at fingið,
men tá ið so lítið fæst fyri
fiskin, er hesin fiskiskapur
eisini minni áhugaverdur
fyri trolaraflotan.
– Hetta merkir, at trýstið
á toskastovnin veksur, og
tað er neyvan so heppið, nú
toskafiskiskapurin
er
í
minking.
Landsstýrismaðurin
er
sannførdur um, at vit eiga
at veiða so nógv sum tilber,
tá ið nógvur fiskur er at fáa.
– Men tá ið niðurgongd
er, noyðast vit sjálvsagt at
ansa eftir, at vit ikki ganga
stovninum ov nær.
Ringt at spáa
Hann heldur, at tað mangan
er torført at spáa um gongd-
ina frameftir og vísir til
kreppuárini fyri góðum 10
árum síðan, tá ið lítil og
eingin fiskur var at fáa.
– Hvaðani toskurin fór,
og hvussu hann kundi
koma aftur í so stórum
nøgdum uppá so stutta tíð,
er mongum ein gáta. Onkur
hevur nevnt veðurlagið hesi
árini, og onkur annar hevur
nevnt, at toskurin fer, har
hann fær nakað at eta, sigur
landsstýrismaðurin, Bjørn
Kalsø.
Fiskaprísurin stýrir fiskiskapinum
Peru og Chili: Teir, sum
meta um prísútlitini á
fiskamjøli, siga, at prís-
urin kann fara at seta
met. Tað merkir, at hann
kann koma uppá á 750
dollarar fyri tonsið. So
høgur hevur prísurin
ikki verið seinastu fýra
árini.
Sambært chilenskum
bløðum var prísurin um
ársskiftið 665 dollarar
fyri tonsið. Tað merkir,
at prísurin øktist við 9%
í fjør.
Í mars í ár var prísurin
komin uppá 725 doll-
arar, og hann vaks fram-
haldandi.
Tí eru marknaðarútlit-
ini fyri fiskamjøli góð.
Peru
er
heimsins
størsti framleiðari av
fiskamjøli við millum
1,5 og 2 miljónum tons-
um um árið. Á øðrum
plássi kemur granna-
landið, Chili, ið hevur
eina framleiðslu, sum er
700.000 tons um árið.
Hóast útlit fyrr í ár
vóru fyri øktum prísum
á
fiskamjøli,
høvdu
hvørki íslendskir ella
føroyskir
fiskamjøls-
framleiðarar tá merkt
nakað til øktar prísir.
Landsstýrismaðurin hevur heft seg við, at fiskurin í seinastuni hevur verið rakari enn vanligt. -
Hetta mugu vit meta sum eitt tekin um, at náttúruviðurskiftini ikki eru okkum til vildar, heldur
hann
Prísurin á fiskamjøli
økist
Frakland: Tað er veks-
andi áhugi fyri feskari
hýsu í Fraklandi.
Seinastu tvey árini er
útflutningurin av norsk-
ari hýsu til Fraklands
vaksin við 270 tonsum.
Hetta er ikki eitt stórt
tal, men kortini eitt
prógv um, at áhugin fyri
feskari hýsu í Fraklandi
er veksandi.
Í tíðini, januar til mars
2003, sendu norðmenn
398 tons av hýsu til
Fraklands. Somu mán-
aðir í ár var talið 684
tons tons.
Fiskakeyparar í Frak-
landi síggja hýsuna sum
eitt alternativ til hvíting-
in, sum er minkaður í
nøgd.
-vj.
Frakland keypir
feska hýsu
– Tann parturin av
ísfiskaflotanum, sum hevur
tað truplast í løtuni, er
partrolaraflotin, sum
seinasta árið hevur havt eitt
munandi minni veiðivirðið
enn undanfarin ár, sigur
Bjørn Kalsø
C
M
Y
K
3
2