mánadagur 25. november 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. november 2013 · Nr. 136
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøkur
orð til
Jenis
av
Rana
Sólborg Dulavík
Tað sum fekk meg at
skriva lesarabrævið vóru
tey hagtøl, sum koyrdu øll
samkynd í ein bólk, nýtt
vóru orðini tey samkyndu
og síðan kom reksan av
teirra lívsførslu.
Eg havi verið 17 ár á
einum arbeiðsplássi har eg
møtti hundratals menn
iskju, ikki ein av teimum
vóru eins, øll høvdu sína
egnu søgu. Hvat um eg
nú brúkti eina kanning
sum eg so smoygdi niður
yvir øll – hevði tað verið
virðuligt?
At tú ikki kennist við
tað eg skrivið, havi eg ilt
við at trúgva. Síðan leggur
tú eftir mær og skýrir meg
fyri at eg skrivi niðrandi
greinar og at tað klæð
ir mær illa. Hettar kann
so standa fyri tína rokn
ing. Um tú hyggur eftir
teimum mongu viðmerk
ingurnum sum hava verið
til mína og tína grein, eru
vit mong í tali sum hava
sama hugsjón sum eg um
hesi viðurskiftir.
So leingi eg livi og orki,
ætli eg mær at brúka tali
og skrivifrælsi.
Røktarheim – Sambýlir
Sigvald Kristiansen
Nú orðaskifti aftur er um
røktarheimspláss og sam
býlir, harmar tað meg al
mikið, at tað er nevndin
fyri Landsfelag Pensjónista
(LP), sum leggur upp til at
niðurleggja sambýlir og ikki
byggja fleiri røktarheim.
Nevndin fyri LP hevur
sum ein av sínum fremstu
uppgávum at ráðgeva lands
myndugleikunum um viður
skiftini á eldraøkinum. Og
so kemur nevndin nú við
hesum óundirbygdu ráðum,
sum avvarandi myndugleik
ar fegin taka til sín, tí teir
halda sjálvandi, at tað er
hetta, sum flestu føroysku
fólkapensjónistar vilja, tá
umboð teirra kemur við slík
um útsøgnum.
Núverandi nevnd hevur
fleiri ferðir hesi seinasti tvey
árini borið hetta upp á mál
bæði á pensjónistafundum
og alment, og fleiri hava mót
mælt harðliga henda hug
burð hjá núverandi nevnd í
LP.
Fyrrverandi nevndir í LP
hava tvørturímóti mælt til
at útbyggja á hesum økinum,
bæði røktarheimspláss og
sambýlir, til komið var á
mál.
Signar Dam hevur so púra
rætt í tí, sum hann førir fram
í lesarabrævi í Sosialinum.
Tað er enn tørvur á røkt
arheimsplássum
og
sam
býlum.
Vit komu nakað seint í
gongd við at útbyggja eldra
økið, men tey seinastu 40
árini hava vit megnað at
fingið til vega meira enn 600
búpláss til óhjálpin eldri, tað
er gott klárað, men vit eru
ikki komin á mál enn, og tí
er burturvið at mæla lands
myndugleikum og kommu
nalum
myndugleikum
at
steðga hesari útbygging.
Vónandi fara fleiri at mæla
ímóti, at hesin nýggi hug
burður hjá LP vinnur frama,
so avvarðandi myndugleikar
fá eyguni upp fyri, at enn er
tørvur á bæði sambýlum og
røktarheimsplássum. Broy
tingar á hesum økinum fara
ivaleyst at koma, tá tann
akutti tørvurin er nøktaður.
Skála 21.11.13
Ellis- og avlamisheimið á Sýnini
Kristoffur
Gaardlykke
Kálvalíðvegur 17
Miðvágur
Ellis og Avlamisheimið á
Eftir at hava sæð Anniku
Olsen sitið og gorrað um, at
tað skal gerast avtala millum
landið og Vága Kommunu
um bráðfeingis ábøtur av
heiminum Á Sýnini. Vil eg
hervið skriva nøkur fakta
um málið.
Hettar kundi verið støðgað
fyri nógvum árum síðani,
um bara eitt líti sindur av
vilja var til staðar hjá okkara
løgtingsumboðum í Vágum.
Tað var eitt liðugt upp
skot um útbygging av Ellis
heiminum fyri eftir hondini
nógvum árum síðan. Tá
var tað Felagskommunan í
Vágum, iið tók sær av felags
málum. Tað var klárt at fara
í gongd, men av einari ella
aðrari
merkiligari
grund
blokeraði táverandi borg
arstjórin í Sørvágs Komm
unu fyri, at arbeiðið fór
í gongd, fíggingin var tá
100% landið, alt var klárt,
skuldi bara søkjast av øllum
kommununum í Vágum.
