Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 100 - 28. mai 2004 Nr. 100 - 28. mai 2004 9 Kaupthing Føroyar økir nú um tænastu- útboðið. Lán til vinnulívið er nýggja skotið á skjótt vaksandi Kaupthing- stammuna, sum í bakhondini hevur 9. størsta bankan í Norðanlondum FÍGGING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nú kemur eitt nýtt alterna- tiv á marknaðin, tá tosast skal um fígging til vinnulív, kommunur, stovnar v.m. Í lýsingum í bløðunum hevur Kaupthing Føroyar nevnliga boðað frá, at tey nú eisini vilja sleppa upp í part, tá pengar skulu lænast út. Komplett útboð Talan verður tó ikki um privatlán til bilar, sethús og annað. Í øllum førum ikki í fyrsta umfari. Tað er nevnliga fyrst og fremst vinnan, sum kemur at fáa hendan nýggja møgu- leikan, sigur Petur Holm, stjóri í Kaupthing Føroyar. – Hetta gera vit fyrst og fremst, soleiðis at vit kunnu hava eitt meira komplett útboð til vinnulívið, har vit longu nú eru rættiliga aktivir, sigur stjórin. Og hann leggur afturat, at orðið »vinna« í hesum føri skal fatast í breiðum týdn- ingi, tí stovnar, kommunur og onur kunnu eisini vera við í hesum. Spurdur, um hetta ikki eisini kann síggjast sum eitt slag av »hjálp til sjálv- hjálp« ella sum ein háttur at nøra um tey, sum longu eru á virkisøkinum hjá Kaup- thing, sigur stjórin, at tað heldur hann ikki. – Vit seta so onga treyt um, at lánsøkjarar eru ak- tivir í øðrum av okkara veitingarøkjum. Sum sagt, so meta vit við hesum, at vit koma at hava eitt meira komplett útboð til vinnu- lívið. Sjálvandi eru tey altíð vælkomin á onnur veiting- arøki hjá okkum, men tað er so eingin treyt. Men tá tit soleiðis bjóða tykkum fram til vinnulívs- fígging. Er talan so um nøkur ávís projekt, har tit ætla tykkum inn. – Sjálvandi síggja vit nakrar áhugaverdar møgu- leikar, men tað er ikki ein- víst hesar, sum vit leggja okkum eftir. Vit koma sum ein nýggjur útbjóðari á marknaðin, og so taka vit kappingina upp við hinar útbjóðararnar, sigur Petur. Millum útbjóðararnar á føroyska marknaðinum er sum kunnugt eisini Føroya Sparikassi. Sparikassin eig- ur sum er part av partabrøv- unum í Kaupthing Føroyar, men hetta er ikki nakað, sum fer at ávirka markn- aðarstøðuna, sigur Petur. – Kaupthing er eitt sjálv- støðugt felag, so tað verður í vanligari kapping við Sparikassan eins væl og onnur, sigur hann. Óavmarkað styrki Tað verður Kristian Peter- sen, sum eisini er leiðari á vinnutænastuøkinum hjá Kaupthing, sum verður leiðari á nýggja veitingar- økinum hjá felagnum. Og hann ivast ikki í, at tey í Kaupthing væl og virðiliga verða kappingarfør á nýgg veitingarøkinum. – Mest av øllum, so haldi eg, at vit við baklandi okk- ara hava eina stóra styrki og eina stóra vitan. Kaupthing er í løtuni níggjundi størsti bankin í norðanlondum við eini samlaðari fíggjarjavn- vág á 55 mia kr. Tað merkir í veruleikanum, at tað ikki er nakað projekt í Føroyum, sum er so stórt, at vit ikki hava neyðugu fíggingarork- una. Hartil er útboðið hjá Kaupthing av fíggingar- møguleikum somikið stórt, at vit stórt sæð kunnu bjóða tann fíggingarháttin, sum kundin ynskir. Tað er so nakað, sum vit eisini koma at meta um í hvørjum ein- støkum føri, sigur hann. Í fyrsta umfari verður av- markingin tó tann, at talan bert verður um vanligar lánveitingar. Altso ikki um kassakredittir