týsdagur 26. november 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Leo Poulsen
Avgustarnir í Sundalagnum
hava fylt nógv í miðlunum
hesar seinastu dagarnar.
Sum kunnugt eru tveir
av teimum fýra avgust un um
deyð ir, og í gjár var ann ar
teirra sleipaður til hvala-
støð ina við Áir og fortoyaður
har.
Klokkan 10 týsdag fyrra-
part var so farið undir at
hála avgustin upp á hvala-
støð ina.
Síðani var farið undir at
flensa hann og skera kjøtið
og innvølar av honum. Alt
verð ur fyribeint, deils tí at
ikki hevur verið siður at eta
tvøst ella skip av avgusti um
okkara leiðir, og deils tí, at
hval ur in er sjálvdeyður og
hev ur ligið deyður í eina tíð.
Tá tvøstið er skorið av
avgusti num, verður hann
togað ur til sjós aftur, har
hann skal liggja og rotna, so
alt kjøt er burtur. Tað fer at
taka millum eitt og tvey ár.
Ætlanin er at toga avgust-
in til sjós aftur við hvala støð-
ina við Áir, og tá hvalurin er
púra reinur, skal hann so tak-
ast upp aftur og leggjast inn
á hvalastøðina sum ein fram-
sýn ing a r lutur.
Tað er ikki á hvørjum degi,
at avgustar liggja millum
oyggj ar nar, og at so fýra
avgust ar velja at nálga seg
upp at einastu hvalastøð á
norðraðu hálvkúluni má sig-
a st at vera lagnunnar spei-
semi.
Tað seinasta nýggja er
annars, at tann eini av gust ur-
in er farin til havs aftur, með-
an tað er eitt sindur óvist,
hvus su verður við tí fjórða
og sein asta avgustinum.
leo@sos.fo
Avgusturin á framsýning
Fyrrapartin týsdagin varð deyði avgusturin togaður upp á hvalastøðina við Áir
Mynd: Álvur Haraldsen
Atlantic Petroleum er føroyskt oljufelag við
ognarpørtum í frálanda olju- og gassloyvum í
Bretlandi, Noregi, Føroyum, Írlandi og Niður-
londum. Vit hava tríggjar framleiðandi leiðir í
bretska partinum av Norðsjónum, eina leið, ið
verður útbygd í løtuni, og sum væntandi fer at
framleiða olju frá 2015, tvær aðrar møguligar
útbyggingarleiðir, umframt fleiri dygdargóð
leitiloyvi við stórum menningarmøguleikum.
Vit hava eina vælvirkandi virkisætlan, har ein
støðug inntøka frá framleiðsluni fíggjar vøkstur
ígjøgnum okkara leitivirksemi. Virkis ætlanin
er grundað á eitt leiðslutoymi, sum hevur
drúgvar royndir og góð úrslit at vísa á, fleiri
strategiskt vald samtøk við viðurkendum
altjóða olju- og gassfeløgum, umframt á ein
sterkan kapitalbygnað, sammett við tey feløg,
ið vit kappast við.
Útbjóðing av nýggjum partabrøvum og
skráseting á Oslo Børs
Fyri at seta ferð á okkara vøkstur, serliga í
Noregi, er ætlanin at útvega DKK 150–200
mió. við at bjóða út nýggj partabrøv. Vit vænta,
at vit við at skráseta okkum á Oslo Børs
kunnu fáa ágóða av tí serkunnleika, sum
norska íleggjaraumhvørvið hevur á olju- og
gassøkinum, og vit vænta, at tað fer at vaksa
um okkara eigaraskara og hava við sær, at fleiri
greinarar fara at fylgja við gongdini í felagnum.
Útbjóðingin fer fram í tíðarbilinum frá 27.
november 2013 til 10. desember 2013. Prís-
ásetingin fyri hvørt partabrævið á DKK 100 fer
væntandi at liggja millum DKK 127-145, og
útbjóðingin fer fram uttan for tekningar rætt fyri
verandi partaeigarar.
