Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 á Landssjúkrahúsið er stórt, samstundis sum serlæknar eru bæði á Tvøroyri og í Klaksvík, sum ofta hava lítið at gera, sigur hann. Ongin grundgeving Tummas í Garði heldur ikki, at ein einasta læknafaklig grundgeving er fyri at hava trý fult tilbúgvin sjúkrahús í Føroyum. – Tær akuttu støðurnar – skaðatilburðir og føðingar til dømis – ið ofta verða nýttar sum grundgevingar fyri, at vit mugu hava trý sjúkrahús, krevja júst tað øvugta. Vit noyðast at fyrihalda okkum til tær ásetingar, sum danska Sunnhedsstyrelsen kemur við, og í Danmark hava tey, gaman í við buld­ur og brak, stongt fleiri smærri akuttar móttøkur, og mið­savnað til størri sonevndar trauma­ deildir. Sjúkrabilarnir skulu einfalt koyra fram við teimum smáu sjúkra­hús­ unum. Tí skaða­tilburðir krevja sera ofta eina rúgvu av ser­før­leikum á móttakandi sjúkra­hús­inum. Ein einsa­ mallur lækni á vakt á einum lítlum sjúkrahúsi fær ikki tryggja eina optimala og skjóta diagnostisering og við­gerð, tvørturímóti kann hann lættliga seinka røttu viðgerðini og tískil gera ilt verri. Nógv tann besti førleikin í Føroyum er á Lands­sjúkrahúsinum, men tá vit koma til kort í slík­ um støðum, mugu vit jú í skundi flyta sjúklingarnar av landinum, sigur Tummas í Garði. Lív ella deyð – Tað sama er galdandi við føðingum, um ikki alt gongur eftir bókini. Væl veit eg, at tað ikki er ein sjúka at vera við barn, men at eiga kann kortini knappliga broytast til eina sera álvarsama støðu, sum krevur skjótt og trygt inntriv frá serlæknum. Tá er ikki nóg mikið, at bara ein almenkirurgur ella ein ortopedur, og ein narkosu­ sjúkra­systur eru einsamøll á vakt, sigur Tummas í Garði og leggur afturat. – Landið brúkar nógvar pengar um árið upp á ein tyrlu­tilbúgving at taka sær av sjúklingum, ið hava brátørv á sjúkraflutningi, so eg dugi ikki at síggja, hví vit eis­ini skulu brúka nógva og dýra orku upp á akutt­mót­ tøkur á teimum smáu sjúkra­ hús­unum. Hann vil ikki koma inn á ítøkilig dømi, men sigur, at tað er hent meira enn eina­ ferð, at sjúklingar í Føroyum eru deyðir, tí teir ikki beinan­ vegin eru komnir undir røttu serlæknahendur undir bráð­ sjúku ella eftir van­lukku­ tilburð. Tí heldur hann eisini, at tað var ein full­komuliga ábyrgdar­leys av­gerð av lands­stýris­mann­inum í heilsu­málum at taka, tá hesin gjørdi av ikki at fylgja tilmælinum frá lands­lækna­ num um at steingja føði­ deildina á Suðuroyar Sjúkra­ húsi. Tummas í Garði heldur tað vera skilagott at umskipa sjúkrahúsini í Suðuroy og Klaks­vík til heilsudeplar, har dentur verður lagdur á endur­venjing, eftirviðgerð og heilsu­røkt, og einfaldar skurð­við­gerðir, sum skulu fremj­ast av skurðlæknum, ið eru útsendir av Lands­sjúkra­ hús­inum. Stýr á sergreinunum Umframt sjúklingatrygdina og dygdina í viðgerðini ann­ ars, hevur tað stóran týdning fyri evnini at lokka fleiri serlæknar til, at sjúkrahúsini koma undir eina leiðslu, og øll serlæknastørvini verða mið­savnað á Lands­sjúkra­ hús­inum, heldur Tummas í Garði, tí ongin serlæknagrein kann fungera optimalt í dag, við bert einum serlækna einsa­mallum úti á einum lítlum sjúkrahúsi. – Tað hevur verið trupult at fáa teir læknarnar, vit hava mest brúk fyri, men tess størri og meira fjølbroytt tað lækna­liga umhvørvið er, tess størri er hugurin hjá lækn­um at koma her. Vit eru eis­ini í tí hepnu støðu júst nú, at nógvir føroyingar – okkurt um 100 – eru í ferð við at útbúgva seg til lækna. Um vit bera okkum rætt at, fáa skil á uppgávubýtinum mill­um sjúkrahúsini og gera okkum greitt, hvørjar ser­ greinir, vit skulu hava, so fer tað eisini at skunda undir nýggju læknarnar at fáa sær tær serútbúgvingar, vit hava størst tørv á. – Á tann hátt verður til­ vildin minni, og tað fer at bera betur til hjá myndug­ leik­unum at stýra sjúkra­ hús­unum og viðgerðar­tilboð­ unum heldur enn øvugt, sum nú, har tað eru yvirlæknar við til­vildarligum sergreinum, ið stýra, sigur Tummas í Garði. sjúkrahús FAKTA Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús við umleið 20 serlæknaøkjum, 9 konsulent­skipanum og 170 seingjar­ plássum. Netto-rakstrarjáttanin í ár er 386,4 milliónir krónur.