fríggjadagur 28. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 101 - 29. mai 2004
Nr. 101 - 29. mai 2004
5
Heildarveiðan av
toski undir Føroyum í
tíðarskeiðinum 1903-
2003 hevur flestu ár
ligið millum uml. 40
000 og 20 000 tons
(mynd 1). Í tíðini
undir seinna verald-
arbardaga og í tíðini
seinast í áttati- og
fyrst í nítiárunum,
var árliga veiðan tó
minni enn 10 000
tons. Tølini eru frá
Altjóða Ráðnum fyri
havfrøði (ICES), ið
hevur savnað hagtøl
frá fiskiskapinum í
ICES økinum (mynd
2) í 100 ár
Hjalti í Jákupsstovu
ICES var sett á stovn í
1902
ICES var sett á stovn í 1902
av fleiri av londunum í
norður eystur Atlantshavi
fyri at samskipa kanningar
av havinum og lívi í havin-
um. Hetta var fyrsti altjóða
felagsskapur
av
sínum
slagi. Norðurlond vóru
millum fremstu londini at
taka stig til felagsskapin, og
fleiri fundir at fyrireika
stovnsetanina vóru m.a. í
Noregi, Svøríki og Finn-
landi. Høvuðssætið hjá fe-
lagsskapinum varð Keyp-
mannahavn og í 2002 var
stórfingið 100 ára hald har í
sambandi við árliga vís-
indafundin.
Savnað hagtøl í 100 ár
Eitt tað fyrsta stigið hjá
ICES var at savna hagtøl
frá fiskiskapinum í ICES
økinum (mynd 2). Hetta er
eystan fyri eina linja úr
Kappanum og suður áraka
Gibraltarsundið. Alt økið er
síðan býtt sundur í minni
økir eftir vistfrøðiligum og
havfrøðiligum eyðkennum.
Føroyska økið (Vb) er býtt í
tvey, Vb1 er alt uttan
Føroyabanki, sum er Vb2.
Limalondini bundu seg
frá byrjanini til at lata ICES
hagtøl yvir fiskiskapin, býtt
eftir fiskaslagi og øki, og
eisini í tann mun hagtøl
vóru yvir veiðiorku og
roynd. Hagtølini komu út í
einum árligum bóklingi
(Annales Statistique) til
1988 og síðan á heima-
síðuni hjá ICES. Teldutøk
eru veiðitølini síðan 1973
at fáa á fløgu..
Tøl fyri føroysku veiðina
eru fráboðaði frá 1903 og
øll árini síðan, undantikið
tíðarskeiðið
1940-1951.
Frá 1906 tykjast øll lond,
sum fiskaðu undir Føroy-
um, at lata hagtøl til ICES.
Veiðan eftir toski
undirFøroyum
Taka vit sum dømi veiðuna
av toski undir Føroyum er
hon býtt eftir ári og landi
sum í talvu 1. Í alt 13 lond
hava boðað frá fiskiskapi
eftir toski við Føroyar, men
av hesum standa trý lond
fyri nærum 97 prosentum
av veiðuni. Føroyar 47,9
%, Ongland og Wales 28,9
% og Skotland 20 %.
Síðan fiskimarkið fór út
á 200 fj. í 1977 er tó nógv
tann størsta nøgdin av toski
undir Føroyum fiskað av
føroyskum fiskiskipum.
Sí mynd 2.
Tveir stovnar av toski
í føroyskum sjógvi
Vísindalig prógv eru fyri,
at toskurin á Føroyabanka
og á Landgrunninum eru úr
hvør sínum stovni. Hóast
fleiri lond í sínum frá-
boðanum skilja millum
fiskiskapin
á
ávikavist
Bankanum og Landgrunn-
inum, so gera onnur tað
ikki. Og í ivaførum siga tey
bert "veitt við Føroyar". Á
mynd 1 og talvu 1 er tí bert
sett upp heildarveiðan av
toski undir Føroyum.
Arbeiðsbólkurin
hjá
ICES, ið viðger fiskastovn-
arnar undir Føroyum, hevur
tó síðan 1961 út frá fráboð-
anum og dagbókum mett
um árligu veiðuna av toski
á Bankanum, og liggur hon
í miðal um 2500 tons. Og
tey bestu árini upp í 5000
tons.
Føroyska økið ber ein
árligan fiskiskap av toski
upp á millum 20 og 40 tús-
und tons
Í mynd 1 sæst, at árliga
veiðan av toski undir
Føroyum flestu árini liggur
millum 20 og 40 túsund
tons og í miðal øll árini er
árliga veiðan 26 500 tons.
Tað er tí rímiligt at halda, at
tað er henda nøgd av fiski-
skapi, økið ber. Undantøk-
ini eru undir seinna heims-
bardaga og kreppuárini
seinast í áttati árunum og
fyrst í nítiárunum. Fyri
árini 1940 - 1951 hava før-
oyskir myndugleikar ikki
latið ICES nøkur hagtøl, og
skrásetta veiðan av toski
hesi árini er tí uttan iva ov
lítil. Undan fyrra veraldar-
bardaga var mesta veiðan
av toski við Føroyar fiskað
av bretskum fiskiskipum.
Men undir krígnum mink-
aði bretska veiðan burtur í
einki, og føroysk fiskiskip
tóku við. Undir bardagan-
um tykist stovnurin at hava
ment seg munandi og í
1918 tá fiskiskapurin bert
var við føroyskum fiski-
skipum, kom veiðan upp á
góð 20 000 tons. Og í 1919
var føroyska veiðan 25 000
tons og heildarveiðan heili
42 000 tons. Tá bretsku
fiskiskipini komu aftur at
fiska við Føroyar, minkaði
føroyski parturin av veiðini
eftir toski við Føroyar heilt
nógv
Fyri fiskiskap eftir toski
undir seinna heimsbardaga
er bert fráboðað um fiski-
skap hjá skotskum skipum.
Tað er ringt at meta um, um
hetta er føroysk veiða undir
Føroyum landað í Skot-
landi ella veiða hjá skotsk-
um skipum. Í øllum førum
skulu hesi tølini takast við
fyrivarni. Sama er fyri
tíðarskeiðið 1946-1950, har
eingi tøl eru fyri føroyska
veiðu av toski undir Føroy-
um. Nógvur útróður var
hesi árini og fiskiskapurin
var góður, so tølini fyri hesi
árini eru heilt givið ov smá.
Vánaligi fiskiskapurin í
tíðarskeiðinum 1988-1994
kom av sera vánaligari til-
gongd til stovnin fleiri ár
upp í røkur. Av fiskiskapin-
um minkaði stovnurin heilt
nógv og hóast nógva roynd,
var ikki meiri at fáa.
Veiðitøl til ICES í 100 ár
Mynd 2. ICES hagtalsøki.
Mynd 1.- Heildar-
veiðan av toski undir
Føroyum 1903-2003
C
M
Y
K
5
4
Vonin
37171 -
PDF
V
it hava útgerðina
Flótitrol
Rækjutrol
Høvuðsskrivstova:
Bakkavegur 22
530 Fuglafjørður
Telefon 444 246
Telefax 444 579
info@vonin.com - www.vonin.com
Snurpunótir
Botntrol
Tórshavn:
Viðarnes
100 Tórshavn
Telefon 354 391
Telefax 313 319