Partabrøvini í Atlantic Petroleum eru skrásett
á NASDAQ OMX Copenhagen og NASDAQ
OMX Iceland. Felagið hevur tó søkt um at
verða tikið av NASDAQ OMX Iceland, og
verður tað væntandi beint undan skrásetingini
á Oslo Børs.
Søla og almenn skráseting av nýggju parta-
brøvunum á NASDAQ OMX Copenhagen og
Oslo Børs verður umleið 12. desember 2013.
Nærri kunning í upplýsingarritinum
(prospekt)
Eitt upplýsingarrit er almannakunngjørt og í tí
fæst nærri kunning um útbjóðingartreytirnar.
Frá 26. november 2013 ber til, við ávísum
avmarkingum, at taka niður upplýsingarritið
frá heimasíðu felagsins: www.petroleum.fo,
ella frá heimasíðunum hjá samskiparunum:
www.abgsc.dk og www.carnegie.dk. Har-
aftur at fæst upplýsingarritið við at venda sær
til ABG Sundal Collier, Forbindelsesvej 12,
2100 København Ø (tlf. +45 33 18 61 00),
Carnegie, Overgaden Neden Vandet 9B,
1414 København K (tlf. +45 32 88 02 00), teir
føroysku peningastovnarnar, ella beinleiðis til
skrivstovuna hjá Atlantic Petroleum, Yviri við
Strond 4, 100 Tórshavn (tlf. 350 100).
P/F Atlantic Petroleum, Postboks 1228, Yviri við Strond 4, FO-110 Tórshavn, Føroyar,
tlf.: (+298) 350100, faks: (+298) 350101, www.petroleum.fo
SKAL IKKI ALMANNAKUNNGERAST ELLA BÝTAST ÚT Í USA, KANADA, AVSTRALIA, JAPAN ELLA Í ØÐRUM ØKJUM HAR TAÐ IKKI ER LOYVT
ATLANTIC PETROLEUM
BJÓÐAR ÚT NÝGGJ PARTABRØV OG FYRIREIKAR SKRÁ-
SETING Á OSLO BØRS FYRI AT SETA FERÐ Á VØKSTURIN
Skuldafrágonga: Útbjóðingin av partabrøvum í P/F Atlantic
Petroleum er bert grundað á upplýsingarritið dagfest
26. november 2013. Henda lýsing gevur ikki nóg mikið
gott upplýsingargrundarlag til at gera íløgu í partabrøv.
Partabrævakeyp hevur váða við sær. Vit mæla til, at
møguligir íleggjarar lesa upplýsingarritið, sum inniheldur
upplýsing um váða og aðra týðandi upplýsing í sambandi
við útbjóðingina og skrásetingina. Í upplýsingarritinum
verða ávísar íløguavmarkingar lýstar, ið eru galdandi fyri
íleggjarar heimahoyrandi uttan fyri Føroyar, Danmark og
Noreg. Henda lýsing er ikki send út í USA og má ikki verða
býtt út til ’U.S. persons’ (sum lýst í Regulation S í ’U.S.
Securities Act frá 1933’ við seinri broytingum (‘Securities
Act’)) ella verða brúkt í útgávum, ið vanliga koma út í USA.
Henda lýsing er ikki eitt tilboð ella ein eggjan at keypa
virðisbrøv í USA. Partabrøvini í P/F Atlantic Petroleum eru
ikki skrásett undir Securities Act, og mugu ikki verða boðin
út, seld, ella útflýggja í USA ella til ’U.S. persons’, sum ikki
eru skrásettir sambært, ella ikki eru fevndir av galdandi
undantaki frá skrásetingarkrøvunum í amerikansku lóg-
unum viðvíkjandi virðisbrøvum. Stabilization/FSA.
Almenn útbjóðing av nýggjum
partabrøvum í tíðarskeiðinum
27. november til 10. desember 2013
Avgusturin, sum í morgun varð
drigin upp á hvalastøðina við
Áir, skal flensast og kjøt og
innvølar tiknir úr og fyribeindir