týsdagur 26. november 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 27. november 2013 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vísandi til § 163 (3) í Vinnufelagslógini verður við hesum
boðað partaeigarunum í P/F Atlantic Petroleum (hereftir
‘Felagið’ ella ‘Atlantic Petroleum’) frá, at Felagið á nevndar fundi
hin 26. november 2013 sambært § 3 A í viðtøkum Felagsins
hevur gjørt av at hækka partapening Felagsins við einum útboði
(‘Útboðið’) av upp til 1.575.000 nýggjum parta brøvum (‘Nýggju
Partabrøvini’) og upp til 236.250 Yvir allokerings partabrøvum (sum
lýst niðanfyri) áljóðandi DKK 100 hvørt, í Felagnum til marknaða r
kurs uttan fortekningarrætt fyri verandi partaeigarar og upptøku
til handil og skráseting av Felagsins partabrøvum (‘Parta
brøvunum’) á Oslo Børs ASA (‘Oslo Børs’) og NASDAQ OMX
Copenhagen A/S (‘NASDAQ OMX Copenhagen’). Nýggju
Partabrøvini og Yvirallokerings parta brøvini verða hereftir
undir einum nevnd ’Útbjóðaðu Parta brøvini’.
Givin verða út eitt tal av Nýggjum Partabrøvum í Útboðnum,
sum vilja geva Felagnum eina bruttoúrtøku, sum er á leið
DKK 150200 mió., ið svarar til á leið NOK 165220 mió.
Umframt hetta kunnu samskipararnir ’the Joint Global
Coordinators’ (sum lýstir í Prospektinum nevnt niðanfyri) í Útboðn
um velja at lata geva út eitt tal av partabrøvum svarandi til hægst
15% av talinum av Nýggjum Partabrøvum (’Yvirallokeringspart
abrøvini’). Felagið hevur givið Carnegie AS (the ’Stabilisation
Manager’) vegna ’the Joint Global Coordinators’ ein yvir
allokeringsrætt (’Yvirallokeringsrættin’) til at tekna eitt tal av
nýggjum Partabrøvum fyri at dekka eina slíka yvirallokering.
Útboðið umfatar (i) eitt institutionelt útboð, har Útbjóðaðu Parta
brøvini verða boðin út til a) institutionellar og professionellar
íleggjarar í Danmark, Noregi og Føroyum og b) til institutionellar
íleggjarar uttan fyri Danmark, Noreg, Føroyar og USA sambært
’Regulation S’ í ’Securities Act’, og c) í USA til ’QiBs’ sum lýst í
og sambært Rule 144A í ’Securities Act’ við fyrivarni fyri galdandi
undantøk frá prospektkrøvunum og einum minstamarki pr. boð
og allokering áljóðandi NOK 1.000.000 (DKK 909.091)
(’Institutionalla Útbjóðingin’) og (ii) eitt detailútboð, har Útbjóðaðu
Partabrøvini verða boðin út alment í Danmark, Noregi og
Føroyum við fyrivarni fyri einum minstamarki fyri hvørt boð á
NOK 10.500 (DKK 9.545) og einum lofti fyri hvørt boð á NOK
999.999 (DKK 909.090) fyri hvønn íleggjara (’Detail Útbjóðingin’).
Íleggjarar, ið ætla at bjóða omanfyri NOK 999.999 skulu gera
hetta í Institutionellu Útbjóðingini.
Tekning av Útbjóðaðu Partabrøvunum er uttan fortekningarrætt
fyri verandi partaeigarar í Felagnum.
Nevndin hevur í samráð við ’the Joint Global Coordinators’
fyri hvørt Partabrævið áljóðandi DKK 100 ásett eitt ikki
bindandi leiðbeinandi útbjóðingarkursinterval á NOK 140
NOK 160 (DKK 127 DKK 145) (’Leiðbeinandi Útbjóðingar
kursintervallið’) fyri Útboðið. Útbjóðingar kursurin (’Útbjóð
ingar kursurin’) fyri Útbjóðaðu Parta brøvini verður ásettur við
eini ’bookbuilding’tilgongd, sum verður framd í sambandi
við ta Institutionellu Útbjóðingina. Útbjóðingar kursurin kann
verða ásettur til ein kurs, ið liggur innan fyri, oman fyri ella
undir Leiðbeinandi Útbjóðingarkursintervallinum, tó fer
Útbjóðingarkursurin ikki upp um NOK 175 (DKK 159) fyri
hvørt Partabrævið áljóðandi DKK 100. Leiðbeinandi Útbjóð
ingarkursintervallið kann altíð broytast í Bookbuilding
tíðarskeiðnum (sum lýst niðanfyri).
Tilboðstíðarskeiðið fyri Institutionellu Útbjóðingina (’Book
building tíðarskeiðið’) er frá 27. november 2013 kl. 8.00 (føroyska
tíð) til 10. desember 2013 kl. 15.30 (føroyska tíð). Tíðarskeiðið
har boð upp á Útbjóðaðu Partabrøvini í Detail Útbjóðingini
verða góðkend (’Boðtíðarskeiðið’), er frá 27. november 2013
kl. 8.00 (føroyska tíð) til 10. desember 2013 kl. 11.00 (føroyska
tíð). Bookbuildingtíðarskeiðið og/ella Boðtíðarskeiðið kunnu
styttast ella leingjast eftir Felagsins ætli, men vil undir ongum
umstøðum enda innan 6. desember 2013 kl. 15.30 (føroyska
tíð) eller verða longt til eftir 17. desember 2013 kl. 15.30
(føroyska tíð). Ein slík stytting ella leingjan verður almanna
kunngjørd umvegis kunningarskipanirnar hjá Oslo Børs og
NASDAQ OMX Copenhagen í seinasta lagi kl. 8.00 (føroyska
tíð) á degnum eftir síðsta dagin í áður galdandi Book
buildingtíðarskeiði. Ein stytting ella ein leinging av Book
buildingtíðarskeiðnum førir til eina tilsvarandi stytting ella
leinging av Boðtíðarskeiðnum í Detail Útbjóðingini uttan so,
at annað er ásett í sambandi við styttingina ella leingingina.
