fríggjadagur 28. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 100 - 28. mai 2004
Nr. 100 - 28. mai 2004
11
Tað eru nú eygleiðarar, sum hada, at ES
grundlógin, sum er á veg, nemur við før-
oysk viðurskifti. Hetta er at skilja soleiðis,
at Danmark eins og onnur limalond noyðist
at lata frá sær myndugleikaøki til ES mynd-
ugleikar. Her er helst fyrst og fremst talan
um uttanríkispolitikkin, verjupolitikkin og
mangt annað.
Tað eigur alt fyri eitt at verða farið undir at
kanna hesi viðurskifti. Nú alt bendir á, at
fullveldiskósin er broytt grundleggjandi, er
hetta sera umráðandi. Ein orsøkin til, at
undanfarna samgonga einki hevur gjørt við
ES grundlógarmálið er ivaleyst, at tann
samgongan hevði roknað við, at ES málið
fór at loysa seg sjálvt av fullveldistilgongd-
ini. Hetta er heldur ikki óhugsandi. Men nú
talar eingin um fullveldi, og tí er tað í evstu
løtu, at farið verður undir at greiða spurn-
ingin um støðu Føroya við atliti at ES
grundlógini.
Hetta at fáa eina avkláring av støðu Føroya
eftir, at ES grundlógin er komin í gildi, er
ein uppgáva hjá landsstýri og løgtingi. Her
krevst nógv serfrøði og her krevst gott
politikst tev. Allir hugsandi myndugleikar
og serfrøðingar eiga at verða tiknir uppá
ráð — ikki bert nakrir embætismenn i
Tinganesi. Ein møguleiki hevði verið at
latið grundlógarnevndina verið við í hesum
arbeiði. Henda nevnd kundi við sínum
drúgvu royndum ivaleyst gjørt sítt til at
varpa ljós á allar teir mongu ivaspurningar
í hesum máli. Tað er eisini neyðgut at fáa
eitt alment orðaskifti um spurningin. Í
hesum høpi trýtur kunning til almenningin.
Eingin tykist í roynd og veru at vita, hvat
ES grundlógin merkir fyri Føroyar. Her
kundi landsstýrið byrjað við einum dyggum
kunningartiltaki.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein grundlóg og onnur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
Afturkomin til húsa í kvøld
hugdi eg í bløðini.
Í heilsíðufrásøgn á síðu 5
í Sosialinum, verður greitt
frá, hvussu vánalig upp-
møtingin er í tinginum.
Ovast er mynd av fýra dám-
ligum tinglimum, sum allir
hava ein farra av smíli á
varrunum. Tað er góð
grund til tess, tí teir hava
ongan tingfund mist í hes-
ari setuni.
Tvær yvirskriftir eru við
Jóhan Dahl, og tvær við
Jógvan/Jógvan.
Undir yvirskriftini Jóhan
Dahl skulkaði mest, stend-
ur fráveran hjá øllum løg-
tingslimunum til teir 39
tingfundirnar í hesari set-
uni.
Síðan eg kom á ting í
2001, havi eg roynt at møtt
hvørja ferð tingfundur er,
og er tað bert onkur hend-
inga fundur, sum eg ikki
havi verið á. Onkuntíð havi
eg
verið
uttanlands
í
kommunalum ella privatum
ørindum. Tá tinglimur er
uttanlands í tingørindum, er
hetta ein uppgáva, sum vit
skulu røkja og eru vit tá til
arbeiðis. Tí harmar tað meg
almikið, at eg standi til at
møta illa upp, við 5 fráver-
um hesa setuna.
Eg havi mist ein tingfund
í hesari setuni, tí eg umboð-
aði Runavíkar Kommunu í
Hetlandi eitt vikuskifti.
Eg luttók ikki á fýra ting-
fundum, tí eg sum valt um-
boð av Løgtinginum í
Norðurlandaráðið, var á
fundi í Helsinki. Hetta er
ikki at skulka og eru tað tí
ikki røtt tíðindi, ið her
verða framborin.
Løgtingslimur
Sjálv-
stýrisfloksins er eisini lim-
ur í Útnorðurráðnum.
