Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Anna Brimnes og Anja Heinadóttir vóru stór­ skjúttar­nir hjá Kyndil, tá tær vunnu lættan og greið­an sigur botnliðnum úr Klaks­ vík. Kyndil setti seg tíðliga á dystin og helt leiðsluna allan vegin til dystarenda. Stjørnan sprellaði í ein­ støkum førum, men sum heild so var Kyndil omaná at kalla allan dystin, Venjingarstøðan hjá teimum grønu úr Havn er væl betri enn hjá Stjørnuni og tað koma eisini til sjóndar í seinna hálvleiki. Eisini hev­ ur Kyndil fleiri spælarar at taka av. Kyndlakvinnurnar spæla sum eitt lið. Hóast Simona Petersen er ein framúr ein­ staklingur, so sæst greitt á liðnum hjá Kyndli, at tað er lið­spælið, sum riggar best. Hetta sæst millum annað eis­ini við at Simona Petersen bara skorar trý mál. Anna Brimnes var topp­ skjútti við tíggju málum og Anja Heinadóttir skoraði átta. Kyndil hevur við sigrinum lagt seg á odda í bestu deildini hjá kvinnunum. Tær hava eins nógv stig sum VÍF, men hava eina betri málúrtøku. hondbóltur VB tók ikki av sínum møguleikum, meðan Neistin helt høvdið kalt frammanfyri málinum Anna Brimnes og Anja Heindóttir gjørdu kál á Stjørnuni, sum ikki orkaði at fylgja við í seinna hálvleiki Elektron deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Kyndil 7 156 121 35 10 2 VÍF 7 186 153 33 10 3 VB 8 216 199 17 9 4 Neistin 6 149 130 19 8 5 Stjørnan 8 167 221 -54 3 6 StÍF 6 125 175 -50 2 Anna og Anja runnu Stjørnuna umkoll Greiður sigur til Neistan Neistin - VB 27-21 (11-6) Neistin: Eir Berg 5, Birita Jacobsen 5, Súsanna P. Nólsoy 5, Jacklin Djurhuus 4, Nicoleta Hansen 3, Bára Hansen 3, Birita Wardum 1, Rakul Augustinussen 1 VB: Rannvá Johannessen 5, Gintare Butkeviciute 4, Ingrida Kvodyte 3, Gurið Mortensen 3, Una Egilsdottir 2, Una Nolsøe 1, Helga Kjærbo 1, Laila Jespersen 1 (VB manglar eitt mál – ongin dómaraseðil komin fram) Kyndil - Stjørnan 32-18 (15-8) Kyndil: Anna Brimnes 10, Anja Heinadóttir 8, Bjarta Johannesen 3, Anna Sofía Mohr 3, Simona Petersen 3, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Gudrun R. Olsen 1 Stjørnan: Anna Maria Ecaterixiescu 4, Mina Sirdal 3, Ella Petersen 3, Maria við Neyst 2, Jansy Jacobsen 2, Edith Hansen 2, Hervør Olsen 2 Tróndur Arge Neistin fekk í hevnd fyri tapið Vági fyrr í ár. Neistin vann 27-21 og var á odda at kalla allan dystin. Neistin hevði neyðuga tamarhaldið á dystinum, til at halda VB frá at gera tað spennandi. Hinvegin, so hevði VB fleiri møguleikar at gera tað spennandi, men brendi mill­ um annað trý brotskøst. VB kom til fleiri møguleikar, men í verjustøðu høvdu tær stórar trupulleikar av vongspælinum hjá Neista­ num, sum riggar framúr væl. Meginparturin av málunum hjá Neistanum vóru væl spæld álop, sum vóru skoraði frá vonginum. Eina lítla løtu í seinna hálvleiki tóktist VB vilja bjóða av, tá Gurið Mortensen kom á vøllin, men Neistin hevði tamarhald á støðuni við alltíð at skora, tá VB nærk­aðist. Tá so VB aftur fór at misnýta møguleikar, so var spælið úti fyri gestirnar úr Vági. Tríggir spælarar hjá Neista­num skoraði fimm mál í part. Birita Jacobsen og Eir Berg skoraðu málini yvir allan dystin, meðan Súsanna P. Nólsoy skoraði øll síni fimm mál í seinna hálvleiki. Øll av vinstra vongi. Myndir: Álvur Haraldsen