Verandi partabrøv í Felagnum eru skrásett á NASDAQ OMX
Copenhagen og NASDAQ OMX Iceland hf (’NASDAQ OMX
Iceland’) við frámerkinum FOATLA. Nýggju Partabrøvini
verða væntandi tikin upp til almenna skráseting á NASDAQ
OMX Copenhagen og Oslo Børs umleið 12. desember 2013.
Felagið hevur latið inn umsókn um avnotering hjá NASDAQ
OMX Iceland, og eftir tað verður NASDAQ OMX Copenhagen
høvuðsskrásetingarstaður fyri skráseting av partabrøvum
Felagsins. Skráseting av Nýggju Partabrøvunum hjá Skráseting
Føroya verður eftir at Útbjóðingin er framd, væntandi tann
11. desember 2013.
Útbjóðaðu Partabrøvini verða handað talgilt (sum goymslu
prógv) deild út á konti í Verdipapirsentralen ASA (’VPS’).
Útboðið er ein útbjóðing til almenningin í Danmark, Noregi og
Føroyum og ein beinleiðis útbjóðing í ávísum øðrum rættar
dømum.
Útbjóðaðu Partabrøvini hava hvørki verið ella verða skrásett
undir ’U.S. Securities Act’ ella nakrari virðisbrævahandilslóg
í nøkrum stati í USA ella í nøkrum rættardømi uttan fyri Danmark,
Noreg ella Føroyar og mugu bert verða boðin út og seld í
transaktiónum, ið eru undantikin ella ikki fevnd av skrá
setingarkrøvum fevnd av ’U.S. Securities Act’. Fyri lýsing av
hesum og ávísum øðrum avmarkingum í víðarisølu ella
transporti, sí ’Part III, section 5 Terms and conditions of the
Offering – Jurisdictions in which the Offering will be made
and restrictions applicable to the Offering’ í Prospektinum, ið
er gjørt og almannakunngjørt í sambandi við Útboðið.
Prospektið, ið er er gjørt og almannakunngjørt í sambandi við
Útboðið, er tøkt á skrivstovu Felagsins: P/F Atlantic Petroleum,
Yviri við Strond 4, 3. hædd, postboks 1228, FO110
Tórshavn, á heimasíðu felagsins: www.petroleum.fo, og á
heimasíðunum hjá samskiparunum: www.abgsc.dk og
www.carnegie.dk.
Prospektið og henda fráboðan eru ein kunning til parta
eigarnar í Atlantic Petroleum og ikki eitt tilboð ella ein eggjan
til at keypa partabrøv í Atlantic Petroleum. Ein og hvør avgerð
um at keypa ella ogna sær virðisbrøv í sambandi við Útboðið
eigur at verða tikin óheft av hesi fráboðan og eigur bert at
verða tikin við støði í teimum upplýsingum, sum eru í
Prospektinum almannakunngjørt 26. november 2013 og
møgu ligum ískoytum til hetta, herundir ”Risk Factors”. Sí
eisini ”Disclaimer” niðanfyri.
Hetta er ein fráboðan í sambandi við Útboðið. Gjølligari
upplýsingar um Útboðið eru at finna í Prospektinum, ið er
gjørt og almannakunngjørt í sambandi við Útboðið.
Tórshavn, tann 26. november 2013
P/F Atlantic Petroleum
Yviri við Strond 4, 3. hædd,
Postboks 1228, FO-110 Tórshavn,
Tlf. + 298 350100, Faks + 298 350101,
www.petroleum.fo
P/F Atlantic Petroleum, Postboks 1228, Yviri við Strond 4, FO110 Tórshavn, Føroyar, Tlf.: +298 350100, Faks: +298 350101
FRÁBOÐAN TIL PARTAEIGARARNAR Í
P/F ATLANTIC PETROLEUM
Disclaimer: Útbjóðingin av partabrøvum í P/F Atlantic Petroleum
er bert grundað á prospektið dagfest 26. november 2013. Henda
lýsing gevur ikki nóg mikið gott upplýsingargrundarlag til at gera
íløgu í partabrøv. Partabrævakeyp hevur váða við sær. Vit mæla til,
at møguligir íleggjarar lesa prospektið, sum inniheldur upplýsing
um váða og aðra týðandi upplýsing í sambandi við útbjóðingina
og skrásetingina. Í prospektinum verða ávísar íløguavmarkingar
lýstar, ið eru galdandi fyri íleggjarar heimahoyrandi uttanfyri
Føroyar, Danmark og Noregi. Henda lýsing er ikki send út í USA
og má ikki verða býtt til ”U.S. persons” (sum lýst í Regulations S
í ”U.S. Securities Act frá 1933” við seinri broytingum (”Secuties
Act”)) ella verða brúkt í útgávum, ið vanliga koma út í USA.
Henda lýsing er ikki eitt tilboð ella innbjóðing at keypa virðisbrøv í
USA. Partabrøvini í P/F Atlantic Petroleum eru ikki skrásett undir
Securities Act, og mugu ikki verða boðin út, seld, ella útflýggjað
í USA ella til ”U.S. persons”, sum ikki eru skrásett sambært ella
ikki eru fevnd av galdandi undantaki frá skrásetingarkrøvunum í
amerikansku lógunum viðvíkjandi virðisbrøvum. Stabilization/FSA.