fríggjadagur 28. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 100 - 28. mai 2004
Nr. 100 - 28. mai 2004
7
Nýggi Smyril verður
seinkaður í tríggjar
vikur og sostatt fer
tað at eydnast at gera
ferjuleguna í
Trongisvági lidna til
hann kemur
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ikki bara ringt, at
nýggi Smyril verður seink-
aður í slakar tríggjar vikur.
Í hvussu so er kemur hetta
ikki illa við hjá teimum,
sum gera nýggju sam-
ferðsluhavnina í Trongis-
vági.
Støðan er als ikki tann at
tey á Articon, sum gera
ferjuleguna, fegnast um, at
skipið er seinkað.
Men tað skerst ikki
burtur, at tíðarætlanin, tey
hava at gera ferjuleguna
eftir, hevur verið ógvuliga
knøpp.
Men hinvegin hevur ar-
beiðið at gera ferjuleguna,
gingið ógvuliga væl.
Tað hevur gingið so væl,
at nú nýggi Smyril er seink-
aður til 30. oktober, fer tað
at eydnast at gera ferjuleg-
una lidna, til hann kemur.
– Sum tað gongur nú, og
nýggi Smyril er seinkaður í
næstan tríggjar vikur, dugi
eg ikki at síggja annað, enn
at ferjulegan verður liðug,
tá ið skipið kemur, sigur
Jákup Enni hjá Articon,
sum er ein av teimum, sum
stendur fyri arbeiðnum upp
á ferjuleguna.
– Tað dugi eg ikki at
síggja nakra forðing fyri,
sum tað gongur nú, sigur
hann.
Hann sigur, at sum tað
gongur nú, verður tað klárt
hjá Landsverkfrøðinginum
at asfaltera økið seint í
summar og tað verður onki
í vegin fyri at ferjulegan
verður liðug 30. oktober.
Eftir tíðarætlanini skuldi
ferjulegan annars verið
liðug 15. november, men
tað hevur gingið so mikið
væl, at sum tað nú sær út,
verður hon liðug tá ið
Smyril kemur.
Jákup Enni sigur, at teir
hava gjørt av at arbeiða við
fullari megi í alt summar,
uttan at fara í summarfrí,
fyri at tað skal eydnast og
tað ivast hann ikki í at tað
fer at gera, sum tað nú sær
út.
Koyringin nógv
minkað
Tey sum hava koyrt eftir
landsvegin inn ígjøgnum
dalin hesar seinastu dag-
arnar, hava lagt til merkis,
at koyringin við grótið við
teimum stóru lastbilunum,
er rættiliga nógv minkað.
Men tað hevur eisini sína
natúrligu frágreiðing
– Vit eru liðug at koyra
grót til ferjuleguna, sigur
Jàkup Enni.
Hann sigur, at tað, sum
nú er eftir at koyra, er
skervur til at leggja omaná
ferjuleguna, áðrenn hon
verður asfaltera og tann
skervin eru teir í ferð við at
knúsa nú.
Samstundis skulu teir
leggja tað stóra grótið
framvið molanum.
Men alt hetta fer at føra
nógv minni koyring við
sær, enn tað hevur verið.
– Vit hava brúkt sjey last-
bilar, men hereftir koma vit
ikki at brúka meiri enn
einar tríggjar, tí nøgdirnar
eru ikki so stórar, sigur
Jákup Enni.
Sostatt er tann tunga
ferðslan eftir landsvegnum,
minkað munandi. Og nú
koyringin er við at vera lið-
ug, staðfestir Jákup Enni, at
tað hevur gingið nógv betri
enn væntað.
– Stúrt var fyri stórum
trupulleikum í sambandi
við koyringini, men tað
hevur als ikki verið. Onkrir
smávegis trupulleikar vóru
í fyrstuni, men sum heild
hevur tað gingið nógv laga-
ligari enn væntað, leggur
hann afturat.
Verður hann seink-
aður meiri enn ein
mánað, skal skipa-
smiðjan betala lands-
kassanum endurgjald
og í løtuni arbeiða
300 fólk uppá skipið
fyri at fáa tað liðugt
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skipasmiðjan í Spania, sum
byggir nýggja Smyril, klár-
ar ikki at levera skipið til
avtalaðu tíðina.
Tað fekk Kristian David-
sen, stjóri á Strandferðsluni
at vita á fundi í Spania í
farnu viku.
Avtalan var, at nýggi
Smyril
skuldi
handast
Strandferðsluni tann 12.
oktober.
Men á fundi við skipa-
smiðjuna
fekk
strand-
ferðslustjórin at vita, at frá
Skipasmiðjuni, at hetta
megnaði hon ikki og at hon
tíð hevði verið noydd at
leggja eina nýggja tíðarætl-
an.
