Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Anna á Torkilsheyggi 60 ár Í gjár, sunnudagin 24. no­ vemb­er, vóru tað seksti ár síð­ani, at Anna á Torkils­ heyggi á Nesi varð borin í heim. Føðingardagin vóru hon og maðurin langt av landi skotin. Anna er ættað úr Runavík. Foreldrini eru Liss og Rósing Rasmussen, og Anna er elst av seks systkjum. Hini eru Bogi, Beinta, Ingunn, Rógvi og Gudny. Tey búgva øll í heimabeitinum uttan Beinta, sum býr í høvuðsstaðnum. Tað var nógv ferðsla í og kring heimið á Mýrunum ella dygst omanfyri fótbólts­ vøllin, sum fyri fjøruti árum síðani ella væl eftir, at Liss og Rósing høvdu sett seg niður har, varð bygdur við Løkin. Mamman og pápin eru fyri­ myndarliga fryntlig og blíð fólk, og hetta hevur Anna arvað frá foreldrunum. Eftir skúlagongdina á Glyv­rum arbeiddi hon í skift­um í felagnum hjá páp­ an­um, sum seldi bilar og hevði verkstað og nógv fólk í arbeiði. Okkurt skiftið var Anna uttanlands, og so tók hon sær viðhvørt av yngru systkjunum, tá ið foreldrini vóru uttanlands. 1 .oktober 1977 giftust Anna og Símun Pætur á Tor­ kils­heyggi av Nesi. Hann hevði longu tá ábyrgd í Zarepta, og hesi 36 árini í hjúna­lagi hava tey verið fyri­ myndarligt team, har eingin ivi hevur verið um, hvat hevur verið raðfest hægst. Umframt at hava verið í Zarepta, hava tey í skiftum verið eitt nú í Kristnastovu í Keypmannahavn og við skipunum hjá OM, eitt nú gomlu Norrønu, sum nú eitur Logos Hope. Í lutfalsliga búnum aldri fór Anna at útbúgva seg til náms­frøðing. Hon hevur arbeitt bæði á dagstovnum og innan serøkið. Útbúgvingin samanflættað við nógvu lívs­ royndunum gera, at arbeiðið fellur henni væl. Anna er fyri­komandi, góðslig og blíð­ snýðað, og samstundis hevur hon greiðar meiningar um tingini, og hon megnar so sera væl at leggja tær fram. Nógvu tey seinastu árini hevur heimið verið á Nesi, har tey búgva í barna­heim­ inum hjá manninum á Tor­ kils­heyggi. Anna og Sí­mun Pætur eiga tríggjar dreingir – Rói, Kári og Levi. Arnvør og Rói búgva í Keyp­mannahavn, Bodil og Levi búgva í Aarhus, og Hervør og Kári hava fyri stutt­um keypt hús á Toftum. Anna eigur tíggju ommubørn – fimm gentur og fimm dreingir. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, skyld­kon­ an, og takk fyri gott vinalag í so mong ár. Jóannes Hansen Svenning Tausen: Hvíl í friði Eg má siga farvæl, tíverri ov seint, men kortini eitt vakurt farvæl, vegna okkara fólkaskúlaklassa til okkara allarbesta lærara nakrantíð, Svenning Tausen, sála, sum júst er farin frá okkum. So ólogiskt og syrgiligt tað kennist. Hann sá so strangur út, áðrenn vit kendu hann, men hann tók okkum í sín favn og lærdi okkum meira enn ríkiligt. Hann dugdi so væl, ikki bara føroyskt, men at sissa atburðin hjá 24 vill­ um og ymiskum, naivum roll­ungum, árgangi 69, úr Hoy­vík, við sínum íborna kon­trolli, hjarta og skynsemi, um­framt at Svenning Tausen var ein sera skemtiligur per­ sónur. Hann var ein sera týð­andi partur av okkum í Eystur­ skúlanum, og vit gloyma hann ongantíð. At tú kundi vera so tolin og góður við okkum, so ung vit vóru. Vit vóru tá størsti flokkur úr Hoyvíkar Skúla, sum kom oman í Eysturskúlan at halda áfram í framhaldsdeildini. Um hoyvíksflokkar bóru orð fyri at vera nokk so ein­ a­ráð­andi, so var her eitt prógv. Fáir lærarar í Eystur­ skúl­anum vildu hava ein slíkan flokk, og hesin var har­umframt nógv størri enn teir undanfarnu. Svenning, sum ikki hevði undirvíst í áravís, segði so djarvur: ”je skal taka mer av teimum”. Hetta fortaldi hann okkum sjálvur, og nógv ymist hendi eftir ta tíð. ' Vit vóru 24 í flokkinum: Gunnar Johansen, Eyðun Simonsen, Bjarni Arnason (fyrr Poulsen), Erling David­ sen, Kristianna Winther Poul­ sen, Per Zachariassen, Karin Dahl, Jón Højsted, Marita Hoy­dal, Marita Dalsgaard, Dávur Joensen, Turid Vang Jacob­sen, Jens Nolsøe, Katrin Gaard, Gunnar Sonni Ellefsen, Jóanes N. Dalsgaard, Charlotte Jacobsen (fyrr Nielsen), Ólrun Eiriksson (fyrr Gaard), Andrea Niclasen, Anita Snedker Hoydal (fyrr Thomassen), Bárður S. Bech, Heini Thomsen og Elin Holm umframt eg sjálvur. Eg minnist, eg bar honum 32 greipir av smáfiski, tá eg hevði verið til skips fyrstu ferð. Betri pedagogi havi eg enn ikki møtt. Vit sóu sera nógv upp til Svenning Tausen, og vit tosaðu um hann og við hann í nógv ár eftir 10. flokk í Eysturskúlanum. Vit eru sera stolt av at hava haft slíkan lærara. Men vit vóru sera strævin, serliga um onkur annar lærari vildi seta okkum uppá pláss. Eg var kanska tann sum sprellaði mest í flokkinum, og gjørdi avtalað tekin, har flestu í flokkinum fóru upp á borðið onkuntíð mitt í tímanum og aðrar tíðir lótu vit okkum detta niður við stólinum júst fyri at niðurbróta dirvið hjá onkum lærara, sum ikki orkaði okk­ ara flaksandi mynstur. Tá vit hoyrdu, at flokkurin skuldi býtast sundur í tveir, gjørdist samanhald okkara enn betur. Viðhvørt vóru vit als ikki til at stýra. Serliga fríkorterini steðgaðu ikki aftur, tá lærarin kom inn í stovuna. Tíbetur innførdi Eyst­urskúlin tá at selja skúla­ breyð, flute og sodavatn í fríkvorterinum. Júst tá gav Svenning mær ábyrgd. Hann setti meg at selja, heldur enn at skelda og uppgávan var stuttlig og mennandi, tí tað var nakað serligt. Eitt annað hann gjørdi, var at seta Kristionnu við síðuna av mær at sita við sama borð. Hettar tamdi meg nakað, umframt eitt nýtt vinarlag kom burtur úr. Hattin av fyri slíkum nýskapandi klókum fólki, sigi eg bara tann dagin í dag. Hettar er ein av fáum persónum, sum veruliga hev­ ur broytt mítt lív. Vit vóru sera ymisk í flokkinum, og larmaðu sum eitt Muppet Show. Vit høvdu hann bara í trý ár, tí vit komu úr Hoy­ vík. Svenning, sum búði í Tórs­havn, var ættaður úr Hovi. Vit høvdu hann í før­ oyskum, og hann var sam­ stundis varaskúlastjóri á Eysturskúlanum. Eg veit frá nógvum fólki, ungum sum vaksnum, at Svenn­ing tosaði við flestu fólk, hann hitti á gøtuni. Hann var og er ein góð býar­ mynd fyri Tórshavn. Hann menti nógv fólk við fólka­ skikki og samanhaldi, um­ framt mállæru. Vit kundu finna uppá ymiskar snildir í Eysturskúlanum, bein­ leiðis at reypa av, at vit áttu Svenning Tausen, sum als ikki brýggjaði seg um at verða settur hægri enn onnur ella at verða róstur soleiðis alment. Tá vit royndu sum so ofta at siga ella rópa okkurt persónligt ella vakurt, um at Svenning var tann allar besti, so dempaði hann okkum beinanvegin og vit flentu av kærleika til persónin. Svenning fekk onkrar stuttligar trupul­ leikar av okkum. Vit endur­ tóku at rósa honum, tí hann var okkara besti vinur og á tann hátt vunnu vit identi­ tet. Vit vóru útisetar úr Hoy­ víks­haganum. Vit sluppu at gera nógv ymiskt saman við Svenning. Hví vita vit ikki, men ofta sótu vit í tímavís og tosaðu við hann meðan tíðin stóð still, tí hann kundi veruliga við sínari sjarmu temja og menna ein stóran skúlaflokk. At enda má eg viðmerkja, at sera nógva respekt fingu vit eisini fyri honum hesa tíðina, tí hann kundi sanni­ liga seta ein og hvønn uppá pláss, við at siga sína bein­ raktu meining. Svenning var giftur við Amy (f. Olsen). Tey eiga børnini Duritu og Magn­ us. Svenning Tausen Hvíl í friði. Vit kondulera konu og børn hansara. Kærar heilsanir Edmund S. Jacobsen