Tað er gott at eitt vakið
eyga fylgir við politisku
skipanini og talar at, um
okkurt átaluvert verður
framt. Men tað kann ikki
vera rætt, at løgtingsfor-
maðurin verður skrásettur
at skulka fýra dagar, tá
hann var staddur í Keyp-
mannahavn til brúdleypið
hjá Fríðriki krónprinsi og
Mary krúnprinsessu, um-
boðandi tingið
Viðmerking
Tórshavn 26. mai 2004
Vegna Tjóðveldis-
flokkin
Høgni Hoydal
Vegna Miðflokkin
Jenis av Rana
Løgmaður hevur alment
borið fram tey tíðindi, at
nýggja landsstýrið hevur
spart 10% í miðfyrisitingini
í mun til undanfarna lands-
stýrið.
Tað kann skjalprógvast,
at hetta er ósatt. Í fyrsta lagi
hevur landsstýrið bert út-
sett eina íløgu í telduskipan
til heilsuverkið til næsta ár.
Í øðrum lagi, hevur Løg-
tingið gjørt sparingar í fyri-
sitingini, sum landsstýrið
ikki hevði skotið upp.
Allastaðni í heiminum er
tað eitt álvarsmál um ein
stjórnarleiðari sigur ósatt
fyri almenninginum. Og
tað er sera álvarsligt, at løg-
maður ber fram hesi ó-
sannindi til tess at lasta
undanfarna landsstýri og at
pynta seg við læntum fjaðr-
um.
Tað kann rætt og slætt
ikki góðtakast, at løgmaður
ber fram ósannar upplýs-
ingar til almenningin.
Sum andstøðuflokkar er
tað okkara uppgáva at fáa
lýst hetta mál, og tí vilja vit
hervið heita á løgmann um
alment at greiða frá, hví
hann hevur sagt ósatt í hes-
um máli.
Løgmaður má greiða frá,
hví hann hevur sagt ósatt
– opið bræv til Jóannes Eidesgaard, løgmann
Tað sigur Rói Patur-
son, ið er formaður í
Mentanargrunni
Føroya. Fyrsta árið
starvslønir vórðu
latnar, vóru nakrir og
trýssj umsøkjarar, í ár
vóru tað 111. So tað
verður verri og verri
at velja burturúr. Men
vit hava eina lóg at
ganga eftir, sigur
hann
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í november mánaði varð
lýst við, at tað stóð øllum í
boði at søkja um starvslønir
frá
mentanargrunninum.
Freistin var úti í februar, og
síðani tað, hevur nevndin
nýtt nógvar tímar, bæði á
fundi og hvør sær heima
við hús, at lesa og granska
hvørja einstøku umsókn
væl og virðiliga.
– Vit hava bara 2 milli-
ónir kr. at lata, so tað er
greitt, at øll ikki kunnu fáa
tað, tey ynskja. Nógvar um-
sóknir eru, har fólk ynskja
løn ímillum 1-3 ár til at
arbeiða við eini størri
verkætlan, men tað kunnu
vit ikki geva. Bert eitt lista-
fólk fær løn í trý ár og eitt
fær í eitt ár. Hini kunnu so
kanska fáa 6 ella 3 mánaðir
við løn, sigur Rói Paturson.
Hann sigur, at tað er
ógvuliga ymsikt, hvat fólk
ætla at nýta peningin til.
Onkur er, sum bert ynskir
at fáa tíð at mennast innan
t.d. málningalistina, meðan
onnur hava eina heilt ítøki-
liga ætlan, t.d. at umseta
eina ávísa bók ella seta ein
ávísan leik upp.
– Tað eru ofta tey somu,
sum søkja, men tað er tí, at
tey eru so fá, ið veruliga
arbeiða seriøst við listini.
Tey skulu eisini søkja hvørt
ár, tí tað er tað, sum ætlanin
við grunninum er, greiðir
Rói frá.
Eftir at tíðin við starvs-
lønini er farin, skulu øll
listafólkini geva eina frá-
greiðing av arbeiðnum, og
so skal nevndin eftirmeta
arbeiðið.
5 fólk sita í nevndini, Rói
Pa turson, formaður, Hanus
undir Leitinum, næstfor-
maður, Urd Johannsen,
Kirsten Brix og Laura
Joensen. Nevndin hevur
ikki loyvi at sita meiri enn
tvey skeið í senn, so skal
hon skiftast.
Heri Mohr
"Dimmalætting" nr. 97
(25.05.04) kunnger á síðuni
Meiningar & Heilsanir eina
grein um stjórnarskipan
sum ta fyrstu í eini kom-
andi røð skrivað av for-
manninum, næstformannin-
um
og
skrivaranum
í
grundlógarnevndini.
