mánadagur 25. november 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sjúkrahús
– Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heldur
ikki, at tað er nakar trupulleiki hjá hansara læknum at
bera seg rætt at í bráðmóttøkuni og senda teir sjúklingar
til Havnar, ið hava tørv á tí. – Skaðastovan hevur bjargað
nógvum mannalívum við at stabilisera støðuna hjá
illa skaddum fólkum, men sjálvandi senda vit tey til
Havnar, um tørvur er á serligum førleikum, sigur hann
Mynd: Álvur Haraldsen
FAKTA
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur sergreinar
í ortopedi og urologi, og ger millum
annað eisini serligar kikarakanningar og
-viðgerðir. Sjúkrahúsið hevur 36 seingjar
pláss. Netto-rakstrarjáttanin í ár er 62,3
milliónir krónur.
Sergreinar
uttan
góðkenning
Bæði tann almen-kirurg
iski og tann medisinski
yvirlæknin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi eru serlæknar.
Tann fyrri, Jóhan Petur
Davidsen,
er
urologur,
landgagnafrøðingur,
og
hin seinni, Hans Petur
Nielsen, er kardiologur,
hjartalækni.
Og
báðir
virka eisini sum serlæknar
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
innan hesar sergreinar.
Men sergreinarnar eru
ongantíð góðkendar av
landsstýrismanninum
í
heilsumálum, sum sjúkra
húslógin annars ásetir. Í
grein 2, stk. 3 stendur: »Við
øll sjúkrahúsini kunnu
setast á stovn sergreinar
eftir
góðkenning
frá
landsstýrismanninum.«
Spurdur,
um
hann
heldur ta støðuna vera
nøktandi, sigur Ronnie
Midjord, sjúkrahússtjóri:
– Tað mást tú spyrja
landsstýrismannin um.
Tað gera vit so, men fyri
Karstin Hansen, heilsu
málaráðharra, er tað púra
nýtt, at sergreinarnar á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi
ongantíð eru góðkendar.
– Báðir vóru byrjaðir
har, áðrenn eg bleiv lands
stýrismaður, og eg eri ikki
vorðin varugur við, at
nøkur góðkenning møgu
liga vantar. Nú fari eg at
kanna hesi viðurskiftini, tí
sjálvandi skal tað formliga
vera í lagi og virksemið
á sjúkrahúsunum fylgja
lógini, sigur hann.
Suðuroyar Sjúkrahús bjóðar serviðgerð í
hjartasjúkum og serskurðviðgerð í urologiskum
sjúkum, men sergreinarnar eru ongantíð góðkendar
av heilsumálaráðharranum, sum lógin krevur
húsini eru smá og mangla
læknar, og vit mugu taka
tað, sum vit fáa, sigur Ronnie
Midjord.
Hann
verjir
avgerðina
hjá
landsstýrismanninum
í heilsumálum um ikki at
fylgja tilmælinum hjá lands
læknanum um at strika
føðideildina
á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi, tí sjúkrahúsið
ikki ræður yvir neyðugu
førleikunum og útgerðini at
taka sær av vandastøðum í
sambandi við barnsburð.
– Vit eru sera tilvitað um
støðuna og okkara avmark
ingar. Tí verður eisini umleið
helmingurin av teimum í
meðal 60 barnakvinnunum,
vit hava her suðuri um árið,
sendar til Havnar at eiga. Um
vit hyggja fimm ár aftur, so
máttu vit í 2009 senda eina
barnakonu til Havnar, sum
vit annars ætlaðu skuldi
eiga her suðuri, og aftur eina
í 2012. Tað haldi eg ber boð
um, at okkara læknar duga
væl at meta um støðuna hjá
barnakonunum og visitera
til Havnar, tá tað er neyðugt,
sigur Ronnie Midjord.
Nøkur vilja búgva her
Eisini hann tekur undir við, at
fólkagrundarlagið í Føroyum
er ov lítið til einsamalt at
halda uppi neyðugu roynd
irnar og dygdina á sergreina
økjunum.
– Tá krevst eitt fólka
grundarlag á eini 200.000. Tí
fara okkara serlæknar eis
ini javnan av landinum at
arbeiða, og eg haldi, at tað
átti at verið eitt krav, at allir
okkara serlæknar javnt og
samt syrgdu fyri at fáa sær
neyðugu royndirnar uttan
lands, so sjúklingatrygdin
her heima kann vera so góð
sum gjørligt.
– Men tá tað er sagt, so
mugu vit heldur ikki gloyma,
at hóast fortreytirnar eru,
sum tær eru, og at tað í
ávísum førum ikki er gjørligt
at veita somu trygd og tæn
astur sum í stórum londum,
so eru tað altso nøkur fólk
sum hava gjørt av, at tey
vilja búgva her á landi, sigur
Ronnie Midjord.
ingolf@sosialurin.fo
– Nær hevur Tyrlan seinast gjørt eitt fólk frískt,
spyr Ronni Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Stóra fjarstøðan til meginøkið ger, at tað absolutt
eru læknafakligar grundgevingar fyri at hava
eitt tilbúgvið sjúkrahús í oynni, heldur hann
FAKTA
Suðuroyar Sjúkrahús hevur 26 seingjar
pláss og sergreinar í urologi, kardiologi og
ortopedi. Netto-rakstrarjáttanin í ár er
52,1 millión krónur.