Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 100 - 28. mai 2004 Nr. 100 - 28. mai 2004 5 – Tað er átroðkandi við nýggjum kann- ingum av føroyska fólkaskúlanum við øktum eftirmetingum og kvalitetskanning- um, sigur næstfor- maðurin í Føroya Lærarafelagi, Magnus Tausen. Hann metir fakliga støðið í før- oysku skúlunum vera hægri enn tað, nýggj OECD kanning í Danmark ber boð um, hóast fleiri aðrir trupulleikar eru vaks- andi FÓLKASKÚLIN Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Í gjár kastaði Sosialurin ljós á nýggja OECD kann- ing um danska fólkaskúlan, sum varð almannakunn- gjørd í seinastu viku. Úr- slitið var, at álvarsom sjúkueyðkenni eru at hóma millum danskar fólkaskúla- næmingar á fakliga økin- um, har stórur partur antin ikki dugir at lesa ella eru funktionellir analfabetar á annan hátt, tá fólkaskúla- skeið teirra er liðugt. Føroysk kanning Ongar slíkar kanningar eru gjørdar fyri føroyska fólka- skúlan, men av tí at vit nýta so at siga somu fólkaskúla- lóg og sama leist sum danir, er áhugavert at vita, um tað stendur eins illa til í Føroy- um, og um vit ikki eisini hava brúk fyri at kanna okkara fólkaskúlastøði. Næstformaðurin í Føroya Lærarafelagi, Magnus Tau- sen, sigur seg prinsipielt vera atfinnandi mótvegis slíkum kanningum, men samstundis mælir hann til, at vit fara undir at granska og kanna føroyska fólka- skúlan við støði í okkara egnu viðurskiftum. – Tað er avgjørt átroðk- andi við nýggjum kanning- um av føroyska fólkaskúl- anum, og leypandi eftirlit, evalueringar og kvalitets- kanningar er nakað, vit ongantíð ov skjótt eiga at stinga út í kortið, sigur Magnus Tausen, sum dag- liga starvast sum lærari í Tórshavnar Kommunu- skúla. Men í sama viðfangi vísir Magnus á, at slíkar kanningar, sum OECD júst hevur framt í Danmark, eins væl kunnu vera skaði- ligar, um teir ikki verða gjørdar við røttum motiv- um og anda. – Slíkar kanningar, sum OECD júst hevur staðið fyri í Danmark, taka altíð støði í ávísari skipan við ávísum kriterium, og tí er ikki vist, at vit kunnu nýta somu kanning í Føroyum, sigur Magnus Tausen. Hann heldur, at føroyski politiski myndugleikin skuldi sett nevndir at end- urskoða, granska og kanna fólkaskúlan, men ein for- treyt fyri hesum er felags stev og samstarv. – Niðri hevur OECD kanningin elvt til eitt stríð millum politikarar og lær- arafelagið, har kanónin serliga verður vend móti lærarafelagnum, og tá er slík kanning uttan nyttu, slær næstformaðurin í lær- arafelagnum fast. Hann leggur dent á, at fortreytin fyri menning er eitt sam- starv, og í Føroyum skuldi hetta verið fingið í lag millum t.d. pedagogfelagið, lærarafelagið og politiska myndugleikan. Saman skuldi átak sambært Magn- us verðið framt at hyggja nærri at, hvussu vit veru- liga eru fyri samanborið við umheimin á fólkaskúla- økinum. – Tí eftirlýsi eg, at vit ogna okkum innlit í støðið á skúlum okkara, uttan at kanónin verður vend móti nøkrum, slær Magnus Tau- sen fast. Atferðartrupulleikar økjast Lærarin í Tórshavnar Kommunuskúla metir ikki, at fakligi førleikin hjá før- oyingum er eins vánaligur, sum hann sambært OECD kanningini er í Danmark. 