mánadagur 25. november 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
hondbóltur
er partvís rætt. ÍF Føroyar er
sum útgangsstøði eitt felag,
sum skal samla føroyskar
hondbóltsspælarar í Keyp
mannahavn. Útskiftingin í
felagnum ger tað rættuliga
trupult at halda eitt javnt
høgt
støðið.
Samstundis
er rættuliga trupult at fáa
hallartíðir til venjingar. Av tí
sama, so er endamálið ikki at
reka eitt professionelt felag,
men at skapa karmarnar so
góðar sum møguligt fyri før
oyskar
hondbólts-útisetar.
Endamálið má sigast at lýsa
»hugna-felagið«
rættuliga
væl, og tað er eisini »rætti«
parturin av hesari hugleiðing,
greiðir Helgi Justinussen
frá.
Her skal tó havast í huga,
at ÍF Føroyar í dag eigur ein
sterkari hóp enn nakrantíð,
og at felagið bara sær út til
at vaksa.
– Hugurin og viljin millum
limirnir hjá felagnum ger, at
støðið hækkar støðugt. Og so
leingi sum felagið eigur eina
vælvirkandi nevnd, so er
einki til hindurs fyri, at felag
ið ikki skal klára at halda eitt
javnt høgt støðið, sigur Helgi
Justinussen.
Síðani manshondbólturin
tók seg uppaftur í 2008 hevur
felagið voksið seg rættuliga
stórt, og karmarnir hjá spæl
arunum eru í dag nógv betri
enn teir nakrantíð hava verið.
Tað er ikki óhugsandi, at
besta mansliðið kemur upp
at spæla í 3. deild, og um tað
hendir, so byrjar støðið hjá
felagnum at líkjast tí, sum
er at finna í bestu deildini í
Føroyum.
– Felagið er sostatt í
verandi løtu ikki bara eitt
»hugna-felag«,
men
eitt
seriøst felag, sum sær út til
at kunna skapa góð úrslit.
Tað er sjálvsagt, at um fleiri
spælarar hjá ÍF Føroyum
flyta heim, samstundis sum
fáir nýggir spælarar koma til
felagið, so kann nógv broyt
ast. Hetta er tó ikki heilt
ókent frá øðrum feløgum,
sum eisini hava stór útsving
í sínum úrslitum frá einum
ári til annað. Tá alt kemur til
alt, so er ÍF Føroyar í dag eitt
rættuliga vælvirkandi felag
við ambitiónum um góð úrs
lit. Og sum gongdin hevur
verið higartil, so er einki sum
bendir á, at felagið ikki kann
útvikla seg víðari. Tvørtur
ímóti so sær framtíðin sera
bjørt út fyri føroyskar hond
bóltsútisetar, greiðir Helgi
Justinussen frá.
Flestu spælararnir, sum
koma til felagið, hava fyrr
spælt í bestu deildini í Føroy
um. Støðið har ÍF Føroyar
spælir í beint nú er eitt vet
lægri enn tað er í Føroyum,
metir Helgi.
– Tá tað er sagt, so høvdu
fleiri spælarar hjá ÍF Før
oyum kunna spælt í bestu
føroysku deildini. Tað er
ikki lætt hjá útisetum, sum
raðfesta lesnaðin, at fáa tíð
til at finna sær eitt nýtt felag,
sum spælir á einum passandi
høgum støði, venja fleiri ferð
ir um vikuna og berjast fyri
at fáa álit frá venjaranum og
harvið spælitíð á liðnum, sig
ur Helgi Justinussen.
– Fyri teir er ÍF Føroyar
eitt rættuliga gott alternativ.
ÍF Føroyar veit hvørjum vit
taka ímóti, og vit vita eisini at
fleiri leikarar fara heim aftur
at spæla tá teir eru lidnir við
lesnaðin í Keypmannahavn.
Hetta ger tað eisini áhugavert
fyri HSF og føroysku feløgini
at hava gott samarbeiði við
ÍF Føroyar hondbólt. Í ár
eru minst seks fyrrverandi
ÍF Føroyar spælarar, sum nú
umboða minst 4 feløg í bestu
føroysku mansdeildini, vísir
Helgi Justinussen á.
Øll sum hava áhuga í ÍF
Føroyar hondbólti, kunna
fylgja við gongdini hjá felag
num á heimasíðuni www.
hondboltur.dk, og á facebook
síðuni »ÍF Føroyar Hond
bóltur«. Og um tað er onkur
sum hevur hug at venja við
ÍF Føroyar hondbólti, ella
hjálpa til uppá ein ella annan
hátt, so er bara at seta seg í
samband við ein av nevndar
limum felagsins, leggur Helgi
Justinussen afturat at enda.
trondur@sosialurin.fo
Felagsmynd frá vinstru: 2.lið kvinnur, 1.lið menn, 1.lið kvinnur, 2.lið menn
Aftast frá vinstru: Hjalti Jacobsen, Rói Lamhauge, Rósing Rasmussen,
Tummas Pauli Hanusarson, Rani Ellingsgaard og Helgi Justinussen
Fremst frá vinstru: Kristoffur Kristoffersen, Pól Andreassen,
Jákup Apol, Lars Black, Hanus Johansen, Jens Mohr
Aftast frá vinstru: Maria Marjunardóttir, Elin Stakksund,
Kristina Thomassen, Ása á Neystabø, Birita Joensen, Jákup Larsen
Niðast frá vinstru: Gunnvá Brockie, Maria Svabo Samuelsen,
Eydna Didriksen Apol, Tordis Tróndarson