mánadagur 25. november 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Í næstum kemur út nýggj
og spennandi bók. Bókin
umrøður
hendingina,
tá
trolarin Sundaberg sakk í
1972.
Heitið á bókini er “Tá
Sundaberg sakk”, og tað er
Birgir W. Høgnesen, sum
hevur skrivað, og Forlagið á
Tumbakka gevur hana út.
Tað var ein hvøkkur fyri
allar Føroyar, tá tað frættist
í Útvarpi Føroya, at trolarin
Sundaberg hjá Kjølbro var
sokkin í Ný Foundlandi.
Við vóru 38 mans. Allir
vórðu bjargaðir, og eingin
fekk
likamligt
mein
av
skipsbrotinum.
Í bókini verður fylgt
við skipinum frá tí, at tað
verður bygt á skipasmiðju
í Týsklandi í 1952, til tað
søkkur í 1972. Talan er um
trolaran Nordhav 5, Jóannes
Fonsdal og Sundaberg, sum
er sama skip.
Høvuðsparturin er um, tá
Sundaberg sakk, men fylgt
verður eisini við skipinum
frá tí, at tað verður bygt,
til
vestmenningar
keypa
skipið
frá
norðmonnum.
Ein partur er eisini um, tá
vestmenningar áttu trolaran,
og til teir mistu hann, og
J.F.Kjølbro keypti skipið.
Bæði parturin um Jóannes
Fonsdal og um Sundaberg
eru uppbygdir soleiðis, at
samrøður eru við nógvar
menn, sum hava verið við
trolaranum. Heilt nógvar
samrøður eru við menn, sum
vóru við lagnutúrin í 1972
og við onkran, sum var við í
bjargingini tann 7. mai 1972.
Nakrir
manningarlistar
frá Jóannesi Fonsdal í 1955,
eins og avrokningar eru frá
Sundabergi. Alt hetta verður
sera væl og nágreiniliga lýst
í bókini, sum er prýdd við
nógvum myndum, sum bæði
eru í litum og svart/hvítum.
Bókin
fæst
til
keyps
kring alt landið umframt á
heimasíðuni: www.ok.fo fyri
300 krónur.
Sitatir úr bókini
Nakrar endurgevingar úr
bókini eru hesar -
* "Tað gekk væl at koma í
gummibátarnar. Vit komu
rættiliga skjótt leysir av
søkkandi
skipinum,
men
gummiroykurin av bátinum
var so ramur, at menn
byrjaðu at spýggja. At enda
høvdu vit allir spýð”
* "Okkara ørindi vóru ikki
at keypa bilar, nei, hann
seldi finspritt. Dunkar, sum
tóku 11 litrar. Benni kom við
formaningum um ikki at
drekka, men einki forboð”
* "Tá vit báðir standa har og
eru komnir í buksur og eg
í annan stivlan, tá brestir
hurðin inn móti okkum, eg
fekk hana í ryggin. Nú fleyt
kamarsdúrkið í sjógvi. Nú
skiltu vit, at her var álvari í
útpurringini”.
38 mans av søkkandi skipi
Tað er Birgir W. Høgnesen, sum hevur skrivað bókina um, "Tá Sundaberg sakk"
Vilmund Jacobsen
Tá jólaskipið kemur
á Sand seinnapartin
leygardagin
hin
30.
november,
verður
hesin jólamaðurin ikki
við. Hann legðist uppi,
tí hann var so ringur
av sjóverki. Síðan jóla
maðurin legðist uppi,
hevur hann hildið til
Handan Rygg - ella
Handan
fyri
Rygg,
nærindis Gróthúsvatni
ávegis av Sandi til
Søltuvíkar.
Á trøðni er lítil
smátta
við
lítlari
hugnaligari
lon,
og
her er eisini uppíbygt
seyðahús.
Jólamaðurin
við
Gróthúsvatn
veit
nógv at siga, og hann
plagar at hava vitjan
av børnunum í barna
garðinum á Sandi.
Jólamaður við
Gróthúsvatn
Vilmund Jacobsen
Jólaborðhaldini eru byrjað,
og
leygarkvøldið
skipaði
ungmannafelagið Royndin í
Nólsoy fyri vælmøttum jóla
borði í felagshúsinum.
Úr Nólsoy verður sagt, at
hetta var eitt sera hugnaligt
kvøld við góðari buffét, nógv
um og góðum undirhaldi og
sangi. Í Nólsoy búgva stívliga
200 fólk, og tá út við 100 fólk
eru við til eitt slíkt jólaborð,
kann ikki sigast annað enn,
at undirtøkan er rættiliga
góð.
- Sjálvt borðhaldið vardi í
einar fýra tímar, og tað tókt
ist ikki, sum fólk høvdu hug
at gevast við at syngja.
Í Nólsoy verður sagt, at
dansurin, sum helt fram
alla náttina, var góður, og
samanum tikið var hetta
eitt sera hugnaligt kvøld í
Nólsoy.
Tað hevur annars ikki
verið so nógv lív í úti í Nólsoy
seinastu árini, men nú hava
nólsoyingar sett sær fyri at
skipa fyri fleiri tiltøkum.
Jólaborðið leygarkvøldið
er onnur veitslan í Nólsoy í
heyst. Seint í september skip
aðu nólsoyingar fyri náta
veitslu, og her vóru fleiri enn
áttati fólk við.
100 fólk á veitslu í Nólsoy
Fólk eru í skellilátri, nú jólamenninir kika út á Malarenda
fyri at vita, um teir síggja nøkur konufólk svimja har úti
Eivør Pálsdóttir
spælir og undirheldur
á barnakonsert í Norð
urlandahúsinum á
bókadøgum
Ein lítil mánaði er eftir til jólaaftan. Her síggja vit
vestaru síðu á hølunum, har musikkskúlin í Klaksvík
heldur til. Her verður vant til konsertirnar, sum
næmingarnir í musikkskúlunum skulu luttaka í.
Í næstum kemur út bókin
"Tá Sundaberg sakk", sum
klaksvíkingurin í Vestmanna,
Birgir W. Høgnesen, hevur
skrivað. Rithøvundurin hevur
áður givið út bók um Kap Farvel
Jólaborðið, sum ungmannafelagið
Royndin í Nólsoy skipaði fyri
leygarkvøldið, fekk stóra undirtøku.
Lagið var gott, og fólk hugnaðu
sær til langt út á náttina