18% av donsku fólkaskúla- næmingunum duga sam- bært hagtølunum ikki at lesa eftir lokið fólkaskúla- prógv, umframt at stórur partur sigst vera analfa- betar, men Magnus er bjart- skygdari um føroyska ung- dómin. – Hóast eingi tøl fyri- liggja, eri eg vissur í, at hetta talið er minni í Føroy- um, og vit hava avgjørt færri funktionellar analfa- betar við loknum fólka- skúlaprógvi, sigur Magnus Tausen. Ein høvuðsorsøk til hetta er sambært Magn- us, at føroyingar ikki hava eins nógvar fremmandar tilflytarar í skúlunum, sum hava verri at fóta sær fak- liga, og hetta bøtir sjálvsagt um viðurskiftini. – Hinvegin lesa føroyskir næmingar nógv minni nú enn áður, umframt at fleiri og fleiri næmingar hava grundleggjandi atferðar- trupulleikar, og hetta eru álvarsamir og nýggir trupulleikar, vit við møgu- ligari kanning og øktari gransking kundu fingið staðfest og farið í hernað ímóti, sigur næstformað- urin. Hann nevnir eitt prát, hann fyri stuttum hevði við lærara, sum byrjaði við einum 1. flokki fyri tíggju árum síðani, og sum so aftur byrjaði við einum 1. flokki fyri stuttum. – Sambært hesum lærara er grundleggjandi atferð næminganna høvuðsmun- urin í dag samanborið við fyri tíggju árum síðani, og hetta er broytt til tað verra. Umframt tað eru næming- arnir nógv verri og seinni at lesa í dag enn áður, slær Magnus fast. Hann heldur, at hetta í ein mun er orsak- að av tøknifrøðiligu koll- veltingini seinastu árini, samstundis sum baklandið hjá alt fleiri næmingum ikki tykist vera nøktandi. Hesar grundleggjandi sosiologisku og sálarfrøði- ligu orsøkir elva til høvuðs- trupulleikarnar, og hetta kann lærarafelagið sam- bært næstformanninum á ongan hátt ákærast fyri, sum tað t.d. verður í Dan- mark í hesum døgum. – Við hesum hevur skúlin fingið álagt nógv fleiri og størri uppgávur enn áður, tí umframt at undirvísa skulu lærararnir eisini vera t.d. sálarfrøðingar, sigur Magn- us. Hann saknar og mælir harðliga til, at eftirútbúgv- ingar til lærarar verða rað- festar, so teir kunnu end- urnýggjast og fylgja við nýggju trupulleikunum í nútíðini, umframt at skúlar- nir kundu veitt mæmingum við trupulleikum professio- nella sálarliga hjálp. Samstarv Donsku politikararnir hava í hesum døgum sum sagt úr at gera at finnast at danska lærarafelagnum í kjalar- vørrinum av áðurnevndu kanning, men Magnus Tausen heldur, at trupul- leikarnir ofta eru nógv djúpari og meiri grund- leggjandi enn bert at ákæra lærararnar. – Sum fakfelag góðtaka vit als ikki, at kanning verður gjørd, sum bert elvir til atfinningar mótvegis lærarunum, so um slík kanning verður gjørd í Føroyum, má talan vera um eitt samstarv millum ymsar bólkar heldur enn eitt álop á lærararnar, slær Magnus Tausen fast. Men hann undirstrikar samstundis, at lærararnir sjálvsagt taka ímóti atfinningum, og at teir á summum økjum kundu gjørt sítt arbeiði betri. – Hóast ónøktandi ar- beiðsumstøður skal eg tó leggja afturat, at fólka- skúlanæmingar sleppa alt ov lætt, tí vit lærarar eru mangan ov dovnir og seta ikki nóg høg krøv til næm- ingarnar, vísir Magnus Tausen á. Fyri veruliga at fáa greiðu á viðurskiftun- um heldur Magnus tí, at kanningar skuldu verið gjørdar, so vit fáa staðfest, hvat er gott, og hvat liggur á láni. – Á henda hátt høvdu vit ítøkiliga avdúkað trupul- leikar og eginleikar í før- oyska fólkaskúlanum, og er hetta tí ein avbjóðing til politiska myndugleikan at stinga út í kortið, sigur Magnus Tausen. Hann sigur, at í løtuni fer eingin gransking fram á fólkaskúlaøkinum, og at einki innlit tí fæst um fólkaskúlaskipan okkara. Nógvir grundleggjandi spurningar um fólkaskúlan hanga í leysum lofti, og innlit er ein fortreyt fyri, at myndugleikar og fakfeløg saman seta sær nøkur mál og velja eina felags menn- ingarleið fyri okkara næmingar. – Er tað rætt, at vit hava 40 ára gamlar skúlar við 25 næmingum í hvørji stovu? Skulu vit leggja okkum eftir sentralari skúlastýring mótvegis lokalsamfelags- ligum atlitum? Skulu vit leggja størri dent á sálarliga hjálp til næmingar? Hetta eru nakrir fáir av mongum spurningum, vit hava brúk fyri at vita, og tí mugu vit saman seta fólkaskúlan undir sjóneyku, slær Magn- us Tausen at enda fast. Sostatt er bólturin spæld- ur yvir til Mentamálaráðið at