mánadagur 25. november 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. november 2013 · Nr. 136
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Hósdagin og fríggjadagin
vóru kriminalteknikarar frá
danska Rejseholdet í Føroy
um og kannaðu gernings
staðið á Marknalíð 3 í Havn.
Eg fái ikki sagt nakað um,
hvat teir funnu fram til, sigur
Bergleif Brimvík.
Líkskurðurin
vísti,
at
tað var ein løstur frá einum
knívi, ið var orsøkin til, at 61
ára gamli maðurin lat lív.Vit
hava nógvar avhoyringar at
fremja enn, tað verið seg í
familjuni hjá tí 68 ára gamla
skuldsetta manninum, ella
tey
nærmastu
hjá
Poul
Danielsen,
sigur
Bergleif
Brimvík.
Skuldsetti maúrin varð
varðhaldsfongslaður í fýra
vikur, og tá tann tíðin er
farin, skal maðurin fyri ein
dómara aftur.
Tað hendir eingin avklár
ing innan ta tíð. Talan verður
um drúgvar kanningar, sigur
Bergleif Brimvík.
Hann er annars ikki ser
liga tíðindafróður, og sigur
seg ikki kunna siga nakað
meira ítøkiligt í málinum.
Tað kunnu jú dukka nýggj
nøvn upp í kanningararbeiði
num, tað er ikki til at siga.
Tað einasta eg fái sagt heilt
ítøkiliga er, at kanningar
arbeiðið fer at taka langa tíð,
sigur Bergleif Brimvík.
Leo Poulsen
Tað eru tveir møguleikar
fyri, at 68 ára gamli maður
in, ið er skuldsettur fyri
manndráð, kann verða frí
kendur.
Fyrri
møguleikin
er
sjálvandi tann, at hann
verður
funnin
ósekur
í at hava dripið 61 ára
gamla mannin, og hion
møguleikin er, at hann
verður kendur at vera
sinnissjúkur í gernings
løtuni.
- Tann kanska mest
sannlíki dómurin tykist tó
vera harðskapur við deyða
num til fylgju.
Tað
sigur
Christian
Andreasen, sum tó ikki
kennir málið so gjølla, at
hann kann siga nakað við
vissu.
Verður hetta úrslitið,
kann
68
ára
gamli
skuldsetti maðurin rokna
við 4-5 árum í fongsli.
Hin møguleikin er so
manndráp, sum ikki kann
útilokast, eftirsum tað er
ein løstur frá einum knívi,
ið kostaði 61 ára gamla
manninum lívið. Verður
hetta
úrslitið,
verður
revsiramman helst 10-12
ára fongsul.
Fer at taka drúgva tíð
Tað ber ikki til at siga nakað serligt um
kanningararbeiðið uttan tað, at tað fer at taka
drúgva tíð at fáa greiði á øllum spurningunum,
sigur Bergleif Brimvík, kriminalovasti
Nógvir møguleikar
Allir møguleikar eru opnir, men tá knívur er
uppi í, er mest sannlíkt at talan verður um
harðskap við deyðanum til fylgju ella manndráp,
sigur Christian Andreasen, advokatur
Leo Poulsen
Leygardagin verður ísvølli
urin á Vaglinum tikin al
ment í nýtslu.
Tað
verða
allarhelst
nakrir fimleikarar, ið fara
at hita upp á ísvøllinum,
áðrenn
almenningrin
sleppur á ísin, sigur Heðin
Mortensen.
Hetta er fjórða árið á
rað, at Tórshavnar kommu
na setur ísvøll upp. Fyrstu
tvey árini var ísvøllurin á
Skálatrøð, fyrra árið var
hann opin, meðan hann
seinna árið var innilokaður
av einum tjaldi.
Tað riggaði ikki so væl,
tí tað tók atmosferuna. Vit
royndu so at hava ísvøllin
á Vaglinum í fjør, og tað
riggaði av tí allarbesta.
Nú verður ísvøllurin so
in triðing størri enn hann
var í fjør, men tað verður
framvegis soleiðis, at bilar
sleppa oman eftir Niels
Findsensgøtu, sigur Heðin
Mortensen.
Ísvøllurin er væl um
tóktur millum fólk, og
roknast má við, at hann er
komin fyri at verða.
Ísvøllurin verður tik
in
í
brúk
leygardagin,
beint eftir, at jólatræið er
tendrað. So talan verður
um eina hugnaliga sam
komu á Vaglinum, har
fólk fyrst kunnu verða
við til jólatræshaldið, og
síðani kunnu hugna sær
á ísvøllinum, sigur Heðin
Mortensen, borgarstjóri.
Vatn kemur á
ísvøllin mikudagin
Seinasta hondin verður nú løgd á ísvøllin á
Vaglinum, og væntandi verður vatn latið á
vøllin mikudagin, so hann verður klárur at taka
í nýtslu leygardagin, sigur Heðin Mortensen