Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-11-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað vóru Glataðu Spæli­ menn­inir, sum settu sein­asta punktumið fyri bóka­d­ag­ar­ nar í Norður­landahúsinum. Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær í Klingru­ na at lurta eftir for­kunnugu framførsluni av Glugga­ mynd, sum eins og Norð­ ur­landahúsið hevur 30 ár á baki í ár. Í fýra dagar var Norður­ landa­húsið fult av orðum í ymiskum skapi, og út við 2000 fólk vitjaðu hesar dagar­nar. Fólk høvdu høvi at hoyra fyri­lestr­ar og upplestur, og her var orðaskifti, sjónleikir og tónleikur, eins og vitjandi høvdu høvi at ogna sær nýggj­astu bøkurnar, sum eru kom­nar á marknaðin. - Fleiri enn 50 rithøvundar, tíðinda­fólk, orðstýrarar, sjón­ leikar­ar og tónleikarar hava rík­að og rúnarbundið okkum við teirra kynstrum. Norðurlandahúsið og Rit­ høvunda­felagið, sum tóku stig til og fyriskipaðu dagar­ nar saman við forløgunum, ynskja at takka fyri allar tær posi­tivu afturmeldingarnar, ið eru komnar frá teim mon­ gu bókamentaáhugaðu sum vitjaðu. - Hetta gevur luft undir veing­ir­nar og blóð á tonn til at gera bókadagarnar enn betri og meira umfatandi næsta ár, siga fyriskipararnir. 2000 fólk vitjaðu á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum - Undirtøkan fyri bókadøgum hevur givið okkum luft undir veingirnar og blóð á tonn til at gera bókadagarnar enn betri og meira umfatandi næsta ár, siga fyriskipararnir - Fleiri enn 50 rithøvundar, tíðindafólk, orðstýrarar, sjónleikarar og tónleikarar hava ríkað og rúnarbundið okkum við teirra kynstrum, siga fyriskipararnir av bókadøgum í Norðurlandahúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Vilmund Jacobsen Tvey línuskip eru undir Íslandi. Annað landar helst í dag og hitt seinni í vikuni. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at flestu av hinum línuskipunum eru nýliga farin til fiski­ skap, men væntandi er, at eini 2-3 línuskip tilsamans landa í hesi vikuni. Flestu línuskip, sum eru til fiskiskap, royna á djúpum vatni og fiska tosk, brosmu og longu, men onkur eru eisini sum fiskar tosk og hýsu. Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott, serliga fyrst í vikuni. - Vit vóna tí, at nakað verður av útróðrarfiski. Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu. Hóast flestu partrol­ arar nýliga eru byrjaðir nýggjan túr, verður væntað, at eini 3-4 pør - ella seks til átta skip - koma inn at landa, sum henda vika gongur. Hyggja vit eftir djúp­ vatnstrolarunum, sum eru til fiskiskap, roynir ein vestan fyri, og tveir fiska sunnanfyri. - Skipini fáa mest av svartkalva, blálongu, konga­fiski og upsa, sigur Fiska­marknaður Føroya. Eitt sindur av hvørjum Vilmund Jacobsen Randi Ward er amerikonsk, men hevur búð í Føroyum í eitt áramál, so hon dugir føroyskt. Hon er sjálv royndur yrkjari og er tí før fyri at flyta yrkingarnar yvir í enskt á professionellan hátt. Hon hevur lisið mannfrøði og bókmentir, og harumframt er hon høvundur og listakvinna. Dómsnevndin sigur m.a. í síni niðurstøðu, at “The translator has meticulously and convincingly conveyed in English the startling, spare quality of Tóroddur Poulsen's poems, allowing readers to enter the shadowy dreams and wry humor of the poet's world while offering an unexpected glimpse of the power of the Faroese language. This excellent translation for the first time gives a wider audience the opportunity to listen to a poetic voice from a vibrant culture that is largely unknown to the English speaking world.” Heiðurslønin er $2,000, eitt bronsuheiðursmerki, og harumframt verður ein partur av týðingunum almannakunngjørdur í einum komandi útgávu av Scandinavian Review. Heiðrað fyri at týða Tórodd Randi Ward hevur fingið eina heiðursløn – The Nadia Christensen Prize – fyri at týða yrkingasavnið Fjalir eftir Tórodd Poulsen til enskt Hetta er ein stórur heiður fyri Randi Ward, men hetta hevur eisini stóran týdning fyri útgevara og yrkjara Fipurkaðalin úr Miðvági til Hvalbi­ ar er nú um­væld­ur. Skoytið í Suður­oyar­ firði varð umvælt í oktober, og skoytið í Hvalbiarfirði varð umvælt um vikuskiftið. Mikukvøldið klokkan 19 verður skipað fyri orkustevnu á 62°N airport hotel í Vágum - við fleiri veitarum, sum vita um orkusparing at siga.