Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Jón Brian Hvidtfeldt Tað er nakað eftir á mál, áðr­ enn fólk av sama kyni kunnu fáa pappír uppá hvønn ann­an. Tað vísti spurnarumfarið hjá Sosialinum fríggjadagin, og tað staðfesta tveir av upp­ skots­stillar­unum eisini ídag. - Vit kenna premissuna, men vit vóna bara, at besta argumentið vinnur til seinast, sigur Bjørt Samuel­sen, løg­ tings­kvinna úr Tjóð­veldi. Higartil tryggjar hennara flokk­ur uppskotinum bara fimm atkvøður, meðan Páll á Reynatúgvu stendur uttan­ fyri. Tjóðveldi helt eyka­ floks­ting í Haraldssundi um vikuskifti. Stevnumið floksins skulu endurskoðast, og spurn­ing­ur­in um rættindi hjá sam­kyndum vóru eisini um­rødd. Men fram­vegis hev­ ur flokkurin ikki eina felags støðu. - Nei, eg má bara staðfesta, at framvegis eru ymiskar mein­ing­ar í okkara flokki, sigur Bjørt Samuelsen og legg­ur afturat: - Tað er ein orsøk til, at tað eri eg og ikki flokkurin, sum leggur fram uppskotið. Flokk­ urin hevur ikki eina felags støðu til henda spurningin. Sama støða ger seg gald­ andi í Javn­að­ar­flokki­num. Sambært spurnarumfarinum hjá Sosialinum stillar henn­ ara flokkur higartil bara við trim­um atkvøðum fyri upp­ skoti­num. - Ja, eg noyðist at virða støðu­na hjá hvørjum ein­ støk­um tinglimi. Flokkurin hev­ur ikki eina felags støðu til henda spurningin, og tá stendur tað tinglimum frítt at atkvøða. Og tað má eg so sjálv­andi virða, sigur Rigmor Dam. Hóast løgtingskvinnan sjálv staðfestir, at flokkurin ikki hevur eina felags støðu til málið, so ætlar Rigmor Dam sær ikki at seta málið á dags­skrá fyri á tann hátt at noyða flokkin at taka eina felags støðu. - Persónliga hevði eg ynskt, at Javnaðarflokkurin hevði eina felags støðu. Men nei, eg fari ikki at krevja flokk­in eftir tí, sigur Rigmor Dam og heldur fram: - Eg trúgvi, at upplýsing er veg­ur­in fram. Tí við upplýsing hvørva fordómarnir og tí ar­ beið­ir tíðin fyri okkum. Eitt stig Tað eru sum nevnt tríggir ein­stakir løgtingslimir, sum legg­ja fram lógaruppskotini, ið skulu tryggja samkyndum rættin at giftast borgarliga. Tó ger Poul Michelsen varug við, at hann leggur uppskotið fram vegna sín flokk. Og tí er tað støðan hjá Framsókn, at hesi rættindi skulu tryggj­ ast. Men spurnarumfarið hjá Sosialinum millum løg­tings­ limir vísir, at í løtu­ni eru bara níggju at­kvøð­u­r fyri upp­ skotinum. Allar at­kvøð­ur­nar eru úr and­støðuni, meðan sam­gongu­limir sambært løg­manni hava bundið seg til ikki at atkvøða fyri upp­ skoti­num. Kortini hava upp­skots­ still­ararnir ikki mist mótið. - Fyri okkum hevur tað týdning at málið verður við­ gjørt. At vit fáa hol á kjak­ ið. So hóast tað ikki verður sam­tykt hesuferð, so kann tað verða lagt fram aftur eina aðruferð, sigur Bjørt Samuel­sen. Rigmor Dam er púra samd. - Hóast tað er líkt til, at hetta uppskotið ikki verður sam­tykt, so haldi eg meg sígg­ja eitt rák í løgtinginum, har fleiri og fleiri tinglimir taka undir við at tryggja sam­ kyndum somu rættindi sum onnur hava í okkara sam­ felag, sigur Rigmor Dam. Løgtingskvinnan heldur fram: - Tað vera tó ikki vit trý, sum bera hetta ígjøg­num. Strí­ðið verður vunn­ið í kjaki­ num kring døgurða­borð­ið og í stovunum kring landið. Tað er har, at upplýsing skal vinna á fordómunum. Í so máta er okkara uppskot eitt stig á leiðini til at mýkja mál­ ið, sigur Rigmor Dam. Samgongan Bæði Bjørt Samuelsen og Rig­mor Dam eru vónbrotnar av, at samgongulimir verða bundin av einari avtalu inni í sam­gonguni, nú málið kemur til viðgerðar. Við Sosialin fríggjadagin segði Kaj Leo Holm Johanne­ sen, at samgongan hevur eitt sam­gonguskjal at arbeiða út frá. - Hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Tal­ an er um eitt uppskot frá andstøðuni, og tí fara vit í samgongni at viðgera tað og taka eina felags støðu, segði løgmaður og gjørdi samstundis greitt, at sam­ gongu­limir verða ikki frítt­ stillað til at atkvøða eftir sín­ari sannføring, eins og viðhvørt verður gjørt í so­nevndum ”etiskum mál­um.” - Nei, tað verð­ ur ikki talan um at fríttstilla sam­ gongu­limir. Sam­ gong­an kemur at tosa saman og taka eina felags støðu til málið, segði Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen við Sosialin fríggja­dagin. Ein út­meld­ ing, sum ikki fellur í góða jørð hjá upp­ skots­stillar­unum. - Tað er ein ”fallit-erklær­ ing” frá samgonguni, sigur Rig­mor Dawm avgjørd um støðu­na hjá løgmanni. Hon heldur tað vera ein óskikk­ur, at lítlir minnilutar reelt sleppa at blokera einari ting­við­gerð. - Men hóast samgongan og løgmaður hava gjørt av, at tey tíma ikki at tosa um rætt­indi hjá samkyndum, so skal tað so ikki forða okkum í at tosa um tað, sigur Rigmor Dam. Bæði Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen halda lítið um argu­mentið hjá løgmanni, ið førir fram at talan er um eitt andstøðuuppskot um eitt mál, sum ikki er partur av sam­gongu­skjalinum: - Tað er eitt løgið argu­ ment. Eitt slíkt uppskot kem­ ur ongantíð frá nakrari sam­ gongu, tí har vilja altíð vera blokerandi minnilutar. Men eitt parlament má sleppa at við­gera eitt mál, sum snýr seg um grundleggjandi rættindi hjá einum samfelagsbólki, sig­ur Bjørt Samuelsen. Fyrsta viðgerð í løg­tingi­ num av lógar­upp­skotunum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga verður vænt­andi í næstu viku. Trilvandi andstøða Hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin standa aftan fyri uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga. – Ja, tað mugu vit bara staðfesta, samstundis sum vit virða, at okkara flokkar hava ikki eina felags støðu til spurningin, siga Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam Spurnarumfar í Sosialinum fríggjadagin vísti, at higartil vilja bara níggju løgtingsfólk atkvøða fyri uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga