mánadagur 25. november 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
– Teir eru vanir at svimja í
vektloysi á opnum djúpum
havi, og tí hava teir stórar
trupulleikar, tá teir koma
nær landi og gera landgongd,
sigur Bjarni Mikkelsen, lív
frøðingur á Náttúrugripa
savninum, sum seinastu dag
arnar hevur brúkt nógva tíð í
Sundalagnum, og sum eisini
var á staðnum í seinnapartin
sunnudagin.
Sosialurin hitti í gjár
Bjarna Mikkelsen í fjøruni
við Norðskála beint norðan
fyri brúnna um Streymin.
Har lá avgusturin, sum doyði
í gjár. Hann hevur ligið hin
um megin sundið seinastu
dagarnar, í Nesvík, har ein
annar avgustur eisini lá
deyður.
– Klokkan hálvgum sjey
sunnumorgunin var hann á
lívi hinumegin. Hann hevur
síðani svomið yvirum, og er
deyður einaferð fyrr í dag,
segði Bjarni Mikkelsen í
gjár.
Hin avgusturin lá sunnu
dagin á Oyri sunnan fyri
Brúnna. Hann er flotnaður,
eftir at hava ligið deyður í
Nesvík
Streymoyarmegin
seinastu dagarnar.
– Hann er óivað flotnaður,
tá bruni er komin í hann, og
hann er vorðin lættari í sjón
um, sigur Bjarni Mikkelsen.
Ætlanin
hjá
Náttúru
gripasavninum er at taka
báðar
hesar
avgustarnar
upp á hvalastøðina við Áir.
Tað er kanska lagnunnar
speisemi, at hesi avgustar
hava lagt beinini beint við
einastu hvalastøð norðan
fyri Ekvator. Men ætlanin er
so at goyma beinagrindina
av avgustinum, sum liggur
norðan fyri Streymin, tí tann
hvalurin er heilur enn. Hin
hvalurin, sum liggur sunnan
fyri, er tann, har onkur hevur
sagað undirkaftin av.
– Men vit ætla kortini at
taka hann upp fyri at hyggja
í kýkin at vita, hvat hann
hevur etið, sigur Bjarni Mikk
elsen.
Bjarni Mikkelsen hevur
mált avgustin, sum liggur í
fjøruni við Norðskála. Hann
máldi hann til slakar 14 metr
ar, og hann metir, at hann
vigar um 20 tons.
– Hesin er ikki fullvaksin,
sigur Bjarni Mikkelsen, sum
samstundis staðfestir, at hes
ir hvalir ikki eru komnir hig
ar fyri at doyggja av elli.
– Teir eru uttan iva vilstir
higar millum oyggjarnar.
Teir eru jú vanir við at liva í
vektloysi á djúpum havi og
hava valla sæð land áður. Tá
teir so koma millum oyggjar
og á grunt vatn, so eru teir
púra fyri ongum, sigur Bjarni
Mikkelsen.
Bjarni Mikkelsen sigur, at
avgustur als ikki veit, hvussu
hann skal gera, tá hann er
nær landi.
– Øðrvísi er við bóghvítu
hvali, sum dugir væl at fara
upp á land og koma á sjógv
aftur, og hann er vanur at
ferðast, har nógv fólk er.
eirikur@sos.fo
Hava
ongantíð
sæð land
Avgustarnir, sum seinastu dagarnir hava
svomið í Sundalagnum, har tveir teirra higartil
eru deyðir, hava valla áður sæð land
Í gjár doyði tann seinni avgusturin eysturoyarmegin. Hann svam um sundið og doyði
Nógv fólk hava leitað sær norður í Sundalagið hesar dagarnar