Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Viðbreknar, sterkar persón­ ligheitir við stórum ego. Fólk av hesum slagnum eru eis­ini í sjúkrahúsverkinum, og er tað kanska ein av høvuðs­ orsøkunum til, at stríðið um og millum tey trý føroysku sjúkrahúsini ongan enda tykist fáa. Í øllum førum heldur Tummas í Garði, fyrrverandi lækna­stjóri og varastjóri á Lands­sjúkra­húsinum, at Heilsu­mála­ráðið og polit­ iska skipan­in ikki hava havt rygg til at framt neyð­ugar ný­skipan­ir innan sjúkra­ hús­verkið, tí tað umframt politisku skipanina eisini ræð­ist ávísar persónar innan heilsu­verkið sjálvt. Øvugt valdsbýti – Vit síggja ofta eitt øvugt valdsbýti innan sjúkra­hús­ leiðslu í Føroyum, og tað er serliga galdandi fyri tey smáu sjúkrahúsini. Tað er ikki stjórin, ið ræður, og so slettis ikki Heilsumálaráðið, men einstakir yvirlæknar. Hetta tí tað er so ringt at fáa serlæknar til yvirlækna­ størvini. Stjórin heldur seg vera noyddan at leggja seg fram eftir rommum fyri at yvirlæknin ikki skal rýma, sigur Tummas í Garði. Í februar í ár var stjóra­ skeið hansara úti á Lands­ sjúkra­húsinum, og hann vildi ikki søkja tað av nýggjum, men fór aftur í sítt gamla starv sum narkosuyvirlækni. Í níggju ár var hann ávikavist læknastjóri og varastjóri á Landssjúkrahúsinum, og legði starvið ávís bond á hann, tá tað snýr seg um at lut­taka í almenna kjakinum. Hesi bond eru burtur nú. – Samstarvið í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum hevur riggað fínt, og samstarvið mill­um sjúkrahúsini riggar eis­ini í mun til tær fortreytir, ið eru galdandi. Men tað er júst fortreytunum, tað er galið við, og onki verður gjørt fyri at broyta tær, sigur fyrr­ verandi læknastjórin. Ein av hesum fortreyt­ unum, sum sambært Tummas í Garði er skeiv, er, at vit vilja hava trý fult tilbúgv­ in sjúkra­hús. – Lógin krevur,at hvørt sjúkra­hús skal hava ein medisinara og ein almen- kirurg í yvir­lækna­størv­um. Hetta eru teir so­nevndu generalistar­nir, men trupulleikin er bara, at teir finnast ikki longur. Allir læknar í dag fara serlækna­ leið­ina, so tá Suður­oygar Sjúkra­hús og Klaksvíkar Sjúkra­hús søkja eftir kirurg­ iskum yvirlækna, fáa tey ein serlækna við onkrari lut­falls­ liga smalari sergrein. Tað er púra tilvildarligt hvørja sergrein hesin læknin hev­ur, men hann vil oftast sleppa at brúka hana og krev­ur, at dýr útgerð verður keypt inn til endamálið, og so er hansara sergrein vorðin eitt viðgerðartilboð á sjúkra­ húsinum. Sjálv­sagt pyntar tað eisini um prestisjuna hjá sjúkrahúsinum, sjálvt um sergreinin er fullkomiliga tilvildarlig, staðfestir hann. Ein leiðsla Hann ivast onga løtu í, at tað er alneyðugt at øll trý sjúkra­ húsini verða løgd saman undir eina leiðslu. – Í pengum hevði størsta sparingin verði, um vit bara høvdu eitt sjúkrahús, men politiskt er tað avgjørt, at vit skulu hava trý. Eg eri heldur ikki úti eftir at steingja á Tvøroyri og í Klaksvík, men eitt nýtt og greitt upp­ gávu­býti má gerast. Tað sum gongur fyri seg nú við ongari samskipan av virk­ sem­inum og høpisleysum dupultfunksjónum, kann ikki halda áfram, sigur Tummas í Garði og nevnir fleiri dømi: – Ein føroyskur uro­logur, sum starvast á Aalborg Sjúkra­húsi, hevur í fleiri ár verið knýttur at Klaks­víkar Sjúkra­húsi, og á Lands­sjúkra­ húsinum hava vit eisini í fleiri ár havt eitt samstarv við urologarnar á Skejby Sjúkra­húsi, sum koma her fast eina viku um mánaðin og gera umfatandi kirurgi. Og so verður ein yvirlækni settur í Suðuroy, sum tilvildarliga eisini er serlækni í urologi, og