Flest allir føroyingar -
eftir seinasta løgtingsvali at
døma umleið 70% av velj-
arunum - høvdu vónað, at
tann politiski ófriðurin og
ótryggleikin, sum í 5 ár
órógvaði og avskeplaði
dagligu tilveruna her í Før-
oyum, skuldi fara í søguna,
og ein nýggj tíð í harmoni
við føroyska psyku fór sum
ein annar Føniks at rísa
uppaftur úr øskuni, nú ein
breið og vónandi sterk
samgonga mannar lands-
stýrið.
So bláoygd mugu vit tó
ikki vera, tí har, sum ein
skriða er lopin, er onnur
væntandi, og um verandi
løgtingssamgonga ikki rek-
ur tann politik, sum ein
stórur meiriluti av Føroya
fólki hevur givið henni
(samgonguni) mandat til,
fáa vit eitt politiskt skriðu-
lop um 4 ár, sum kann
verða til óbótaligan skaða
fyri tilveru føroyinga í
Føroyum.
Syngið tá um lagnu og
blóð og fjallafonn, tað
gevur bingo í portrinum til
tað nationalistiska Elysion.
Í nevndu grein verður
fráboðað, at hon og kom-
andi greinarøð eru med-
vitað polemiskar, og skotið
verður upp, at "vit sam-
tykkja eina mannagongd",
til tess at føroyingar kunnu
"taka seg burtur úr sam-
veldi sínum við Danmark".
Fyrsta greinin er sum
sagt skrivað av trimum
tittlum, og so hevur hon
onga undirskrift. Hetta
virkar ikki serliga pro-
fessionelt, og óvist er, um
seriøs fólk fara at luttaka í
einum
polemikki,
sum
valla kann brúkast til nakað
skilagott, konstruktivt í
okkara gerandisdegi, og í
versta føri verður stóra
trumma, sum skal hirða
undir politisku øsingina í
okkara lítla landi.
Í kvøld (25/5) hoyrdu vit
í Ú/F, hvat ið tann dugnaligi
bankastjórin J. Astrup Han-
sen hevur sagt í Keyp-
mannahavn (í Fólkating-
inum ?) um stuðulin, sum
ríkiskassin letur til tað før-
oyska heilsuverkið (Lands-
sjúkrahúsið,
Klaksvíkar
sjúkrahús,
Suðuroyar
sjúkrahús, Statshospitalið í
Havn, Ríkishospitalið v.m.)
og almannaverkið (pen-
siónir, heimarøkt, røktar-
heim, dagstovnar, sjúkra-
kassar v.m.). Óvæntað og
hugstoytt at hoyra tað, sum
hann skal hava sagt, tí hann
veit kanska betur enn
nakar, hvussu tað sveiggj-
andi økonomiska barometr-
ið skikkar sær í Føroyum.
Tað kann vera óheppið
og volda størri skaða enn
gagn at lata seg (mis)brúka
av politikarum.
Og í "Dimmalætting" -
eisini í kvøld - lósu vit eina
grein hjá Rolf Guttesen um
tað, ið Hermann Oskars-
son, formaður í búskapar-
ráðnum (gestatalarin, sum í
Hósvík greiddi frá, at síð-
ani 1993 hevur landskassin
bert brúkt 10% av blokk-
inum), skal hava sagt í
Danmarks Radio P2.
Hetta
fekk
meg
at
minnast aftur á tað, sum ein
kendur havnarmaður segði
fyri nógvum árum síðan:
"Einki
sjokerar
meg
meira", og so sló hann seg á
pannuna.
Eg sigi og geri sum hann,
og annars haldi eg meg til
William Heinesen: "Vi må
nu se, om vi så nogenlunde
kan holde balance mellem
det latterlige og det op-
højede".
VIÐMERKINGAR
STJÓRNARSKIPAN v.m.
Rætting
Í greinini "Ongar tæn-
astuvinnur verða skrá-
settar í Føroyum", sum
stóð í hósdagsblaðnum,
varð skrivað, at KT-
vinnan fær síni hagtøl
um ársskiftið, og at
einki er at frætta um
hinar tænastuvinnurnar.
Hetta er skeivt. Tað
skuldi sjálvandi staðið,
at ein lóg ætlandi kemur
í gildi um ársskiftið,
sum fer at tryggja skrá-
seting av øllum útflutn-
ingi, ikki bara av KT-
vinnuni. Vinarliga hald-
ið mær tilgóðar.
eys
111 umsóknir um starvs-
lønir komu inn til Ment-
anargrunn Landsins fyri
2004, men bert 23 vórðu
játtaðar. Tilsamans verða
94 mánaðarlønir, fyri slak-
ar 2 millónur krónur, latnar.