taka nýggj initiativ at menna fólkaskúlan við nýggjum og afturvendandi kanningum, og mentamála- ráðharrin úttalar seg í næstu útgávu um málið. Føroyski fólkaskúlin skal kannast – Er tað rætt, at vit hava 40 ára gamlar skúlar við 25 næmingum í hvørji stovu, spyr Magnus Tausen, næstformaður í Føroya Lærarafelagi Mynd: Jens Kristian Vang Sum grøvin Fyrrverandi lands- fornfrøðingin, Arne Thorsteinsson, hevur onga viðmerking til loysnina hjá lands- stýrismanninum í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, á Forn- minnisavninum. Okkurt bendir á, at hann hevur fingið munnkurv í málinum ROKIÐ Á FORN- MINNISAVNINUM Páll Holm Johannesen pall@sosialurin Arne Thorsteinsson varð offraður í loysnini hjá Mentamálaráðnum. Hetta er fatanin hjá fólki, ið kenna viðurskiftini á Forn- minnisavninum. Hetta var niðurstøðan hjá Útvarpi Føroya í tíðindunum miku- kvøldið. Høvuðspersónurin sjálv- ur vil ikki gera nakrar við- merkingar til avgerðina hjá Jógvani av Lakjuni. Spurd- ur, um hann hevur fingið munnkurv, svarar Arne Thorsteinsson, at tað hevur hann onga viðmerking til. Vit ætlaðu at spyrja fyrr- verandi landsfornfrøðingin um hann heldur, at loysin á fornminnisavninum er virðilig, og um hann væntar, at friður fer at valda á stovninum í framtíðini, nú Steffen Stumman Han- sen heldur fram á stovn- inum. Vit ætlaðu eisini at spyrja um hann kennir seg offr- aðan, og um avgerðin hjá Jógvan á Lakjuni kann tulkast sum, at hann var høvuðsorsøkin til ófriðin á stovninum. Arne Thorsteinsson er kortini sum grøvin, og hev- ur onga viðmerking til mál- ið. Okkurt bendir á, at Arne Thorsteinsson hevur fingið munnkurv í málinum um rokið á Fornminnisavninum. Mynd: Savnsmynd Altjóða arkitekta- kapping varð útskriv- að, tá tað gjørdist greitt, at New York skuldi hava nýggjan býling til olympisku leikirnar, um býurin fekk leikirnar í 2012. Ein føroyingur var við í kappingini, og úrslit- ið av arkitektakapp- ingini er kunngjørt ARKITEKTAKAPPING Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Á málstrikuni. Tað er fyrsta viðmerkingin hjá Ósbjørn Jacobsen, tá vit spyrja hann um úrslitið av arkitekta- kappingini. – Tíverri vunnu vit ikki. Vit hava bara fingið at vita, at vit vóru við til allar síðst. Tað stóð millum tvey upp- skot, og harav var tað eina okkara, men teir valdu so hitt uppskotið fram um okkara. Vit hoyrdu, at vit vórðu innstillaðir av sjálv- um tí Fakliga Ráðnum, tað vil siga arkitektar og plan- leggjarar, men í sjálvari tí prosessini skulu teir hava politiskan stuðul, og har vórðu vit so sílaðir frá, sigur Ósbjørn Jacobsen. Fimm uppskot vóru við, tá endalig avgerð skuldi takast um vinnaran. Ós- bjørn Jacobsen hevur tekn- að uppskotið saman við tveimum øðrum frá Henn- ing Larsens Tegnestue. Heilar 130 teknistovur vóru við frá byrjan, men hetta talið varð sílað niður á fimm tær bestu, og har- ímillum var teknistovan hjá Ósbjørn Jacobsen. Sjálvt um Henning Lar- sens Tegnestue ikki vann kappingina, so segði Ós- bjørn, áðrenn úrslitið varð kunngjørt, at royndirnar telja nógv. - Eg havi verið við í fleiri øðrum stórum kappingum fyrr og veit av royndum, at um man ikki vinnur, so hendir lítið og einki annað enn at man fer víðari til næstu verkætlan nakrar royndir ríkari, segði Ósbjørn við Sosialin tann 22. mai, fimm dagar undan kunn- gerðini av vinnaranum. – Vit lógu væl við, og tað ljóðaði sum um, at fakligt innstillaðu teir okkum. Men tá alt varð tikið við, og politikararnir vórðu tiknir inn í tað, tá valdu teir eitt annað projekt, sigur Ós- bjørn Jacobsen, arkitektur. Føroyingur besta uppskotið í New York – Vit lógu væl við, og fakligt innstillaðu teir okkum, sigur Ósbjørn Jacobsen, arkitektur C M Y K 5 4