Nú hevur Skipasmiðjan
ásett, at nýggi Smyril skal
handast Strandferðsluni 30.
oktober, ella 18 dagar
seinni enn upprunaliga ætl-
að.
Men afturfyri, so væntar
Kristian Daviden eisini at
fáa skipið tá.
Hann sigur, at í sáttmál-
anum hevur Skipasmiðjan
tryggjað sær, at hon hevur
30 dagar at leypa uppá,
uttan at tað fær avleiðingar.
Men hevur Skipasmiðjan
ikki levera skipið í seinasta
lagi 12. november, skal hon
betala
landskassanum
endurgjald.
Stjórin á Strandferðsluni
er ikki heilt greiður yvir,
hvussu stórt hetta endur-
gjaldið er, men hann veit, at
talan er um milliónaupp-
hæddir um mánaðin.
– Sostatt hevur skipa-
smiðjan eisini rættiliga
stóran áhuga í at levera
skipið til tíðina, sigur hann.
Samstundis hevur Strand-
ferðslan eisini gjørt Skipa-
smiðjuni greitt, hvussu
stóran týdning tað hevur, at
skipið verður leverað til
tíðina.
Og hann sigur, at skipa-
smiðjan hevur eisini sett
rættiliga nógva ferð á ar-
beiðið fyri at fáa nýggja
Smyril lidnan.
– Nú er byggingin komin
so langt, at nógv ymisk
arbeiði kunnu verað ísenn í
samband við innrætting og
í samband við innleggingar
av ymsum slagi.
Og nú eru tað ikki færri
enn 300 fólk, sum arbeiða
uppá nýggja Suðuroyar-
skipið. Og tey arbeiða eina
stóran part av degnum, tí
summi arbeiða í tveyskift-
isvaktum og onnur arbeiða
enntá í trýskiftisvaktum.
Tað merkir at í summum
førum verður arbeitt alt
samdøgurið.
Og Kristan Davidsen
sigur, at handverkið er sera
snøgt.
– Tað verður eitt ómeta-
liga snotuligt og vakurt
skip, vit fáa til landið, sigur
hann.
Vænta ongar
avleiðingar
Herfyri
kom
fram
at
spanska
skipasmiðjan
skuldi
betala
spanska
landskassanum heilar fýra
milliardir aftur, sum hon
hevði fingið í ólógligum
stuðuli.
Kristian Davidsen sigur,
at hetta var ikki á skránni á
fundinum fyri skipasmiðj-
una, men at hann kortini
loyvdi sær at nevna tað fyri
teimum.
Á skipasmiðjuni váttaðu
tey, at kravið var komið og
at hetta var eitt krav, sum
tey tóku í størsta álvara.
Spanska
skipasmiðjan
hevur fingið eina hoyrings-
freist uppá tveir mánaðir.
Tað merkir, at skipasmiðjan
skal siga sína hugsan
seinnapartin í juli og so
verur málið viðgjørt víðari
haðani.
Men tey væntaðu avgjørt
ikki, at hetta fór at fáa nak-
rar sum helst avleiðingar
fyri nýggja Smyril.
Tó fekk stjórin á Strand-
ferðsluni onga trygd heim
aftur við sær.
Men nakra trygd fekk
hann kortini ikki.
–
Spurningurin
er,
hvussu verður, skuldi tað
ringasta hent og skipa-
smiðjan fer í gjaldssteðg.
Men vit hava onga um helst
ábending um, at tað fer at
henda.
Ferjulegan í Suðuroy liðug
tá ið nýggi Smyril kemur
Nýggi Smyril seinkaður í tríggjar vikur
– Verður nýggi Smyril seinkaður stórt meiri enn hann longu er, kemur skipasmiðjan undir
endurgjald til landskassan sum er milliónaupphædd um mánaðin
– Arbeiðið uppá nýggju samferðsluhavnina íTrongisvági er komið rættiliga væl áleiðis og tað
hevur gingið so væl, at ferjuleganverður liðug, tá ið nýggi Smyril kemur
Myndina tók Leivur Nygaard
Á seinasta túrinum
fekk trolarin, Ljósa-
felli, vrakrestir av
einum elligomlum
skipi í trolið. Seym-
irnir vóru ávikavist
úr træi og kopari
FEKK VRAK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv skip eru burturgingin
upp ígjøgnum tíðirnar, og
nógv loyndarmál og nógvir
spurningar eru knýtt at
fleiri av hesum hendingum
– ikki minst í teimum
førum, har eingin spurdist
aftur, og eingi spor vóru at
fylgja.
