mánadagur 25. november 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
So eydnaðist eisini Team
Klaksvík at fáa ein sigur á
útivølli. Teir vóru á odda
allan vegin móti Neistanum,
sum ongantíð megnaði fáa
fatur á teimum aftur.
– Tað er áleið eitt ár og
átta mánaðir síðani Team
Klaksvík seinast vann ein
útidyst, so hetta fegnast
vit um, sigur Svein Rógvi
Nielsen Ljósstein, venjari hjá
Team Klaksvík.
Tá ein minuttur var eftir av
dystinum var Team Klaksvík
á odda við trimum málum.
Sjálvt ikki tá, vildi Svein
Rógvi taka nakað fyri givið.
Hann var nevniliga partur av
dramatiska dystinum í Vági,
sum venjari hjá Stjørnuni,
tá tær farna kappingarár
minsti steypafinaluplássið í
seinasta minuttinum, tá VB
skoraði ikki fleiri enn trý
mál.
– Tá ein minuttur var
eftir hugsaði eg, »Eg var í
Vági«, og tað skal ikki henda
aftur, sigur Svein Rógvi, sum
sjálvsagt er í góðum lag eftir
sigurin.
Hann letur serliga væl
at málmansspælinum hjá
Team Klaksvík, men vísir
eisini á Zarko Pejovic og
Igor Petrikeev, sum heilt
greitt vóru dagsins spælarar
í høllini á Hálsi leygar-
dagin.
– Tá eitt føroyskt felag tek
ur útlendskar spælarar inn,
so skulu teir eisini verða betri
enn teir føroysku spælar
arnir og styrkja um hópin.
Tað gera Zarko og Igor, sigur
Svein Rógvi.
Á odda allan vegin
Team Klaksvík var á odda frá
byrjan til enda. Hvørja ferð
Neistin var um at fáa fatur
á gestunum, so fingu teir eitt
mál ella tvey, sum aftur gav
teimum eina leiðslu.
Stutt fyri hálvleik var
um reppið, at Neistin fekk
fatur á Team Klaksvík, tá
Mikkjal Hansen, málverji
hjá Neistanum, bæði var
bjargingarmaður og íverk
setari av skjótálopum, men
tá farið var til hálvleiks, so
var Team Klaksvík á odda
við tveimum.
So hvørt sum klokkan
nærkaðist 60 minuttir, so
vaks trúgvi upp á sigur hjá
Team Klaksvík. Rópini aftaná
hvørt mál blivu harðari og
gleðin størri. Tað endaði við
einum rimmar rópi, tá klokk
an ýldi fyri seinastu ferð. Tá
var leiðslan minkað niður í
eitt mál.
Team Klaksvík hevur nú
fýra stig, men er framvegis
botnlið. Neistin er framvegis
á fjórða plássi við níggju stig
um.
hondbóltur
Soleiðis hugsaði Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, venjari hjá
Team Klaksvík til, tá bara ein minuttur restaði av dystinum
og Team Klaksvík var á odda við trimum málum
Verjan hjá KÍF var í stórformi. Tá farið var til
hálvleiks hevði Kyndil bara skotið seks mál
Eg var í Vági
KÍF knústi Kyndil
Atlantic Airways deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
9
268
212
56
14
2 VÍF
8
244
214
30
10
3 H71
8
212
208
4
9
4 Neistin
8
206
217
-11
9
5 StÍF
8
215
218
-3
6
6 Kyndil
8
191
207
-16
6
7 Team Klaksvík
9
230
290
-60
4
Neistin - Team Klaksvík 29-30 (14-16)
Neistin: John Í Innistovu 8, Teitur Magnusson 5, Sjúrður Thomassen 4,
Rói Hansen 3, Aleks Buha 3, Herbjørn Lava 3, Terji Mørk 1, Jugoslav Djumic 1,
Teis Horn 1
Team Klaksvík: Igor Petrikeev 9, Zarko Pejovic 7, Martin Ritto 4,
Sámal á Tjaldrafløtti 3, Dánjal Kjærbo 3, Jacob Joensen 2,
Andrias Ellingsgaard 2
Kyndil - KÍF 21-30 (6-12)
Kyndil: Bjarni Sørensen 4, Hans Áki Dal-Christiansen 3, David Edvardsen 3,
Josef Abrahamsen 3, Julian Johansen 2, Finnur Hansson 2,
Hans Arni Thomsen 1, Ken Zachariasen 1
KÍF: Nicklas Selvig 10, Tony Weyhe 4, Magnus Muller 4,
Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Jákup Trygvason 3, Rúni Joensen 2,
Rógvi Weyhe 2, Andrias Nielsen 1, Rasmus Junker 1
Myndir: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Frá byrjan til enda stóð tað
KÍF á hesum dystinum. Teir
vóru skjótir at vinna sær eina
leiðslu, og hon bleiv ongantíð
hótt. Til tað var verjan hjá
KÍF alt ov góð, meðan álops
spælið hjá Kyndli var ov
vánaligt.
Tað byrjaði beinanvegin.
KÍF fær mál, meðan Kyndil
illa nokk kemur til eitt skot.
Teir royna at spæla seg
ígjøgnum, men einki riggar.
Verjan hjá KÍF er á hvørjum
skoti og hvørjum uppspæli.
Í málinum er Óla Kristian
Djurhuus við aftur. Hann ger
góðan mun og tekur tað, sum
hann skal.
Tá so Kyndil er ein feil í
uppspælinum, so fara tveir
til tríggir kollfirðingar tví
sporandi avstað í mótálop.
Bólturin
verður
tveittur
framm og har eru teir sum
oftast fyrsti á og skora. Tað
ganga næstan 20 minuttir
áðrenn Kyndil fær sítt mál
nummar tvey. Tá hevur KÍF
skorað sjey mál.
Helst kundi KÍF havt
vunnið
væl
meiri,
men
velja at slappa av og skifta
út í seinna hálvleiki. Skal
ein maður veljast burtur
úr hjá KÍF, so er tað helst
Nicklas Selvig. Hann skoraði
tíggju mál og var sjónligur í
álopsspælinum, men saman
umtikið, so var tað verjan hjá
KÍF sum var sterkasti part
urin av liðnum.
Akkurát hvat er gali er
ilt at meta um. Kyndil hevði
farna kappingarár trupul
leikar í málinum, men har er
Mladen komin. Alíkavæl sær
tað ikki út til at hjálpa nakað
serligt, tí verja er bara tað
verri. Eitt er so greitt, spælir
Kyndil sum teir gjørdu í gjár,
so verða teir ikki at síggja í
oddinum í føroyskum hond
bólti í ár.
Hinvegin, so hava avrikini
svingað nógv. Millum annað
vunnu teir á nettupp KÍF í
Kollafirði fyrr í ár.
KÍF er nú fýra stig fremst
í bestu deildini hjá monnum,
men hava spælt tveir dystir
fleiri enn VÍF, sum er á øðrum
plássi.
trondur@sosialurin.fo