v.m., men hvørki Petur ella Kristian vilja útiloka, at hetta eisini kann gerast partur av út- boðnum í framtíðini. Vinnan bíðar í spenningi Og einki er at ivast í, at vinnan sær fram, at talan verður um enn ein útbjóð- ara á lánimarknaðinum. Fram til fyri ikki so nógv- um árum síðani var tað so, at hetta var nakað, ið fyri tað mesta avmarkaði seg til bankarnar, men tá nýggja sparikassalóggávan varð sett í gildi, komu hesir eisini inn sum nýggir ak- tørar. Nakað sum alt fyri eitt hevði við sær harðari kapping um kundarnar, og sum hesir so aftur merktu í betri tænastu og lægri prís- um. Spurdir, hvørt enn eitt rentufall á marknaðinum er væntandi, nú Kaupthing kemur sum nýggjur útbjóð- ari á marknaðin, siga teir, at tað kunnu teir so ikki lova. – Vit koma sum sagt nýggir inn á marknaðin, og vit fara so at taka kapp- ingina upp við hinar. So má tíðin vísa, hvat hetta fer at merkja. Aðalfundur í Oljutinginum við fyrilestri »DONG á djúpum vatni« AÐALFUNDUR Tíðindaskriv Á aðalfundinum hjá Oljutinginum heldur Jan Terje Edvardsen, Senior Vice President, Exploration hjá DONG fyrilestur um um teirra strategi og vánir til Atlantsmótið. Aðalfundurin verður mikukvøldið 2. juni 2004 kl. 19.00 á Hotel Føroyum. DONG (Dansk Olie og Naturgas) er danskt oljufelag, ið hevur ver- ið við í øllum loyvum, sum eru latin í donsk- um øki síðan 1984. Seinastu árini hevur DONG víðkað um oljuleitingarvirksemi sítt til at fevna um alt Norðsjóvarøkið, um- framt Føroyar og Grønland. DONG hev- ur stórt virksemi á Atlantsmótinum, bæði í bretska og føroyska økinum. Leggjast kann aftur- at at DONG, sum eis- ini er størsti veitari av natúrgassi til danska marknaðin hevur seinni árini lagt seg eftir at vera veitari av orku í breiðum týdn- ingi. Tí hevur DONG keypt seg inn í el-feløg og hevur keypt og bygt vindmyllur bæði í Danmark og Bretlandi. Felagið hevði í 2003 ein umsetning á 14 mia. kr. og ein egin- pening á 17 mia. kr. Í felagnum arbeiða eini 1200 fólk. Danska stjórnin hevur kunn- gjørt, at hon hevur í umbúnað at einskilja DONG. – Oljutingið hevur til endamáls - sum ein tvørfakligur felags- skapur fyri fólk, ið starvast í oljuvinnuni, ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um olju- vinnu og tað virksemi, ið er knýtt at henni. Hetta verður gjørt við at skipa fyri fundum, fyrilestrum og øðrum hóskandi tiltøkum limanna millum og fyri almenninginum, sigur nevndin í Olju- tinginum. Skjótur vøkstur Tað var í mars mánaði í 2000, at Kaupthing byrjaði sítt virksemi í Føroyum. Upprunaliga var tað virðis- brævamekling, sum var høvuðsvirksemi felagsins, men nú fýra ár eru liðin, er skjótt at staðfesta, at útboðið av tænastum er nógv økt síðani tað. Í dag fevnir virksemið um virðisbrævamekling, ognarrøkt, vinnutænastu, ráðgeving og nú eisini lánveiting. Hartil er felagið ein av partaeigarunum í fram- taksfelagnum, Notio, sum Kaupthing eisini umsitur, eins og felagið saman við øðrum eigur P/F Fastogn, sum millum annað eigur bygningarnar hjá SMS og Handilskjarnanum. Hartil hevur Kaupthing eisini átt sín part í fram- haldandi tilgongdini av einum føroyskum virðis- brævamarknaði, so ikki kann sigast annað, at enn virksemið er vorðið nakað væl meira víttfevnandi enn »bara« tað at keypa og selja virðisbrøv. -jm Krútsterkur avbjóðari Tað verður Kristian Petursen, sum