So tað er kanska ikki so
løgið, at stýrisformaðurin,
sambandsmaðurin
Marius
Dam er fáorðaður nú, hann
veit sjálvandi væl, at tað er
avloysarin og partamaðurin
Eivin Jacobsen, ip er atvoldin
til, at støðan er sum hon er.
Eg kann ikki góðtaka, at
okkara gomlu borgarar liva
í einari kroysu tey seinastu
árini av lívinum, tað hava tey
ikki uppiborið.
At Annika Olsen situr í
sjónvarpinum og skrápar
um, at tað er landið, ið hevur
ábyrgdina, og at tey í ára
vís hava vitað, at støðan
er kritisk og lívsfarlig fyri
búfólkini, so syrg fyri at
hettar bráðfangis arbeiðið
verður gjørt í stundini. Tú
hevur súltað málið nú í 2 ár,
og hetta eigur at kosta tær
ministarapostin eygablikki
liga, men tað ger tað sjálvandi
ikki í Føroyum.
At koma við fleir svadum
um, at tað er tað og tað gjørt,
kunnu vit ikki brúka til
nakað sum helst Annika, vit
skulu hava tær 6 milliónirnar
nú. Tað er tykkara uppgáva at
finna tær, bara land og einki
tvætl um land og kommunur
bara land tit eiga heimi enn.
Lív í Baianstovu
“Tá ið Onki Myrkir Fyri” – tað ger tað ikki!
Fríðálvur Jensen
Tá eg hoyrdi um fløguna, var
tað eitt ella annað, sum segði
mær, at eg vildi fáa hendur á
henni, tí ivaleyst mátti hon
vera serlig.
Tað vísti seg, at Lív er
júst komin at búgva í gøtuni
hjá okkum, so eg skunda
mær at senda abbadóttrina
eftir útgávuni og eg eri ikki
skuffaður!
Eg visti, at hon er sprottin
úr tónleikaríkum umstøðum,
so har mátti vera nakað, sum
kundi fanga oyrað.
Sum eg havi nevnt, hevur
henda samanrenningin mill
um tað dagliga – tær um
støður vit eru farin ígjøgnum
– og tey gávaðu evnini til at
skapa og seta orð á, altíð havt
mín serliga áhuga.
Eg føli, tá eg siti og lurti,
at Lív onkursvegna vil siga
okkum, at hon hevur lagt for
tíðina frá sær, fyri at koma
víðari á leiðini.
Tekstirnir eru rámandi og
væl skrivaðir, sum so eisini
gevur útgávuni ein dám av
uppgerð, ið fær meg at føla
eina ávísa kenslu av líðing,
men so sanniliga eisini ein
vilja til tað positiva.
Øll løgini hava sín serliga
dám, men eg eri ikki sørt
bergtikin av teimum ensku
løgunum,
sum
eg
haldi
onkursvegna kennast frí og
eksperimenterandi.
Skal eg taka eitt av teim
um føroysku, er lagið “Eydna”
ein byrjan við einum ávísum
stíli við hjá Eivør, sum so
glíðir yvir hennara serstaka
stíl.
Taka vit so til dømis “Mín
Veninda,” eru vit í einum
eldri 60´ara ella 70´ara stíli,
ið ikki sørt minnir okkum
um Anniku Hoydal.
Sum eg byrjaði við at siga,
eru tónleikaligu evnini borin
henni, tí hon spælir flestu
ljóðførini sjálv, sum hon
kemur sera væl frá.
Á eyka lagnum: “Á Konga
brúnni” eru onnur ljóðfør,
men á flestu av hinum løg
unum leikar hon á guitar og
munnhørpu.
Onkur vil kanska siga,
at allir tónarnir ikki verða
raktir heilt, men eg vil siga,
at hetta er útgávan hjá Lív,
ið er væl og hegnisliga løg úr
hondum.
• Upptøkur, ljóðbland
& mastering: Smart
Recordings v/Búgva
Hanusarson
• Cover-layout: Tone
Production
• Arrangerað & samansett:
Lív í Baianstovu
• Orð og løg: Lív í
Baianstovu
Avgjørt ein væl gjøgnumførd
útgáva, sum skal fáa 8 av 10
stjørnum frá mær.