Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyska hondbóltsfelagið í Danmark hevur framgongd Trondur Arge Hondbóltsfelagið fyri før­ oysk­ar útisetar í Keyp­manna­ havn sær út til at halda áfram við góðu gongdini frá sein­asta kappingarári. Fyrst í september mánaði byrjaði venj­ingin hjá ÍF Føroyar hond­bólti aftur aftaná eina held­ur langa summarferiu. Hetta er vanligt hjá føroysku úti­setunum, av tí at fleiri leikarar ikki koma aftur til DK fyrr enn síðst í august. Felagið hevði eins og í fjør meldað trý lið til donsku lands­kappingina – tvey mans­lið og eitt kvinnulið. Tað sást tó skjótt, at undirtøkan hjá damunum er vaksin rættu­liga nógv í mun til í fjør. Tí bleiv tað bleiv avgjørt at melda eitt kvinnulið afturat til kapp­ingina. Hetta merkir, at felagið í ár hevur fýra lið tilmeldaði, sum eisini er met hjá felagnum. – Grundin til góðu positivu gongdina kemst serliga av, at fleiri einstaklingar hava bjóðað seg fram at hjálpa til við at fáa bæði tað fíggjarliga, ítróttarliga og sosiala at ganga upp í eina hægri eind, sigur Helgi Justinussen, for­ maður í felagnum. – Karmarnir til at spæla hondbólt eru blivnir nógv betri enn undanfarin ár, og umtalan í og rundan um felagið er positiv. Tað smitt­ ar eis­ini av sær, at fleiri av lið­unum hjá felagnum rykkja upp í hærgri deildir. Saman­umtikið gongur tað fram­úr gott í felagnum, og vónir­nar fyri framtíðina eru bjartar, sigur formaðurin í felagnum. Menninir heldur slaka byrjan Í mun til tey donsku feløgini so byrjar venjingin hjá ÍF Før­oyar rættuliga seint. Hetta merkir, at spælararnir ikki eru í eins góðum formi, sum spælararnir hjá teimum donsku feløgunum. Tað er kanska serliga samanspælið, sum ikki er eins gott og tað kundi verið. Hetta sær tó út til at vera fortíð nú, tí bæði mansliðini eru komin í góðar stimar. 1. liðið liggur í núverandi løtu á einum 4. plássi, við einum stigi minni enn nummar 2 og 3, meðan 2. liðið liggur á einum deildum 2. plássi. – Nógv kann henda enn og ambitiónin hjá felagnum er at bæði mansliðini skulu vera við til at kappast um upp­rykking, sigur Helgi Justinussen. Kvinnurnar við í toppinum Besta kvinnuliðið liggur á triðja plássi, meðan 2. liðið hjá kvinnunum enn er ósigrað. Genturnar hava í ár nógv fleiri spælarar enn farna ár, og onkur av teimum nýggju spælarunum hevur eisini fingið landsliðsboð. – Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein ÍF Føroyar spælari hevur fingið landsliðsboð. Tað skuldi gjarna givið eina lítla ábending um, at fleiri av okkara spælarum hava rættuliga høgt støði. Dam­ur­ nar hava eisini sett sær fyri at vera við í toppstríðnum í ár, og vónandi klára tær at rykkja eina deild upp, sigur Helgi Justinussen víðari. Ikki bara hugni í ÍF Føroyum – Tað er rættuliga umráðandi at staðfesta, at ÍF Føroyar hond­bóltur er eitt áhugafelag og at útskiftingin í felagnum er stór. Hetta er ein avleiðing av, at flestu spælararnir hjá felagnum eru undir út­búgv­ ing, og at nógvir spæl­arar koma og fara alt eftir sum teir flyta til og úr Keyp­manna­ havn, sigur formaðurin í felag­num. – Tað hevur fyrr verið snakkað um, at ÍF Føroyar er eitt »hugna-felag«. Hetta ítróttur hondbóltur hondbólti hjá ÍF Føroyar Framgongd