Listakvinnuni
Rannvá
Kunoy, ið arbeiðir í Lond-
on, varð játtað løn í 3 ár.
Hanus Kamban, rithøv-
undur fær løn í 1 ár.
Marianne Clausen, tón-
listagranskari fær løn í 6
mánaðir.
Jóanes Nielsen, rithøv-
undur, fær løn í 6 mánaðir.
Tóroddur Poulsen, rit-
høvundur, fær løn í 6 mán-
aðir.
Anker Mortensen, lista-
maður, fær løn í 6 mánaðir.
Vígdis Petersen, lista-
kvinna, fær løn í 6 mánaðir.
Eisini hava 5 myndlista-
fólk fingið løn í tilsamans
16 mánaðir, 4 tónlistafók í
tilsamans 8 mánaðair, 5
rithøvindar í 13 mánaðir
tilsamans og sjónleikara-
virksemið hevur fingið 3
mánaðanslønir.
eys
LOSJA
Tíðindaskriv
Í samband við Mentanar-
náttina 2004 bjóðar losja
nr. 1 Ambolturin IOOF
øllum áhugaðum at vitja
losjuna á Grønlandsvegi
nr. 45 millum 19.00 og
22.00.
Nógv halda, at tað
hendir nakað løgið og
óhugnaligt í eini Odd
Fellow losju, men tað
heldur m. a Edward Inge-
brigtsen úr Vestmanna
ikki. Sjálvur hevur hann
verið limur siðan stovn-
anina í 1986. Føroyska
losjan byrjaði í leigaðum
hølum í Vestmanna, men
tá hølini gjørdust ótíðar-
hóskandi, var støða tikin
til at flyta til Havnar og
ognin á Grønlandsvehi
nr. 56 bleiv keypt til
endamálið.
Odd Fellow Ordanin er
ein altjóða felagsskapur,
sum byggir á tey menn-
iskjaligu virðini. Fyri at
gerast limur í felags-
skapinum krevst einki
serstakt,
figgjarligt,
politisk ella átrúnaligt
støði, ella annað sum
skilir fólkið. Tær einastu
treytirnar eru, at ein skal
vera rættarliga myndug-
ur, og at man trýr á eina
hægri makt.
Liminir verða kunnaðir
við eina rúgvu av »etisk-
um« livireglum ið fremja
sátt og semju millum
menniskju i gerandis-
degnum, og at »ein tænir
sær sjálvum best, summ
hann fænir øðrum«.
Odd Fellow Ordanin
ber orð fýri at vera sera
duldarfullur, men soleið-
is er veruleikan als ikki,
tað er einki ið ikki tolir
dagins ljós.
Odd Fellow Ordanin er
meira enn bert losju-
arbeiði, tað røkkur eisini
frá samkomun fyri eldri
og sjúkum, til tað árliga
gávuhandanina frá Stór-
losjuni uppá 250.00 kr.
til læknavísund.
Úr teimum ymisku
grunnunum
ið
ODD
Fellow
felagsskapurin
ræðir yvir og innsavnað-
um peningi millum brøð-
ur
og
systurlosjunar,
verða eisini lætnar milli-
ónir av krónum til væl-
gerandi endamál.
Á
mentanarnáttini
2004 verður opið hus á
Grønlandsvegur nr. 56
millum 19.00 og 22.00
har øll eru hjartaliga væl-
komin, at seta spurningar
losjuni viðvíkjandi og
eftir førimuni fáa hesar
svaraðar.
Odd fellow Ordanin
í Tórshavn letur
hurðarnar upp
Mentanargrunnur
Landsins latið
starvslønir
Nevndin í Mentanargrunni
Landsins hevur gjørt av at
lata Rannvá Kunoy,
listakvinnu starvsløn í trý ár
framyvir. Tilsamans komu
111 umsóknir inn, harav
vórðu bert 23 játtaðar
Drúgt arbeiði at velja og vraka umsøkjarar
Rói Paturson er formaður í
Mentanargrunni Landsins.
–Øll, sum fáast við eitthvørt
skapandi kunnu søkja um
starvsløn. Umsóknirnar
verða eisini fleiri fyri hvørt
ár sum fer, og tað er gott,
sigur hann
C
M
Y
K
11
10