Elligamalt vrak
Á seinasta túrinum á leiðini
við Flemmish Kap – ella í
øki 3L, sum er hellingin
innanfyri Flemmish Kap,
fekk trolarin, Ljósafelli,
partar av einum elligomlum
skipsvraki í trolið.
Jói Winther, ið hendan
túrin var við Ljósafelli sum
eftirlitsmaður fyri NAFO,
sigur, at talan er um partar
av einum elligomlum vraki,
sum helst í sínari tíð hevur
verið eitt hampiliga stórt
skip.
Hann sigur, at seymirnir,
sum eru at síggja í vrak-
inum, eru ávikavist úr træi
og úr kopari.
– Tað vísir seg, at teir
smærru seymirnir eru úr
træi og teir longu, sum helst
skulu bera meira, eru úr
kopari.
Jói sigur, at skip hava lig-
ið á leiðini, har Ljósafelli
fekk vrakrestirnar, í fleiri
ár.
– Eg haldi tí, at vit
munnu hava grivið hesar
plankarnar upp úr botnin-
um, har teir hugsandi hava
ligið fjaldir í mong ár.
Lítil áhugi
Vrakrestirnar hava nú ligið
umborð á Ljósafelli í ein
mánaða ella so.
– Tá ið vit komu aftur av
túri, boðaðu vit Fornminn-
issavninum frá tí, vit høvdu
fingið. Ein maður hevur
verið framvið her og hevur
hugt at vrakinum, men eg
haldi ikki, teir hava víst
hesum
nakran
serligan
áhuga.
Jói heldur, at tað hevði
verið ógvuliga áhugavert at
funnið út av, hvat skip talan
kann vera um – ella í
minsta lagi, nær í tíðini
skipið er burturgingið.
Hann sigur, at skipið,
sum vrakrestirnar stava frá,
at síggja til hevur verið
styrkt við kóparplátum
ímóti ísi.
– Tí er hugsandi, at
skipið hevur verið styrkt til
sigling í kaldari sjógvi, har
ísur kundi vera ein trupul-
leiki. Tað er kent, at tann
tunni ísurin kann skera inn í
skipssíðuna, og tí plagdu
teir at styrkja bógvin og
tann partin av skipsskrokk-
inum, sum lá um vatngang-
in.
Okkara skylda
Jói heldur, at soleiðis, sum
skipið sær út til at vera
bygt, kann tað saktans vera
eini 200 ára gamalt ella
eldri.
– Men tað kann sjálvsagt
eisini vera yngri enn tað,
leggur hann aftrat.
Tað harmar Jóa, at Forn-
minnissavnið ella annar
stovnur ikki hevur áhuga at
gera nakrar serligar kann-
ingar av vrakrestunum.
– Tað var eg, sum ringdi
og segði teimum frá. Tey
søgdu, at til ber at gera
kanningar, men hetta er
bæði
tíðarkrevjandi
og
kostnaðarmikið. Ætlandi
fara vit avstað aftur seinni í
hesi vikuni, og tá verða
vrakrestirnar, sum nú hava
ligið umborð á Ljósafelli í
ein mánaða ella so, helst
koyrdar niðan á Sandvíkar-
hjalla.
Jói heldur, tað er okkara
skylda mótivegis okkum
sjálvum og øðrum at kanna,
hvaðani eitt slíkt skip, sum
í sínari tíð er gingið burtur,
stavar.
– Eg hevði heilt avgjørt
væntað, at onkur fór at taka
sær av hesum.
Langt av leið
Hann sigur, at skuldi tað
hent seg, at talan var um
eitt føroyskt skip, hevði
skipið í sínari tíð verið rikið
langt av leið.
Tó útihýsir hann ikki
møguleikanum, at deyð-
siglari, sum hevur fiskað í
Grønlandi, kann vera rikin
á hesar leiðir.
– Tá ið eingin áhugi er at
taka hond um slíkt, er ikki
hugsandi, at fólk heldur
tíma at goyma tað, tey nú
einaferð kunnu koma fram
á – tað veri seg á landi ella
sjógvi, sigur Jói Winther.
Ljósafelli fór úr Føroy-
um, 16. februar og var aftur
í Føroyum, 15. mai. Veiðan
vá 160 tons av svartkalva,
harav meginparturin av
veiðini var skorin til jap-
anska marknaðin. Eisini
hava teir heilfryst nakað av
svartkalva, sum bara er
blóðgaður.
Ljósafelli elligamalt vrak í trolið
– Tað hevði verið áhugavert at fingið eina ábending, hvaðani hetta skipið stavar, heldur Jói Winther.
Myndir: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6