mánadagur 25. november 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Vit hava eina sjúkrahúslóg,
sum Løgtingið hevur sam
tykt, og sum sigur, at vit
skulu hava trý sjúkrahús í
Føroyum. Tí er tað burturvið
áhaldandi at tosa um nakað
annað ella at royna brongla
lógina við at krevja eina
leiðslu fyri øll sjúkrahúsini.
Tað heldur Heri Ellings
gaard, stjóri á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, sum eisini vil
halda fast um, at tey smáu
sjúkrahúsini
skulu
hava
teirra sergreinar.
Ortopedi síðani 1971
– Tað má verða ein beinleiðis
avleiðing av lógini og polit
iska
ynskinum
um
trý
sjúkrahús, tí skulu tey smáu
sjúkrahúsini hava nakran
møguleika at yvirliva og fáa
læknar í starv, so mugu tey
hava sergreinar, sigur hann
og minnir á, at Klaksvíkar
Sjúkrahús byrjaði upp á
ortopedskurðviðgerðir longu
í 1971.
– Tað bleiv gjørt her, tí tey
vildu ikki hava sergreinina í
Havn, sigur sjúkrahússtjórin
í Klaksvík.
Men sjúkrahúsini mangla
eina greiða politiskt grund
festa ætlan at arbeiða eftir,
heldur hann.
– Politikararnir mugu eftir
hollari fakligari ráðgeving
gera av, hvørjar viðgerðir, vit
sjálvi skulu megna í Føroyum,
hvørjar viðgerðir, vit skulu
keypa okkum serlæknahjáp
til uttaneftir, og hvørjar við
gerðir, vit ikki skulu hava,
men heldur senda sjúklingar
nar av landinum at fáa. Eg
haldi, at samstarvið millum
sjúkrahúsini riggar væl, men
vit mangla hetta amboðið til
at fáa alt sjúkrahúsverkið at
virka væl, sigur hann.
Egna eftir læknum
Heri
Ellingsgaard
hevur
somu hugsan sum Tummas
í Garði um, at tað ræður um
at bera seg rætt at fyri at fáa
sum mest burtur úr støðuni,
nu umleið 100 føroyingar eru
í ferð við at útbúgva seg til
lækna.
– Júst fyri teir vil tað hava
stóran týdning at vita, hvøj
um viðgerðum vit leggja okk
um eftir at hava her heima.
Sum er er útboðið lítið, og vit
mugu taka teir serlæknar, vit
kunnu fáa. Men um ein hópur
av føroyskum læknalesandi
fær at vita, hvørjar viðgerðir
føroysku sjúkrahúsini ætla at
satsa upp á, so skal tað undra
meg nógv, um ikki fleiri teirra
fara at tilrættisleggja teir
sergreinaval eftir tí, sigur
hann.
Sjúkrahússtjórin í Klaks
vík tekur undir við sjónar
miðunum hjá sínum yvir
lækna, Jákupi Petersen, um,
at tað er nærleikareglan,
sum er tilverugrundarlagið
hjá teimum smáu sjúkrahús
unum.
– Tað verður tosað um
samanleggingar og felags
leiðslu, men kanska skuldu
tað heldur verið fimm sjúkra
hús. Smá sjúkrahús tætt at
sjúklingunum geva eisini
fleiri praktiskar møguleikar
og fyrimunir, eitt nú kunnu
vit bjóða mobila laboratorie
tænastu, har vit fara út til
eldri fólk at taka til dømis
blóðroyndir. Hetta kunnu vit
gera, tí økið er avmarkað og
fólkagrundarlagið lítið, sigur
Heri Ellingsgaard.
