mánadagur 25. november 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 25. november 2013 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sjúkrahús
Skráløgd skurðviðgerð er stóra styrkin hjá smáum
sjúkrahúsum, og tað er tað, føroyingar eiga at
leggja seg eftir við teimu smáu sjúkrahúsunum,
heldur svenski ortopedurin Peter Aspemo, ið altíð
gleðir seg at sleppa til Klaksvíkar at arbeiða
Fakta
Vit skulu framhaldandi hava trý sjúkrahús, men hvussu
uppgávubýtið teirra millum skal verða, verður onki sagt um
í heilsunýskipanaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í
heilsumálum.
Verandi sjúkrahúslóg staðfestir talið á sjúkrahúsum og
hevur ásetingar um, hvussu tey skipa seg, og um samstarv
og sergreinar. Tær báðar fyrstu greinarnar ljóða soleiðis:
§ 1.
Sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús.
Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar
sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.
Stk. 2. Við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi
skipað/sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvir-
læknastarv.
Stk. 3. Til sjúkrahúsverkið hoyra eisini serligir stovnar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvørjir serligir
stovnar hoyra undir sjúkrahúsverkið og teirra virki.
§ 2.
Sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at veita
hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra
um viðgerðartilboðini og raksturin innan
sjúkrahúsverkið. Sjúkrahúsini kunnu gera
samstarvsavtalur fyri at betra viðgerðartilboðini
og raksturin innan sjúkrahúsverkið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar
samstarvsavtalur, ið hava týdning fyri
sjúkrahúsverkið.
Stk. 3. Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar
eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um bygnað og
fyrisitingarlig viðurskifti á sjúkrahúsunum.
Ingolf S. Olsen
Svenski ortopediski skurð
læknin og akslaserfrøðing
urin Peter Aspemo hevur
seinastu góðu tíggju árini
við
jøvnum
millumbil
um arbeitt á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Hetta
kom
í lag, tá hann í síni tíð
arbeiddi á svenska Sunder
by Sjukhus í Luleå og har
kom í samband við Jákup
Petersen, yvirlækna.
- Her er herligt at vera
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Eg fái eina rúgvu av orto
pediskum royndum, tí eg
arbeiði nógv, tá eg eri her,
men samstundis er tað
altíð deiliga avstressandi
at koma higar. Her er altíð
róligt og sera stuttligt at
vera, sigur Peter Aspemo.
Tá hann ikki er í Klaks
vík, er hann í sínum fasta
starvi sum yvirlækni á
sjúkrahúsinum í Narvik í
Norðurnoregi.
- Tað er eisini eitt lítið
sjúkrahús, og styrkin hjá
teimu er elektiv skurðvi
ðgerð innan útvaldar ser
greinar. Tað eiga tit eisini
at satsa upp á við sjúkra
húsunum í Klaksvík og í
Suðuroy, sigur Peter Aspe
mo.
Planlegging
er effektiv
Elektiv skurðviðgerð er
skráløgd
ella
planløgd
skurðviðgerð.
- Øll akutt viðgerð kann
gerast á størri sjúkrahús
um við einum størri út
boði av sergreinum, sum
er neyðug til tað. So er
onki, sum órógvar, og til
ber at avgreiða eina rúgvu
av skurðviðgerðum upp
á stutta tíð. Tað er gott
fyri bíðilistarnar, og sam
stundis avlastar tað tey
størru sjúkrahúsini, ella
hjá tykkum tað í Havn, sig
ur Peter Aspemo.
Hann tekur undir við, at
høgt fakligt stig best verð
ur varðveitt, um arbeitt
verður við einum stórum
sjúklingagrundarlagi, men
hann ávara ímóti at halda,
at stórt altíð er gott.
- Jákup Petersen, til
dømis, ger tíggjutals pro
tesur bara her í Klaksvík
um árið og nógv fleiri í Svø
ríki, men samanber tú við
USA, so verða 90 prosent
av mjadnaprotesu-skurð
viðgerðunum har gjørdar
av ortopedum, sum gera
færri enn tíggju slíkar
skurðviðgerðir um árið,
greiðir Peter Aspemo frá.
Peter Aspemo:
- Her er
herligt at vera
- Fakliga støðið í ortopediini í Klaksvík er væl og virðiliga á hædd við ortopediina
á stórum sjukrahúsum og øll er sera professionell, sigur Peter Aspemo. Her er
hann á skurðstovuni saman við Beggu Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðingi
sjónir eru neyðugar. Fysio
terapi, røntgen og narkosa
má til dømis vera á øllum
sjúkrahúsunum. Men tað
er rætt, at tað ikki altíð er
neyðugt at keypa somu dýru
tólini til øll sjúkrahúsini.
Hetta hava vit eisini tikið
til okkum. Eitt nú høvdu vit
ætlanir um at keypa onkrar
skannarar
til
Klaksvíkar,
men slógu av, tí útgerðin
frammanundan var í Havn.”
“Annars kann tað undra,
at tá tosað verður um
dupultfunksjónir, so verður
oftast fokuserað upp okkurt
sum er eyka afturat Lands
sjúkrahúsinum. Men taka
vit ortopediina, so byrjaði
útskiftingin av mjadnum og
knøum í Klaksvík. Tað sama
gjørdu kikarakanningarnar,
og kikaraskurðviðgerðirnar.
Her høvdu vit eisini tann
fyrsta protesumakaran –
bandagistin – og ortopediska
skómakaran. Og vit vóru
eisini fyrstir at fara undir
ryggjaskurðviðgerðir”, stað
festir kirurgiski yvirlæknin
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Bráðmóttøka í Havn
Eisini hann heldur, at bráð
móttøkurnar
á
føroysku
sjúkrahúsunum
eiga
at
miðsavnast í Havn. Í Klaks
vík og á Tvøroyri eigur so
at verða fokuserað upp á
tilrættalagda kirurgi, ella
elektiva kirurgi, sum tað eit
ur á læknamáli.
“Spesialiserað
viðgerð
eigur at vera grundarlagið
undir
teimum
smærru
sjúkrahúsunum,
meðan
akutta viðgerðin eigur at
avmarkast til lívbjargandi
ella stabiliserandi viðgerð á
staðnum. Fyri at gera hesa
umskipan, er eisini neyðugt
at taka alt heilsuøkið við, tí
nógv av tí, sum okkara for
vakt ger nú, er kommunu
læknaarbeiði”, sigur Jákup
Petersen.
Jákup Petersen ger fleiri hundrað ortopediskar kurðviðgerðir um árið í Klaksvík og
uttanlands, serliga í Svøríki. Sama um tað er eitt ella trý sjúkrahús í Føroyum, so er neyðugt at
leita sær vitan og royndir uttanlands, tí fólkagrundarlagið her heima er so lítið, heldur hann