her sæst høgrumegin, sum verður leiðari á lánideildini hjá Kaupthing Føroyar Endurskoða blokkin Láturlig íløguraðfesting Forkvinnan í Radik- ale Venstre, Marianne Jelved, heldur, at tað kann gerast neyðugt at endurskoða blokk- in. Men radikalar broytingar verða neyvan gjørdar í næstum RÀÐSTEVNA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Keypmannahavn: Donsku politikararnir, sum luttóku á ráðstevnuni "Høvdið á blokkin" týsdagin, vóru á einum máli um, at ríkis- felagsskapurin er ein góður felagsskapur, sum tey ynskja at varðveita og verja. Men talan skal ikki vera um nakað tvang. Umboð úr fýra donskum flokkum vóru tilstaðar við pallborðið í felagssalinum á Christiansborg. Tað var í sjálvum sær ikki so nógv nýtt at frætta frá teimum, men forkvinnan í Radikale Venstre, Marianne Jelved, kom í sínum innleggi inn á, at núverandi skipanin við blokkstuðulinum virkaði eitt sindur undarligt upp á hana, og hon helt tað neyð- ugt at vera neyðugt at taka eitt prát um eina endur- skoðan av skipanini. – Tað tykist ikki sum um, at skipanin virkar optimalt í løtuni. Eg haldi, vit eiga at seta okkum niður at hyggja at skipanini og kanna eftir, hvat vit kunnu gera. Tað vil eg gjarna vera við til, segði Marianne Jelved. Men lyklaorðini eru eis- ini, at eingin avgerð skal takast uttan so, at føroying- ar ynskja tað sjálvir. Og Men fyri Marianne Jelved er tað eingin trupulleiki at avtaka blokkstuðulin sum heild - um føroyingar ynskja tað. – Sum heild haldi eg, at statsstuðul er nakað lort. Eg haldi, at vit kunnu taka blokkstuðulin burtur, um hann ger so nógvan skaða, segði Marianne Jelved sum aftursvar til orðini frá ser- liga grønlendska fólka- tingsmanninum, Kuupik Kleist, um blokkstuðulin og framtíðina. Hon vísir aftur, at hon ætlar sær at taka hetta mál- ið upp við ein minniluta ella andstøðu í Føroyum ella Grønlandi. – Eg sigi bert, at eg havi hug at tosa um tingini, sig- ur Marianne Jelved, sum millum norðuratlantisku sjálvstýrisrøddinrar var besti umtókti polikarin. Í hesum døgum verður í Danmark tosað um, at Marianne Jelved kann ger- ast forsætisráðharri fólka- tingsvalið, sum í seinasta lagi verður komandi ár. Men Marianne Jelved vil ikki siga nakað um, hvat vit kunnu vænta okkum av broytingum, um hon sum forsætisráðharri ella partur av einari komandi stjórn sleppur at ráða fyri borgum á Christiansborg. – Vit skulu hyggja langt fram í tíðina og endurskoða skipanini leypandi, sigur Marianne Jelved. Nógv burturúr Donsku politikararnir vóru settir á dagsskránni á ráð- stevnuni um búskap hjá Norðuratlantsbólkinum undir yvirskriftini "Hvat vænta danir at fáa afturfyri blokkstuðulin?" Umfram Marianne Jel- ved vórueisini Henrik Vest- ergaard úr Venstre, Frank Jensen frá Socialdemo- kratiet og Ole Sohn frá SF við pallborðið, og tey fingu øll møguleikan at svara upp á spurningin frá fyrireik- arunum. Donsku politikararnir valdu heldur at leggja dent- in á tað meira kensluborna enn tað meira búskaparliga. Øll vóru á einum máli um, at føroyingar og Føroy- ar vóru góðir at hava í rík- inum, og tað hevur einki við pengar ella blokkstuðul at gera. Og hóast tað ikki beinleiðis var svarað beint fram, so vóru tað á einum máli um, at blokkstuðulin skal vera við til at tryggja livistøðið í Føroyum, og Danmark fær nógv afturfyri - at vera í ríkisfelagsskapi við Føroyum og Grønlandi. Gjald fyri tænastur Danski forsætisráðharrin og floksformaðurin hjá Venstre, Anders Fogh Ras- mussen, hevur áður gjørt greitt, at blokkstuðulin eru at meta sum eitt gjald fyri tænastur, ið danski staturin hevur ábyrgdina av. Hóast umboðið fyri Venstre, Henrik Vestergaard, ikki legði so stóran dent á júst hetta týsdagin, so kann hann staðfesta, at hetta er fatanin hjá stjórnini, og tískil eisini útgangsstøðið hjá dønum til komandi tingingar. Anders Fogh Rasmussen hevur áður gjørt greitt, at við fleiri yvirtøkum verður blokkstuðulin minkaður samsvarandi. Formaðurin fyri Bit- land, Tróndur Djur- huus, heldur tað vera heilt burturvið, at játtanin til gransking verður minkað. – Hon er alt ov lítil sum er, og átti at verið nógvar ferðir størri, sigur hann RÀÐSTEVNA Heri á Rògvi heri@sosialurin.fo Føroyskt vinnulív skal liva av øðrum enn fiskivinnu. Tilfeingið skal í størri mun koma úr høvdinum á fólki og í talgildum skapi. Bitland ella The Bitland er eitt samtak av føroyskum fyritøkum, sum flest allar hava tilknýti til føroysku KT-vinnuna. Endamálið hjá samtakinum er millum ann- að at lokka útlendskar risar innan KT-vinnuna til Før- oya fyri at nýta Føroyar sum hátøkniligt royndar- land. Formaðurin fyri sam- takið, Tróndur Djurhuus, sum umboðar Føroya Tele, heldur, at vinnulívið í Før- oyum er komið í ein óndan sirkul. – Tað gongur ikki fram- haldandi bert at framleiðs vørur við hala á. Vit mugu menna føroyska búskapin og gera framtíðari samfel- agið liviligt fyri okkara børn við at menna vitanar- støðið og gera íløgur í nýggjar vinnugreinir, sigur Tróndur Djurhuus, sum persónliga segði seg ynskja, at Bitland samtakið kundi vera við til skapa grundarlag fyri einum før- oyskum búskapi uttan blokkstuðul. Pengar til gransking Útlendskar fyritøkur hava víst Bitland áhuga. Men sambært Tróndi Djurhuus leypa fyritøkur ikki uttan víðari á leystum eftir at gerast partur av føroysku bitunum. – Útlendsku fyritøkurnar vilja tryggja sær, at tað er grundarlag fyri hesum í Føroyum. Her verður hugs- að bæði um privatan áhuga, men ikki minst almennan áhuga, sigur Tróndur Djur- huus. Hóast hann rósti lands- stýrismanninum í vinnu- málum fyri áhuga hansara fyri verkætlanini, so lat hann kortini ongan iva um eitt samtakið av privatu fyritøkunum vil hava al- mennu myndugleikarnar í Føroyum at gera munandi meira. – Tað er heilt burtuvið, at tað játtanin til gransking minkar aftur í ár. Hon er alt ov lítil sum er, og átti at verið nógvar ferðir størri, sigur Tróndur Djurhuus, sum legði dent á, at skal úr- slit spyrjast burutrvið, mugu føroysku politikarar- nir spæla ein størri og positivari leiklut. Trúgva upp á møguleikan Tróndur Djurhuus kundi á ráðstevnuni hjá Norðurat- lantsbólkinum vísa á, at áhugin frá útlendskum fyri- tøkum ikki hevur bilað fyri Føroyar. Men sum nevnt er áhugin ikki treytaleysur. Tað er fatanin hjá Tróndi Djurhuus og hinum í The Bitland, at vitanin og støðið í føroysku KT-vinnuni er so mikið, at grundarlag so av- gjørt er fyri, at góð og lønandi úrslit kunnu spyrj- ast burturúr. – Føroysku KT-fyritøkur- nar eru sera ríkar í vitan - men heldur fátakari við kapatali, sigur Tróndur Djurhuus. Tróndur Djurhuus, formaður fyri Bitland, vil hava føroysku politikararnar at játta fleiri pengar til gransking C M Y K 9 8