so verður tað gudhjálpi mær eisini ein sergrein har. Eg haldi, at einhvør dugir at síggja, at her verður orkan ikki brúkt rætt. – Tað sama við ortopediini, sum er í øllum støðum, og hjarta­sjúkuviðgerð, sum er bæði í Havn og í Suðuroy. Eitt er, at tað er demotiverandi at síggja, at dýr útgerð óneyðugt verður keypt til trý sjúkrahús í staðin fyri bara til eitt, men størri týdning hevur tað, at tú mást staðfesta, at dygd og sjúklingatrygd als ikki er í hásæti, tá man ber seg at upp á handa mátan, sigur Tummas í Garði. Venjing skal til At serskurðviðgerðir í ein­ um frammanundan fólka­ fátækum landi sum Før­oyum verða býttar út á trý sjúkra­ hús hevur eis­ini bein­leiðis ávirkan á sjúklinga­trýgdina, heldur hann, tí tað merkir, at longri verður millum skurð­ viðgerðirnar, sum hvør ein­ stakur lækni ger. Tað merkir, at venjingin, rutinan, verður verri. – Rutinan hevur nógv at siga, og eisini vit á Lands­ sjúkra­húsinum fara uttan­ lands at fáa okkum venjing. Sjálvur eri eg javnan á Ríkis­ sjúkra­húsinum í Kepmanna­ havn og arbeiði. Tað er heldur ikki líka mikið, hvar ein fer. Tað er ikki vist, at ein fær so ymiskar royndir og holla læru av at gera eina rúgvu av ein­føldum skurðviðgerðum á onkrum lítlum sjúkrahúsi í Norðurnoregi heldur enn á ein­ari stórari skurðdeild á ein­um stór-sjúkrahúsi við ein­um fólkagrundarlagi á fleiri hundrað túsund, sigur Tummas í Garði. Skurðviðgerðir miðsavnast Ikki minst tí heldur hann, at øll viðgerð, serliga skurð­ við­gerð, ið krevur serligar førleikar, skal gerast í Havn. – Eg kenni øll hesi argu­ ment­ini um at býta ser­grein­ arnar millum sjúkra­hús­ini, men tað er í roynd og veru nakað tvætl, og har­afturat vandamikið fyri sjúklingar­ nar, tí tá kompliseraðar skurð­viðgerðir skulu gerast, er altíð brúk fyri meiri enn ein­ari sergrein, og í øllum før­um skulu tær vera tøkar, um okkurt miseydnast, ella komplikasjónir verða. Tí skulu allar sergreinarnar verða savnaðar á Lands­ sjúkra­húsinum. Men tó kundu lækna- og sjúkra­ røktar­frøðingatoymi verði send út til tey smærru sjúkra­húsini at gera minni krevj­andi skurð­viðgerð­ir, sigur narkosuyvirlæknin. Júst hansara sergrein – doyv­ing ella anæstesi á lækna­máli – er altíð neyðug at hava til staðar, tá sjúklingar skulu undir skurð, líka mikið, hvat teimum feilar. – Nú eru fýra narkosu­ læknar á Landssjúkra­ hús­inum. Sam­stundis er eitt narkosu­lækna­starv normerað í Suðuroy og eitt í Klaks­vík. Ongin vil tó í tey størv­ini, so har mugu tey leiga narkosu­læknar inn, tá skurð­viðgerðir eru á skránni. Alt hetta í Staðin fyri at allir – fimm ella seks – narkosu­ læknar vóru í starvi á Lands­ sjúkra­húsinum, og teir so kortini eisini kundu verði sendir út til skurðviðgerð­ irnar í Klaksvík og í Suðuroy, sigur Tummas í Garði. – Hetta sama er galdandi fyri hini serøkni eisini, har dupultfunksjónir eru. Trýstið Fyrrverandi læknastjórin á Landssjúkrahúsinum fýlist á, at Heilsumálaráðið ikki hevur rygg til at gera neyðugu nýskipanirnar innan føroyska sjúkrahúsverkið. Sjúkrahúsini skulu hava felags leiðslu, og uppgávubýtið millum tey skal vera greitt, heldur hann Sjúkra­húsini skulu hava eina leiðslu Tummas í Garði: sjúkrahús Tummas í Garði er aftur í sínum gamla starvi sum narkosuyvirlækni á Landssjúkrahúsinum eftir níggju ár sum læknastjóri – tað seinastu tíðina broyttist heitið tó til varastjóra. Nú leiðsluábyrgdin er tikin av herðunum, liggur betri fyri hjá honum at siga sína hjartans meining um bygnaðin og tað, sum gongur fyri seg í føroyska sjúkrahúsverkinum Mynd: Álvur Haraldsen