mánadagur 25. november 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Niels Uni Dam
Klingran var á tremur við fólki
sunnukvøldið kl. 18. Hóast nógv
sjálvandi vóru har í sambandi við
onnur tiltøk á bókadøgunum, var
greitt, at heilt nógv vóru komin
at uppliva hesa framførsluna við
Glataðu Spælimonnunum. At tón
leikurin hevur breiðan tokka millum
fólk, var eyðsýnt. Her vóru ung sum
gomul og fólk av øllum slag, men
eg fari neyvan skeivur, tá eg sigi,
at vinstravongurin og tónleikarar
vóru eyka væl umboðaðir.
Kollektivir og Perlan
Jakobina Elingsggard greiddi okk
um frá, at hetta var fyrstu ferð
nakrantíð, at henda útgávan var
spæld úr enda í annan. Hon hug
leiddi eisini um tíðina, tá tey skriv
aðu tónleikin, um yrkingarnar
hjá Jóannesi Nielsen og Tummas
Napoleon Djurhuus, ið tey stríddust
fyri at gera rútmiskt og melodiskt
sangbarar.
Hon
hugleiddi
um
kollektivini har tey búðu, og um
Perluna, har tey hugnaðu sær.
Hugnaligt
Vit vórðu síðan førd gjøgnum frálíku
løgini, so sum framúrskarandi orð
ini í "Til Boga og allar nýføðingar í
verðini", inniliga vakra lagið "Vøggu
ljóð", ið Pauli og Jakobina skrivaðu
til orðini hjá Tongla Tummas, og
so allar hinar deiligu sangirnar, ið
langt síðan høvdu vunnið sær pláss
í hjørtunum hjá áskoðarunum.
Persónligu favorittarnir "Selatrað
8. juli 1626" og "Á Boðanesi" skuffaðu
heldur ikki. Eingin ivi skal tó vera
um, at tað var "Leygarmorgun í
Havn" blúsutti klassikarin, ið Jó
annes Nielsen skrivaði orðini til, ið
fekk bestu móttøkuna. Fólk klapp
aði við, og hugnaði sær, fullsetta
Klingran livdi við.
Ein heit og hás rødd
Samanumtikið var hetta ein deilig
framførsla,
serliga
tær
báðar
Andrea og Angelika á floytu og
violin góvu ljóðmyndini hjá Glataðu
Spælimonnunum eina ró og ein
vakurleika, ið henni tørvaði.
Eg má tó eisini taka røddina hjá
Paula Hansen fram. Hetta er ein
rødd, ið man hevur hoyrt alt ov lítið
til á útgávum. Hon er heit og hevur
ein eitt sindur hásan klang. Hetta
ger hana frálíka til hesar vøkru
sangirnar.
Nostalgi telur við
Bólkurin hevði ikki vant saman
leingi, konsertin kom í lag fyri
tveimum vikum síðan. So vit
máttu bera yvir við, at bæði tekstir
og nótar vóru settir á nótastativ
frammanfyri teimum. Men tey
komu væl frá framførsluni.
Hesir sangirnir eru so sterkir,
og fyri tey nógvu, ið kendu teir so
væl frammanundan var hetta ein
ferð aftur í tíðina, tá góðtekur man
lættari smáar feilir og annað.
Hetta var við øðrum orðum
nostalgi, og man kundi tí lætt
fyrigeva Jakobinu, at røddin ikki
longur orkaði so væl at syngja
sangirnar, og at bassspælið hjá
Fróða Sandoy ikki altíð var heilt
í topp, umframt at Pauli ikki altíð
megnaði at sláa á streingirnar við
somu styrki, so gittarin tað einu
løtuna var sera harður og næstu
løtuna júst til til pass.
Man kendi seg ríkari, tá man
eftir ein tíma ella so av tónleiki,
fór aftur út í vetrarkvøldið í Havn.
Ein av gomlu fjepparunum, segði
við meg, meðan vit gingu út úr
Norðurlandahúsinum,
at
man
skuldi havt sett nakrar kulda
blásarar inn eftir gólvinum í
Klingruni, so hevði man skapt tann
ordiliga Perlustemningin.
ummæli
Glataðu spælimennirnir 2013 vóru:
Jakobina Ellingsgaard, sang, slagverk og trummu.
Pauli Hansen, sang og gittar.
Arnbjørn Sivertsen, gittar.
Fróði Sandoy, kontrabass
Angelika Nielsen, violin.
Andrea Heindriksdóttur, tvørfloytu.
Mynd: Fróði Vestergaard
Glataðir Spælimenn
í spælihýri
Bókadagarnir endaðu við forkunnugari framførslu við Glataðu Spælimonnunum, ið
framførdu 30 ára gomlu plátuna Gluggamynd. Hetta var nostalgi, og fullsetta Klingran
livdi við, tá gomlu klassikararnir av føroyska vinstravonginum ljómaðu.