ingolf@sosialurin.fo
Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, heldur, at tað er gott við eitt sindur
av kapping millum sjúkrahúsini, men manglar stýringsamboð, tí politikararnir ikki
hava tikið støðu til, hvat sjúkrahúsverkið skal, og hvat tað ikki skal
sóknast eftir
greiðari ætlan
Sjúkrahússtjóri
sjúkrahús
Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri á Tvøroyri, heldur ikki, at Suðuroyggin hevði klárað
seg uttan egið sjúkrahús, tí fjarstøðan til meginøkið er ov stór til at kunna dúva upp á
Landssjúkrahúsið. Suðuroyar Sjúkrahús hevur í fleiri ár bjóðað seg fram at gera skrálagdar
skurðviðgerðir fyri Landssjúkrahúsið, men haðani hoyrist onki, sigur sjúkrahússtjórin
Serlig støða í Suðuroy
Ingolf S. Olsen
Ronnie Midjord, stjóri á
Suðuroyar Sjúkrahúsi , hevur
ilt við at skilja, at Tummas í
Garði, fyrrverandi læknastjóri
á Landssjúkrahúsinum, tosar
um, at tey hava ov mikið at
gera í Havn, meðan væl út
búnir serlæknar hava lítið at
gera í Suðuroy.
– Vit hava bjóða okkum
fram í fleiri ár at gera plan
lagda kirurgi, at taka tær
smærru skurðviðgerðirnar
fyri at minka um tær ræðu
liga longu bíðitíðirnar, men
vit hoyra ikki eitt orð aftur.
Men hetta er bert eitt tekin
um, at tann skipanin, sum
vit hava, ikki verður rætt
útnyttað, sigur stjórin á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Lívsneyðugt sjúkrahús
Hann vil ikki hoyra taling
um at leggja sjúkrahúsini
saman.
– Vit hava ein stjóra fyri
øll sjúkrahúsini, nevniliga
aðalstjóran í Heilsumála
ráðnum, og tað riggar fínt.
Og tað samstarvið, sum
vit skulu hava sambært
sjúkrahúslógini, riggar eis
ini fínt. So eg síggi onga
orsøk at broyta tað stóra
upp á leiðslubygnaðin, sigur
Ronnie Midjord.
Í hansara eygum er tað
ikki
bert
nærleikareglan,
ynskið um at tað skal vera
stutt millum sjúkling og
sjúkrahús,
ið
rættvísger
eitt tilbúgvið sjúkrahús á
Tvøroyri.
– Eg dugi ikki at síggja,
hvussu man skuldi klára seg
her suðuri uttan eitt sjúkra
hús. Vit liggja ov langt frá
Havnini til at Landssjúkra
húsið kann taka sær av
bráðtørvandi viðgerð her. Jú,
eg veit, at vit hava eina tyrlu
tilbúgving, men nær hevur
tyrlan seinast gjørt eitt fólk
frískt? Tað er ikki altíð, at
hon kann flúgva, serliga ikki
um veturin. Vit hava tríggjar-
fýra akuttar innleggingar
um dagin, so ímynda tær,
um
tyrlan
skuldi
flogið
hvørja ferð í staðin. Nei, tað
eru absolutt læknafakligar
fortreytir fyri at hava eitt
sjúkrahús her við tí fjarstøðu,
vit hava til meginøkið, sigur
Ronnie Midjord og borðreiðir
við enn einum argumenti:
– Tú sigur, at tú ringir
suður, tí tað er ov langt at
koma higar sjálvur. Soleiðis
er tað í øllum lutum, men
fjarstøðan er galdandi báðar
vegir. Tað er ikki bara sum
at siga tað at senda fólk
um Suðuroyarfjørð og tann
langa teinin til Havnar, tá
okkurt feilar teimum.
– Sjóvegis sambandið er
eisini sera svikaligt. Nú í
vetur avlýsa teir í heilum, og
um siglingin annars er norm
al, so mugu fólk taka heilar
arbeiðsdagar burtur úr, um
tey skulu eitt ørindi norðan
fjørðs, sigur hann.
Eisini tilvild í Havn
Atfinningarnar um tilvildar
ligar sergreinar á teimum
smáu sjúkrahúsunum varpar
hann eisini norður aftur um
Suðuroyarfjørð.
– Vit kunnu ikki velja
sjálvi, hvørjar serlæknar vit
fáa. Vit kunnu sjálvi ikki
henta fruktirnar av trænum,
men mugu standa á vøllinum
og við kurvini lofta teimum,
ið detta niður. Soleiðis er
tað her, men soleiðis er tað
sanniliga eisini á Lands
sjúkrahúsinum.
Sergrein
arnar har eru eisini tilvildar
ligar. Tí tað er líka mikið, um
vit tosa um Tvøroyri, Klaks
vík ella Havnina, øll sjúkra